mánadagur 2. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Nakrir dystir eru størri enn aðrir.
Týskvøldið 3. mai klokkan seks
verður ein av teimum heilt stóru
spældur á Valbys Idrætspark, sæð
við føroyskum útiseta brillum.
Gjøgnum
venjarabrillurnar
hjá
Andrasi Kjartansson Thomassen
er heldur eingin ivi. Hetta er størsti
dysturin hjá honum nakrantíð sum
venjari. Men Andras gleðir seg. Tað
sama gera hansara leikarar, vissar
hann um.
– Vit hava koyrt júst sum vit
plaga. Sjálvandi tosaðu vit nógv
um dystin beint eftir lutakastið,
men síðani hava vit hugsað um
leikskránna í landskappingini og
dyst irnar har. Vit fara ikki at venja
meiri ella gera alt øðrvísi, tí upp
gávan er hendan. Í ÍF Føroyum
skulu vit stuttleika okkum, gloyma
lesn aðin og arbeiði. Tað skulu vit
eis ini gera í annaðkvøld, sigur venj
arin hjá ÍF Føroyum.
Øðrvísi uppgávur
Av røttum átti dysturin at verið av
greiddur á Kløvermarkini, heima
vøllinum hjá ÍF Føroyum. Men eftir
harða veturin minna grasvallirnir
har meir um eplaveltir enn nakað
annað.
– Tí kannaðu vit møguleikan
at spæla á graslíkinum har, men
tá tað ikki bar til, valdu vit at
flyta dystin á útivøll, fyri at fáa
so góðar karmar sum gjørligt. Vit
ynskja eitt gott undirlag til góðan
fótbólt, og á Valby Idrætspark er
eisini møguleiki at vinna felagnum
nøkur oyru, tá vit býta inntøkurnar
av atgongumerkjum við Frem.
Í so máta er venjara uppgávan í
ÍF Føroyum nakað øðrvísi enn flest
aðrataðni. Eitt annað dømi um
hetta er, at Andras er fegin um, at
dysturin er júst nú.
– Hesa tíðina eru nógvar próv
tøkur. Tað merkir, at teir allarflestu
leikararnir eru í Keypmannahavn
og kunnu spæla, fegnast Andras.
Fyri tveimum árum síðani spældi
ÍF Føroyar í móti AB. Tað var mitt
í summarfrítíðini, tá flestu leik
ararnir vóru heima í Føroyum, sum
ikki passaði serliga væl til stóru
uppgávuna.
Eru væl fyri
Andras hevur tikið 14 mans út til
dystin. Eitt sterkt lið, heldur hann
sjálvur, hóast tveir leikarar ikki eru
tøkir. Bergur Midjord hjá B36 fekk
ein minni skaða seinasta dyst og er
ikki klárur, og tað sama er galdandi
fyri Pætur Dahl.
Liðið er eisini vælkoyrandi í
løtuni. Síðani Andras tók við sum
venjari eftir árskiftið, hevur felagið
ikki tapt. Í landskappingini er talan
um fýra sigrar og ein javnleik,
meðan liðið hølvaði alla mótstøðu
av veg num í venjingardystunum,
sum eisini vóru í móti liðum frá
somu deild sum BK Frem.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Seks
meistaraheitið
og
tvær ferðir steypavinnarar.
Níggju silvurmerki og seks
bronsukrónur. Tað er ikki hvør
sum helst, sum ÍF Føroyar
skal dystast við í annaðkvøld.
Seinastu árini hava tó verið
hampiliga
turbolent
hjá
søguríka felagnum, sum er
stovnað í 1886 og telist millum
landsins elstu.
Í fjør varð liðið flutt niður
í Keypmannahavnarseriuna,
sum er ein deild omanfyri
deildina, ÍF Føroyar spælir í
dagliga. Hetta hendi eftir at
felagið hevði havt tað ógvuliga
trupult fíggjarliga eitt langt
skifti, og endaði við at fara á
húsagang. Men so seint sum
í 2003 spældi BK Frem í bestu
fótbóltsdeildini í Danmark.
Tað eru nú átta ár síðani, og
tað eru 70 ár síðani seinasta
gullkrónan í bestu deildini kom
í hús. Somuleiðis er tað langt
síðani, at BK Frem ítróttarliga
so væl sum fíggjarliga, hevur
verið so langt niðri sum júst
nú.
Men søgan fornoktar seg
ikki, og tað gera mongu við
halds fólkini
hjá
BK
Frem
heldur ikki. Hóast liðið nú
spælir í fimtubestu donsku
fót bóltsdeildini, eru áskoð
ararnir trúgvir sum trølli.
Tað eru sjáldan færri enn 500
áskoðarar til dystirnar, oftast
fleiri. Tá flest áskoðarar hava
verið til dyst í ár, hevur talið
verið 1100. Sjálvt á útivølli
fylgja áskoðararnir við, og fyrr
í ár vóru 300 áskoðarar við og
hugdu.
Spyrt tú fjeppararnar er
heldur eingin ivi. BK Frem
hoyrir á ongan hátt heima í
Keypmannahavnarseriuni. Ein
deild, sum ÍF Føroyar spældi í
fyri fýra árum síðani. Hetta
vilja teir ikki hava sitandi á
sær, og tí skal liðið upp skjótast
gjørligt.
Av somu orsøk er tað
eisini eitt ófrávíkiligt krav, at
BK Frem spælir seg víðari í
steypakappingini. Hetta gera
teir við at vinna á ÍF Føroyum
á Valbys Idrætspark klokkan
seks lokala tíð í annaðkvøld.
rolant@sosialurin.fo
Í Føroyum kenna vit best BK Frem sum
eitt lið, har fleiri dugnaligir føroyskir
fótbóltsspælarar hava roynt seg,
men niðri er felagið kent fyri sína
drúgvu søgu, mongu meistaraheiti
og ikki minst trúføstu fjepparar
Sera søgu-
ríkt felag
Størsta upp
gávan nakrantíð
Fótbóltur Í annaðkvøld spæla ÍF Føroyar og BK
Frem dyst í donsku steypakappingini. Ein tann størsti
dysturin fyri føroyska felagið nakrantíð og tann størsti
hjá venjaranum Andrasi Kjartansson Thomassen
Andras Kjartansson Thomassen er venjari hjá 1. liði hjá ÍF Føroyum. Áður hevur hann vant 2. liði og kvinnuliðið
Mynd: Rólant Waag Dam
Í ÍF Føroyum skulu vit stuttleika okkum,
gloyma lesnaðin og arbeiði. Tað skulu vit
eisini gera í annaðkvøld
Hópurin móti BK Frem:
Jóhan Viderø Gunnarsson, B36
Niels Joensen, B36
Trygvi Askham, FC Hoyvík
Jákup F. Olsen, FC Suðuroy
Kaj á Stongum, FS Vágar
Emil Nolsøe Leivsson
Jóhan Petur Holm, HB
Páll Mohr Joensen, HB
Rasmus Nolsøe, HB
Rókur av Fløtum Jespersen, HB
Hanus Eliasen, ÍF
Steffan Kalsø, KÍ
Magni Høgnesen, LÍF
Bárður Danielsen, Skála
Andras Kjartansson Thomassen, venjari
(Felagið er tað, leikarin seinast hevur umboðað í Føroyum)