Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. mai 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 2. mai 2011 · Nr. 50 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Tróndur Arge Fyrr í ár gekk illa í hond hjá Chelsea, sum upp á eitt tíðspunkt var heili 15 stig aftanfyri Manchester Uni ted. Dreymurin um at vinna meistaraheitið var burturblivin í eini røð av vánaligum avrikum og fokus var sett á Champions League. Inn kom Fernando Torres fyri á leið eina hálva milliard krónur, men hann tóktist ikki kunna skora um málið so datt á hann. Í Champ ions League taptu teir fyri einum betri Manchester United liðið og bløð ini vóru á tremur við søgum um venjaraskifti og óvinskap millum fram herjarnar. Í øllum hesum kreppu tosinum, datt boðskapurin um góðu gongdina í Premier League nið ur ímillum. Tá Chelsea vann, so var yvirskriftin, at Fernando Torres ikki skoraði, ella at Didier Drogba var ónøgdur ella at venjarin skuldi koyr ast. Men sannleikin er tann, at Chel sea, nú tað eru trý umfør eftir, við at vinna sínar dystir sjálvt kann avgera um meistaraheitið endar á Stam ford Bridge – tað kann einki ann að felag uttan Manchester Uni ted erpa sær av. Akkurát ikki innanfyri Tað var ikki uttan hjálp, at Chel­ sea fekk øll trý stigini í granna­ upp gerðini í vikuskiftinum móti Tottenham á Stamford Brid ge. Gest ir nir komu á odda við dund­ ur skoti frá Sandro í fyrra hálv­ leiki. Tað sá einki út hjá Chelsea, tá Frank Lampard stutt undan hálv leikssteðginum royndi seg við skoti. Málmaðurin hjá Tottenham, Heurelho Gomes, misti bóltin mill­ um beinini, vendi sær og strekti seg alt hann var mentur fyri at náa bóltinum áðrenn hann fór um málstrikuna. Hetta er ikki fyrs tu ferð, at Gomes hevur lætið inn bílig mál, men hesa ferð vístu sjón varps­ myndirnar, at hann faktist megnaði at steðga bóltinum áðrenn hann var heilur innanfyri málstrikuna. Linju verj in metti tó, at so var ikki og Chelsea hevði javnað. Meistaraheits hepni? Tað er tiltikið, at liðini, ið vinna meistara heitini, hava eitt ávíst hep ni á sínari síðu. Spurningurin er so, um tað er tað hepni, sum flylg di Chelsea leygardagin, tí stutt fyri tíð koppaði enn ein avgerð til fyri muns fyri teir bláu úr London. Inn skifti Salomon Kalou tóktist verða akkurát rangstaddur, tá hann í 89. minutti legði Chelsea á odda. Hóast alt prátið um kreppu og feilkeyp, so er støðan tann, at Chel sea komandi vikiskiftið fer til Old Trafford við einum møguleika at vinna meistaraheitið. Endiliga riggaði hjá Arsenal Tá tað nú eydnaðist Arsenal at vinna ein týðandi sigur, er av leið­ ing in at grannarnir úr Chelsea sleppa framat í stríðnum um enska meistara heitið. Arsenal hevur leingi verið fremsti avbjóðarin til Manchester United, men ein røð av verju og málmansvillum hev ur spent bein fyri einum meistaraheitið og úrslitið er, at teir bara kunnu búka sigurin til eitt herða klapp. Arsenal var uttan liðskiparin, Cesc Fabregas og í hansara stað hevði Arsenal venjarin, Arsene Weng er, valt 20­ára gamla walisan, Aar on Ramsey. Tað skuldi vísa seg at verða ein góða avgerð. Mest umtalaða støðan í fyrra hálv leiki var tá Arsenal vildi hava brots spark. Eftir innlegg úr høgru er Man chester United miðverjin, Neman