mánadagur 2. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Tá Rókur av Fløtum Jespersen
flutti til Danmarkar at lesa í
2007, segði hann sam stundis
farvæl
við
fleiri
fót bólts
upplivingar.
Onkrar
hevur
hann tó fingið, tá hann hevur
spælt við HB í summar frítíð
unum, har hann eisini hevur
spælt altjóða dystir og skotið
mál. Men Rókur segði farvæl
við landsliðið, sum hann var
vorðin partur av júst tá. Fram
rættaði HBarni spældi við í
dystinum móti Frankaríki tað
árið, umframt eisini í venj
ingar dystinum í móti Íslandi.
Men fleiri landsdystir gjørdist
tað ikki talan um tá, tí Rókur
raðfesti lesnaðin. Nú er líkt
til, at framrættaði HBarin fær
eitt plástur upp á sárið, nú liðið
skal dystast við BK Frem.
– At fáa henda møguleikan
við ÍF Føroyum er ótrúliga
stuttligt. Frem er eitt felag við
eini ríkari søgu, og við einum
tiltiknum loyalum fjeppara
skara. Haraftrat hevur liðið
fylgt nógv í føroysku fjøl miðl
unum seinastu árini, og tað
ger tað heila meiri spennandi
hjá okkum, heldur Rókur av
Fløtum Jespersen.
At talan er um eina ovur
hondsstóra uppgávu, er eingin
ivi um. Talan er um steypadyst,
sum merkir, at tapir tú, so ert
tú úti.
– Vit skulu spæla øll okkara
kort heilt ótrúliga væl, um
vit skulu hava nakran livandi
kjans, sigur Rókur av Fløtum
Jespersen.
Vónar at fáa stuðul
Royndasti leikarin hjá ÍF Før
oyum heldur kortini ikki, at
liðfelagar hansara hava nakað
at óttast. Heldur ikki stóru
áskoðarafjøldina, sum møgu
liga verður til staðar á Valby
Idrætspark í annaðkvøld.
– Tað er óhoyrt, at eitt lið
í hesi deildini hevur nógvar
hundrað áskoðarar til dystir
sínar. Men tað hevur bara
postiva ávirkan, eisini hjá okk
um, tí vit skulu bara njóta tann
stemningin, hetta skapar, ger
Rókur greitt. Hann leggur tó
aftrat, at hann vónar, at fleiri
føroyingar í Keypmannahavn
koma at stuðla ÍF Føroyum
í samband við stóru av bjóð
ingina.
rolant@sosialurin.fo
Stuttlig
avbjóðing
hjá okkum
Rókur er vanur við stórar uppgávur.
Á landsliðnum hevur hann dystast við
franskmenn og fyri HB hevur hann
skorað altjóða mál og vunnið fleiri
Føroyameistaraheiti. Nú gleðir hann
seg til enn eina avbjóðing, hesaferð
við ÍF Føroyum í móti søguríka Frem
Rókur av Fløtum Jespersen, royndasti leikarin hjá ÍF
Føroyum, er eitt sindur smáskaddur undan dystinum
í annaðkvøld. Tað sama er Rasmus Nolsøe
Mynd: Rólant Waag Dam
Rólant Waag Dam
– Bara tí, at eg eri føroyingur, rokna
teir við, at eg veit alt um liðið og
kenni hvønn einstakan leikara,
flennir Andreas Lava Olsen, sum
næstan hevur verið til av hoyr ingar
hvørja venjing, síðani tað gjørdist
greitt, at ÍF Føroyar og BK Frem
bresta saman í donsku steypa
kappingini, Ekstra Bladet Cup.
Bæði leikarar og venjari hava
spurt seg fyri, og Andreas hevur
so roynt at greitt frá tí, hann veit.
Flestu av leikarunum kennir hann
frá føroysku landskappingini, um
ikki persónliga so sum kapp ingar
neytar.
– Men tað er sera ringt at meta
um, hvar ÍF Føroyar liggur í mun til
Frem. Fyri jól vóru úrslitini einki
serligt, men nú eru teir vælkoyrandi
og tað er farligt. Tá er ÍF Føroyar
eitt sera sterkt lið. Tí havi eg eisini
ávarað og sagt, at uppgávan skal
stakast í stórum álvara, greiðir
Andreas Lava Olsen frá.
Leir víkingurin dylir tó ikki yvir,
at ein sigur er eitt krav.
– Annars sleppa vit ikki víðari
í kappingini, tað er so einfalt sum
tað. Ikki minst aftaná tapið um
vikuskiftið, mugu vit reisa okkum.
Í so máta er nógv meira upp á spæl
hjá okkum, enn tað er hjá ÍF Før
oyum, heldur Andreas Lava Olsen.
– Leikararnir hjá ÍF Føroyum
eru kanska eyka motiveraðir eisini,
nú tað er Frem, teir møta, har
nógvir føroyingar hava spælt. So
kunnu teir vísa, at tað ikki er neyð
ugt at spæla aðrastaðni enn við
ÍF Føroyum, sigur Andreas Lava
Olsen.
rolant@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam
Í løtuni eitur einasti føroyingurin í
BK Frem Andreas Lava Olsen. Í fjør
taldi felagið tríggjar føroyingar, tá
Bogi Løkin og Jónas Þór Næs eisini
royndu seg har. Tríggir mans, sum
eisini eiga sítt pláss á føroyska
landsliðnum. Bogi Løkin er í dag
aftur heima í Føroyum, meðan
Jónas Þór Næs nú spælir í Íslandi.
Áðrenn teir spældi Atli Danielsen
í felagnum frá 2007 til 2009, har
hann varð kosin ársins leikari og
eisini var varaliðformaður. Atli
Danielsen spælir í dag við FC
Roskilde. Eisini Jón Rói Jacobsen
spældi við BK Frem. Hann royndi
seg í tveimum skiftum, seinnu
ferðina saman við Atla Danielsen.
Jón Rói Jacobsen var nógv raktur
av skaðum, raðfesti lesnaðin og
spælir ikki fótbólt á høgum støði í
dag.
Tað ger Gunnar Nielsen hinvegin,
ið er tann føroyski leikarin, sum
hevur flutt seg longst, eftir at
hava spælt við BK Frem. Hann var
í felagnum í tvey ár, áðrenn hann
skifti til Blackburn Rovers og síðani
Manchester City, umframt at hava
verið útleigaður til Motherwell,
Wrexham og Tranmere Rovers.
Ein annar leikari, sum eisini
hevur roynt seg aðrastaðni enn í
Føroyum, eftir at hava spælt við
BK Frem, er Atli Gregersen. Hann
spælir í dag við Víkingi, men royndi
seg eitt skifti í skotskum fótbólti.
Felags fyri allar hesar eru, at
teir eru – ella hava verið – lands
liðs leikarar.
Frem telur fleiri
føroy ingar
Fótbóltur
Seinastu árini
hava sjey føroyskir
landsliðsleikarar
spælt við felagnum,
sum eftir ÍF Føroyar
má metast at vera
føroyingafelagið
í Danmark
Venjarin spyr
Lava um hjálp
Síðani ÍF Føroyar trekti BK Frem í steypakappingini, hava
bæði leikarar og venjarar tráðspurt Andreas Lava Olsen um
føroyska felagið í Keypmannahavn. Leirvíkingurin hevur
ávarað og sagt, at ÍF Føroyar avgjørt skal takast í álvara
Mynd: Andras Kjartansson Thomassen