mikudagur 4. mai 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Sp/f
DEH,
sum
Mortan
Højgaard á Toftum eigur og
rekur, hevur tveir lastbilar,
tríggjar gravmaskinur og
nøkur smærri amboð.
– Eg havi havt onkran
bil aftrat, tá mest var at
gera, men eg valdi at tillaga
kapasitetin til broyttu um
støðurnar. Í løtuni eru vit 34
mans sum taka sær av tí, ið
er at gera.
Mortan sigur, at tað var
pápi hans ara, Dánjal Eli
Højgaard, sum keypti fyrsta
bilin í 1948 – ella sama ár, sum
Føroyar fingu heima stýris
lógina, leggur hann brosandi
aftrat.
– Tá eg var liðugur at læra
í áttatiárunum, byrjaði eg at
koyra, og eftir tað tók eg líka
sum yvir.
Fyritøkan størri
Mortan Højgaard sigur, at
hóast hann hevur færri bilar
í dag, enn hann hevði, tá teir
vóru flestir í tali, er fyritøkan
tó størri í dag, enn hon var í
tíðini hjá pápa hansara.
– Tað vóru øðrvísi tíðir
tá, og tá var tað mest ymisk
vegarbeiðir, ið góvu arbeiði
til bilarnar. Soleiðis var, tá
eitt nú vegurin til Rituvíkar
varð bygdur, og soleiðis var
eisini, tá grótkastið á Toftum
varð bygt.
Mortan dylur ikki, at
fyri slíkt virksemi hevði tað
stóran týdning, hvussu langt
var til løgtingsval.
– Tá var tað soleiðis, at
ávísar játtanir vóru til ávís
vegarbeiði, og tí vísti tað seg,
at árið fyri val – og árið eftir
val – sum oftast vóru tey
frægastu fyri arbeiðstakarar,
ið høvdu bilar og maskinur.
Hann heldur, at tað tók
eini 23 ár at byggja grót
kastið, ið liggur sum verja
fyri lágættini.
Koyrir fisk
Sp/f DEH koyrir fisk fyri
ymisk ar fiskakeyparar, og
felagið koyrir eisini agn fyri
báðar agn veit ar ar nar.
– Vit hava koyrt fisk síðan
1989, leggur Mortan aftrat.
Hann heldur, at kanska er
koyr ingin við fisk økt, síðan
Fiska mark n aður Føroya kom
á Toftir, men hendan tíðin
hevur eisini verið eitt sindur
turbulent.
– Nógvir aktørar hava
keypt fisk, og so eru teir
fækkaðir í tali aftur, men vit
hava faktiskt verið við alla
tíðina, leggur Mortan aftrat.
Tveir virkisbygningar
Fyri eini tíð síðan keypti
Mortan Højgaard ein virkis
bygning á ídnaðarøkinum
Inni við Rætt á Toftum – og
eina høll aftrat, sum stóð
reist beint innanfyri hina
fyrru.
– Bygningurin, sum er
útleigaður, er 800 fermetrar
stórur, og her havi eg tveir
leigarar. Hin bygningin –
ella fundamentið og stál
sperrurnar, sum eru reistar –
hugsi eg um at selja. Eg kundi
eisini gjørt tann bygningin
lidnan, men tað kann vera
eitt sindur trupult at gera
ein slíkan bygning lidnan til
ein annan eigara, tí tú kennir
ikki tørvin hjá viðkomandi.
Mortan Højgaard vísir á,
at keyp arar kanska kundu
ynskt sær størri ella smærri
hurðar og størri ella smærri
vindeygu.
– Eg vænti, at bygningurin
verð ur seldur, soleiðis sum
hann stend ur, men nær tað
verður, dugi eg ikki at siga í
løtuni, leggur hann aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
DEH koyrir grót og fisk
Nógvir aktørar hava keypt fisk, og
so eru teir fækkaðir í tali aftur, men
vit hava faktiskt verið við alla tíðina
MORTAN HØJGAARD
Mortan Højgaard, sum eigur og rekur DEH á Toftum, eigur ein virkisbygning á ídanðarøkinum Inni
við Rætt á Toftum. Bygningurin er 800 fermetrar stórur, og her hevur hann tveir leigarar. Hin
bygningin – ella fundamentið og stálsperrurnar, sum eru reistar – hugsar hann um at selja
– Tá eg var liðugur at læra í áttatiárunum,
byrjaði eg at koyra, og eftir tað tók eg
líka sum yvir. Hóast eg havi færri bilar
í dag, enn tá teir vóru flestir í tali, er
fyritøkan í dag tó størri
enn í tíðini hjá pápa
mínum, sigur Mortan
Højgaard
Mynd: Vilmund Jacobsen