Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Leo Poulsen Tað hevur verið ein drúgv tilgongd at lagt Føroya Skúla­ bókagrunn, Lands miðstøðina fyri undirvísingarmiðlar og KT­depilin saman í ein stovn. Tilgongdin byrjaði longu í 2006, og leisturin hevur ver ið álitið »Vitin«, sum varð handað Mentamálaráðnum í 2007. Á fíggjarlógini fyri 2010 varð játtanin til Føroya Skúla­ bókagrunn, Lands miðstøðina og KT­depilin løgd saman í eitt rakstrarstað, og 1. august 2010 varð Magnus Tausen settur stjóri. Í Námi starvast til sam­ ans 22 fólk, og sambært byggi ætlan verður alt virksemið savnað á Hoy víks vegi 72 í Havn. Form liga grundar lagið undir Námi er tað sama, sum var gald andi fyri teir einstøku stovn arnar, ið nú eru lagdir saman. Í gjár varð so avdúkað, hvussu heitið á nýggja stovn­ inum verður, og í samstarvi við Sansir varð komið fram til orðið Nám, ið jú hevur breiðan týdning. Í hesum førinum er talan fyrst og fremst um eitt vitanarnám. Hópurin av fólki hevði leitað sær niðan í Menta­ málaráðið, har saman legg­ ingin formliga var framd og nýggja heitið avdúkað. Av tí at mentamálaráðharrin, Helena Dam á Neystabø, var ávegis til Onglands at halda eina seinkaða flaggdagsrøðu, og tí var hon til staðar um­ vegis eina videoupptøku. Langt á mál Sjálvt um teir tríggir stovn­ arnir nú formliga eru lagdir saman, so er langt eftir á mál. Vit eru í tilgongdini enn. Stovnarnir eru ikki flutt­ ir saman fysiskt, og tað forðar okkum í tí optimala ar beiðinum, sum vit skulu koma til. Men hetta er eitt stig á leiðini, sigur Magnus Tausen. Hann heldur, at tað hevur verið ein forðan, at saman­ lagdi stovnurin ikki hevur kunna sagt nágreiniliga, hvør teir eru. Vit hava av navni verið tríggir ymiskir stovnar, so hetta stigið hevur flutt okk­ um saman í eitt úteftir, men eisini inneftir hevur tað flutt okkum nærri um enn ikki heilt saman, sigur Magnus Tausen. Stjórin á Nám væntar, at stovnurin nú fer at gerast meira sjónligur. Tað var eisini eitt av enda málunum við saman­ leggingini. Búmerkið og heit­ ið renna saman í eitt, og tað eru vit ógvuliga væl nøgd við. So eg vænti avgjørt, at vit nú fara at gerast sjónligari, sigur Magnus Tausen. Enn situr samanlagdi stovn urin í trimum ymiskum støðum. Vit hava eina byggiætlan í gongd, og en eru mong ítøkilig stig, sum skulu takast og nakrar arbeiðsgongdir, sum skulu fáast upp á pláss. Og tað fáast tær ikki, fyrr enn vit sita fysiskt saman, sigur Magnus Tausen. Tað er nógv arbeiði eftir enn, men fyrimunirnir fara veruliga at síggjast, tá stovn­ arnir eisini eru savnaðir undir einum taki. leo@sosialurin.fo Nám ótømandi vitanarkeldan NÁM Tað er við bæði treysti, áræði og ikki minst bjørtum vónum, at samanlagdi stovnurin, Nám, nú fer til verka Magnus Tausen er stjóri fyri nýggja samanlagda stovnin, sum í gjár fekk navnið Nám Mynd: Álvur Haraldsen Leo Poulsen Nú verður ein gomul ætlan í Bakka sett í verk. Tað er havnarnevndin sum umvegis býráðið hevur fingið samtykt, at føra ætl­ an ina um at breiðka keiøkið í Bakka út í lívið. Talan er um at beina kei­ kantin, samstundis sum hann verður lækkaður eins og gjørt er á Skálatrø. Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, men tá tala er um keikant er tað altíð drúgt, og tí verður rokn að við, at komið er út í oktober, áðrenn arbeiðið er liðugt, sigur Jákup Símun Simonsen. Fýra tilboð vóru at taka støðu til. West Trading, Andreas Berg, Búsetur og Articon bjóðaðu seg fram, og tikið varð av lægsta til boð­ num, sum Articon átti. Við eftirliti, byggileiðslu, óvæntaðar útreiðslur, streym og annað eru settar til samans 4,5 milliónir av til verk ætlanina, sigur Jákup Símun Simonsen, formaður í havnar nevdini. leo@sosialurin.fo Fríðka um og breiðka í Bakka FríðkaN Nú byrjar arbeiðið at breiðka og fríðka keiøkið í Bakka, sum verður gjørt í stíl við tað, sum er gjørt á Skálatrø Jákup Símun Simonsen, formaður í havnarnevndini hjá Tórshavnar kommunu Mynd: Álvur Haraldsen