Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 12 Sosialurin Kjak Ítróttur er annað enn fótbóltur Tá ið fótbóltur aftur stendur fyri tørni, skal tað sjálvandi verða ein fótbóltsHØLL í Hoy víkshaganum. Býráðslimir í Havnar komm unu eru farnir at kjak­ ast í fjølmiðlunum um, hvar ein møguligur fótbóltsvøllir í Hoyvík skal vera. Eg fari at koma við nøkrum við merk­ ingum til kjakið, og annars at endurtaka nakað av tí, sum eg førdi fram í býráðnum fyri góðum ári síðani um hesi viðurskifti. Í býráðnum, tá ið stað­ set ing av fótbóltsvølli enn einaferð var til umrøðu, gjørdi eg býráðslimum púra greitt, at tað er heilt burt­ urvið og kemur ikki upp á tal at gera ein fótbóltsvøll í Hoyvíkshagnum. Grund gev­ ingarnar hjá mær vóru og eru fleiri. Eitt er veðurlíkindi, annað raðfesting av skatta­ krónunum og javnbjóðis ítrótt artilboð til allar borg­ ar ar í kommununi. Tað er púra burtur við at gera ein uttandura leikvøll á eitt so ábært og harðbalið stað, sum í Hoyvíkshaganum. Staðið liggur ov høgt, og vind­ urin er støðugur. Eina ferð ina í framtíðini, tá ið fót bóltur aftur stendur fyri tørni, tá er einasta og skila besta avgerðin at byggja eina fót­ bóltshøll í Hoyvíks hag anum. Eg førdi fram í býráðnum, at nú eiga aðrar ítróttargreinar at lívgast, og at rættast er at byggja eina skoytihøll í Hoy víkshaganum. Síðani hev ur kommunan havt eina roynd ar skipan við eini skoyti breyt á Skála trøð, sum hevur verið sera væl vitj að. Næsta stigið eigur at vera at fara undir at byggja eina burðar dygga skoyti høll í Hoyvíks haganum, sum brúk­ ar streym frá varandi orku­ keld um. Men fyrstu raðfesting eigur golfvøllurin á Glyvurs­ nesi. Golf er í dag ein al samt vaksandi fólkakær ítrótt ar­ grein, og ikki sum vit fyrr kendu til, at tað bert var ein ítróttar grein fyri nøkur fá múgvandi fólk. Í dag spæla alskyns fólk golf, og hevur ítróttargreinin stóran áhuga ímillum fólk, sum eru komin nakað til árs, ella sum ikki orka at íðka annan ítrótt long ur. Men golf er sanniliga eisini ein ítróttargrein við úrvals ítróttarfólki á høg um støði og á jøvnum føti við aðrar ítróttargreinar. Golf er ein ítróttargrein, har tú fær vælveru og náttúru upp liv­ ingar í einum. Føroyar ynskja aftur at gerast vertsland fyri Oyggjaleikirnar, og er hetta heldur ikki annað enn rímiligt. Men ein av treyt un um er, at vit hava ein golf vøll sum lýkur al­ tjóða krøv. Ferða fólkið sum kemur av ferða manna­ skip unum um sumrarnar spyrja eftir golfvølli. Ein golf vøllur á Glyvursnesi fer ikki at eiga sín líka, útsýnið er framúr, har eru seyðir, harir, heiðafuglur, sjógvur, sjófuglur og kópar – ja, hettar kann av sonnum gerast ein ótrúlig náttúruuppliving sam an við golfspælinum. Svimjihøllin í Gundadali hevur verið ein sonn perla og ein sólskynssøga, síðani hon lat upp, men har er vorðið ov trongt í dag. Tí tørva borg arum eitt nýtt stað til svimj arar og barna familjur. Ein nýggja svimji høll eigur at verða bygd nær hendis brenni støðini og verkinum á Sundi, soleiðis at hon kann verða rikin við varandi orku. Hetta er ein sera stór íløga, og ikki minni í rakstri, men hon eigur eisini at verða raðfest frammarlaga. At góðar og nøktandi svimjiumstøður eru uppá pláss, er ein dýrgripur og eitt ómetaligt stórt íkast til fólkaheilsuna og trivnaðin annars. At tað eisini verður tik ið hædd fyri tørvinum hjá úr­ valsítróttini í sama um fari, er ein sjálvfylgja nú á døgum. Sjósvimjarar eru ein al­ samt vaksandi fjøld, og hetta eins og annar ítróttur er gott fyri likam og sál. Svomið verð ur í Hoyvík, í Sandagerði, niðri á Bakka á Velbastað, í Gomlu rætt, í Kaldbak, har eisini ein heitur pottur, er og aðra staðni við. Flestu sjó­ svimj arnir munnu tó vera savnaðir um Hoyvíkina sum miðdepil fyri síni ítrótt. Sjó­ svimj ararnir ynskja sær eina sauna, og gott hevði verið, um onkur kom við uppskoti um, hvussu slíkt kundi veðri gjørt. Umráðandi er sjálv sagt at tað verður rikið við var­ andi orkukeldu. Men trøini vaksa ikki inn í himmalin. Av íløgum, sum verða settar