Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 10 Sosialurin Meiri enn 2.200 danir tóku í gjár av einum tilboði um at arbeiða heima við hús heldur enn at fara til arbeiðis á tí vanliga arbeiðsplássinum. Hetta varð gjørt í sambandi við, at dagurin í gjár var tann fyrsti heimaarbeiðsdagurin, sum myndugleikar, fakfeløg og nakrar av teimum stóru fyritøkunum skipaðu fyri. Í hesum viðfangi er gjørd ein kanning, sum vísir, at 43 prosent av øllum dønum hava møguleika at gera teirra núverandi arbeiði heima við hús. Í einari tilsvarandi kanning í fjør var parturin 30 prosent. Í kanningini siga 77 prosent av teimum, sum kunnu arbeiða heima, at tey fáa minst líka nógv burturúr av at arbeiða heima sum á arbeiðsplássinum. Samstundis siga 86 prosent, at tey fáa minni strongd av at arbeiða heima enn á arbeiðsplássinum. Herfyri boðaðu norsku mynd ug leik ar nir frá, at í summar fer eitt skip at gera kanningar við Jan May en fyri at vita, um olja og gass munnu vera und­ ir havbotninum har. Het ta verður gjørt sam svar andi einari tvey ára gamlari av­ gerð um at gagn nýta møgu­ ligt olju­ og gass ríki dømi við Jan Mayen. Noreg og Ísland hava eina sínamillum avtalu um, at londini hava 25 pro sent nýtslurætt inni á tveim­ um ávísum økjum hjá hvør øðrum við markið mill­ um Ísland og Jan May­ e n. Kanningarnar, sum norðmenn gera í summ ar, verða júst í hesum báð um økjunum, og tí eru ís lend i­ ngar líka spentir um úrs lit ið sum norðmenn. Í fyr ra lagi kann tað henda, at norð­ menn finna olju ella gass í ís lendskum øki ella í øðr um lagi í tí norska øki num, sum íslendingar hava nýtslurætt til. Tað er eisini ein onnur or søk til, at íslendingar bíða við spenningi eftir teimum norsku kanningunum. Í heyst fer Orkustovnurin í Reykjavík at bjóða olju feløg­ um leitirættindi á hav leið­ unum millum Ísland og Jan Mayen, og her kann eitt gott úrs lit hjá norska leit ing ar­ skipi n um fáa stóran týdning. Norska skipið fer undir kann ingarnar í juni, og tær fara ætlandi at vara tríggjar mán að ir. Lagt til rættis: Árni Joensen Brown ávarar skotar Gordon Brown, sum forsætisráðharri í Bretlandi og formaður í arbeiðaraflokkinum, ávarar nú skotar ímóti at velja skotska tjóðskaparflokkin. Brown sigur, at skal tjóðskaparflokkurin framhaldandi stýra Skotlandi eftir næsta val, enda skotar í somu trupulleikum sum írar og íslendingar. Harafturat sigur Brown, sum sjálvur er skoti, at verða tjóðskaparmenninir afturvaldir, fer arbeiðsloysið at veksa í Skotlandi. At arbeiðsloysið ikki er størri, enn tað er, kemst sambært Brown av, at teir bretsku bankapakkarnir loftaðu skotsku bankunum. Í skotska tjóðskaparflokkinum vísa tey orðunum hjá Brown aftur. Tey vísa á, at tað var Gordon Brown, sum stýrdi Bretlandi inn í búskaparkreppuna, sum landið stríðist við. Taka fimta hvørt fostur Hagtøl hjá íslendska landslæknanum vísa, at í Íslandi verður næstan fimta hvørt fostur tikið úr móðurlívi. Hagtølini eru frá 2009. Kortini eru lutfalsliga fáar fosturtøkur í Íslandi samanborið við onnur Norðurlond. Eitt nú vóru 335 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 fødd børn í Svøríki. Í Íslandi var talið 193. Í frágreiðingini Induced aborttions in the Nordic countries sæst, at 81.000 fosturtøkur vóru í Norðurlondum í 2009. Íslendski landslæknin sigur sambært Morgun­ blaðnum, at um hugt verður at lutfallinum millum fosturtøkur og fødd børn, so eru fosturtøkurnar fækkaðar tey seinastu árini. Sum nevnt vóru 193 fosturtøkur fyri hvørji 1.000 fødd børn í 2009. Tíggju ár frammanundan, í 1999, var talið 228, sigur íslendski landslæknin. Fleiri doyggja á røktarheimi Hagtøl í Noregi vísa, at støðugt færri fólk doyggja á sjúkrahúsi, men at støðugt fleiri doyggja á ellis­ og røktarheimum. Í 1987 vóru 46 prosent av andlátunum á sjúkrahúsi og 29 prosent á ellis­ og røktarheimi, men í 2009 vóru tey tølini broytt til ávikavist 36 prosent og 44 prosent, sigur kringvarpið NRK. Hagtølini vísa eisini, at munandi færri fólk doyggja heima við hús nú enn fyrr, so nú doyggja bara 14 prosent við hús. Í 2009 livdu norskar kvinnur 83,1 ár í meðal og norskir menn 78,6 ár. Gordon Brown mælir skotum frá at velja skotska tjóðskaparflokkin Íslendingar bíða spent ir eftir norskari olju leiting Tað eru ikki bara norðmenn, sum bíða spentir eftir oljukanningum við Jan Mayen í summar. Tað gera íslendingar eisini Norsku kanningarnar við Jan Mayen kunnu koma íslendingum væl við Fáa meiri burturúr við at arbeiða heima við hús Fólk fáa meiri burturúr, um tey gera arbeiðið heima við hús, og strongdin er ein minni trupulleiki heima enn á arbeiðsplássinum Ráðharrin í vísindi, Charlotte Sahl-Madsen, var ikki á ráðstovuni í Keypmannahavn í gjár, men valdi at arbeiða heima við hús, tí har fekk hon meiri burturúr, segði hon