ja Vidic, fyrstur á bóltin, sum fer út til horna. Meðan Arsenal fram herj in, Robin van Persie, royn­ di at gera vart við eitt hvørt vístu sjón varpsmyndirnar, at serbin nýtti hondina til hjálpar. Hóast Robin van Persie royndi at forklára dómara­ num hvat var hent, so fingu teir bara horna burtur úr støðuni. Tíggju minuttir fyri hálvleik kom einasta málið í dystinum. Robin van Persie legði innfyri úr høgru, har Aaron Ramsey plaseraði bólt in í málið til stóra gleði fyri Ar sene Wenger og Arsenal. Eftir hetta tók Manchester United meira yvir og onkuntíð var vandi á ferð, men Wojciech Szczesny í Arse nal málinum tók sær av tí, sum var at gera. Í hinum endanum vóru Arse­ nal óneyvir við seinastu send ing ini og tí hevði Edwin van der Sar lítið at gera. Tríggjar minuttir fyri tíð vildi Manchester United so hava brots­ spark. Innskifti Michael Owen fór um koll í Arsenal brotsteiginum, men aftur valdi dómarin ikki at bríksla. Sjónvarpsmyndirnar vístu at tað var samband millum Michael Owen og Arsenal verjuleikaran. “Mind games” Hugtakið “mind games” verður brúkt, tá ein venjari onkursvegna royn ur at leggja trýst á dómaran ella skapa órógv í hópinum hjà mót­ støðuliðnum, við at úttala seg um ávís ting upp á ávísar mátar. Hetta hevur Sir Alex Ferguson ver ið tiltikin fyri at duga væl. Hvør minn ist ikki, tá Kevin Keegan mitt í 90’inum misti eina leiðslu upp á 12 stig og bleiv í øðini inn á Sir Alex bein­ leiðis í sjónvarpi. Hann hevur longu vent eyguni móti dystinum kom­ andi vikuskiftið, tí eftir dystin móti Arsenal segði hann, at Chelsea tykist fáa allar dómaraavgerðir til teirra fyrimun, meðan Manchester Uni ted eru fyri órøttum. Hann vísti eisini til nakrar avgerðir, ið hava verið til fyrimuns fyri Chelsea í dystum móti júst Manchetser Uni ted. Viðvíkjandi hondini hjá Neman ja Vidic, ið skuldi verið brots spark til Arsenal og helst reytt kort til Nemanja Vidic segði hann, at tann støðan var sera tor før at fáa eyga á og tí var tað ikki eins klárt brotsspark og tað hjá Micha el Owen móti endanum. Sir Alex er ikki býttur og veit væl, at Nema n ja Vidic var heppin. Tað hev ur tó eydnast honum longu nú, at lagt trýst á domaran til komandi viku skiftið. Um tað riggar ella ikki skal verða ósagt, men Sir Alex veit hvørja knappar hann skal trýsta á, tí hann hevur verið í oddinum í ensk um fótbólti í skjótt tjúgu ár. Premier League finalan Sostatt eru útlit fyri eini finalu, ið helst kemur at avgerða hvør vinnur Prem ier League í ár. Manchester Uni ted hevur munin, tí teir eru trý stig fremst og hava heimavøll. Bæði liðini hava +38 í málúrtøku. Um­ framt Chelsea, so hevur Man chest­ er United Blackburn á útivølli og Blackpool á heimavølli eftir. Chel­ sea skal á vitjan hjá Everton og fær vitjan av Newcastle. Í fjør hitt ust lið ini í eini líknandi støðu, tá vann Chel sea 2­1. Dysturin millum Man­ chest er United og Chelsea verður sunnu dagin klokkan 16:10. Arsenal tryggjar Chelsea Premier League finalu Aftur hetta vikuskiftið vóru nógvar umtalaðar dómaraavgerðir í Premier League og endin av øllum tí er, at komandi sunnudag verður eitt brak av einum dysti á Old Trafford millum Manchester United og Chelsea, ið helst avgerð hvør vinnur enska meistaraheitið í ár