av til ítróttin tey næstu árini, eigur dastið at koma øðrum ítróttargreinum til góða, heldur enn fótbólti. Tað man neyvan vera nøkur onnur kommuna í øllum heiminum, sum hevur so nógvar fótbóltsvøllir pr. íbúgva, sum Tórshavnar kommuna. Gaman í, at fótbóltsfeløgini og onnur fótbóltsáhugaði ynskja sær enn betur karmar. Men tað eru altso eisini nógvar aðrar ítróttargreinar, sum somuleiðis hava tørv á betri kørmum. Og tað er skylda kommunurnar at býta tær skattakrónurnar, ið ætlaðar eru ítróttinum, javnt ímillum áhugabólkarnar. At fótbóltur hevur fingið so góða vælvild gjøgnum árini í Tórshavnar kommunu, er ivaleyst tí, at kommunan í ovurhonds mát hevur verið stýrd bert av tí eina kyninum. At Fimi, fimleikarhøllin í Gundadali, gjørdist veruleiki, var tí at javnstøða var galdandi í býráðnum, sum tók við í 2005 – tá varð lógvatak tikið, og avgjørt varð at nú skuldi fimleikurin raðfestast fremst; ein ítróttargrein sum hevur størstu umboðan millum børn, og serliga gentur. Avgerðin um Fimi er eitt livandi dømi um, hvussu týdningarmikið tað er, at tað er javnstøða har avgerðirnar verða tiknar og fjølbroytni umboðað, tí tástani fáa vit bestu úrslitini bygd á fólkaræðið. Júst í hesum døgum, hós­ kvøldið 5. mai í Norður landa­ húsinum, skipar Ítrótt ar sam­ band Føroya fyri ráðstevnu um kvinnur í ítrótti. Hóast hagtølini siga, at kynsbýtið av limum í føroyskum ítrótti er javnt, eru kvinnurnar undir­ umboðaðar í formansessum og nevndarsessum, ella við øðrum orðum, har av gerð­ ir nar verða tiknar. Hetta er tíverri ikki øðrvísi enn í før­ oyska samfelagnum sum heild. Marin Katrina Frýdal býráðslimir í Tórshavnar býráð fyri Tjóðveldi Golfvøll, nýggjan svimjihyl, skoytihøll, sauna til sjósvimjarar, áðrenn fleiri fótbóltsvøllir. Tak tað róliga, Wivel! Ein rættleiðing til Mikael Wivel viðvíkjandi Helga Fossádal og orðingini “sjey rak ár” í sjónvarpssendingini Refleksjón. Las um vikuskiftið heið­ urs røðuna hjá danska list­ frøðinginum Mikael Wivel til fráfarandi stjóran á Listasavni Føroya, Helga Fossádal. Røðan varð hild­ in á almennari mót tøku á Listasavni Føroya fríggja­ dagin, og ein reyður tráður í røðuni er orðingin “sjey rak ár”, sum undirritaði brúkti í sjónvarpssendingini Reflek­ sjón tann 10. apríl í einum innslagi um nýggja stjóran, Nils Ohrt. Mikael Wivel vil vera við, at mín orðing um “sjey rak ár” sipaði til arbeiðið hjá Helga Fossádal á Listasavni Føroya. Tað gjørdi hon ikki. Og tá Wivel víðari tosar um “TV­journalistens ufor­ skammede oplæg“ og “det villige talerør for en lille, forbitret fraktion”, má eg koma við eini rættleiðing. Orðingin sipaði einans til tann objektiva veruleikan, at føroysk myndlistafólk ikki hava staðið saman um Listasavn Føroya seinastu sjey árini, og setningurin ljóðaði soleiðis: “Eftir sjey rak ár koma sjey góð ár. Tað stendur í øllum førum í halgubók. Men spurn ingurin er, um hesin mað urin (Nils Ohrt, blðm.) kann savna føroysk listafólk um Listasavn Føroya, sum fleiri av okkara fremstu lista fólkum hava boykottað sein astu sjey árini við teirri grund geving, at núverandi leiðslan vantar listfakligar førleikar”. Eg viðurkenni, at hesin setningurin kann misskilj­ ast og kundi verið øðrvísi orðaður. Men eg vil við hes­ um sláa fast, at orðingin á ongan hátt sipaði til avrikið hjá Helga Fossádal, men einans til stríðið ímillum føroysk myndlistafólk. Eg havi ongan normativan hug burð til hetta málið, og tá eg havi viðgjørt tað, eru allir partar slopnir til orð anna (hóast fleiri hava borið seg undan). Sí t.d. kjak ímillum Ole Wich og Kinnu Poulsen í Re fleksjón í apríl í fjør, kjak ímillum Martin Næs og Kinnu Poulsen í nýggjárs­ send ingini Aftur skin og innslag í Refleksjón í februar í fjør um listaverkið Bládýpi hjá Tróndi Patursson við Martini Næs sum gesti í sjónvarpsstovuni. Heini í Skorini Tað er púra burT­ ur við aT gera ein uTTan dura leikvøll á eiTT so ábærT og harð balið sTað, sum í hoy víks haganum. Tað næsTa, sum skal gerasT fyri fóTbólTin, er ein fóTbólTshøll Heini í Skorini, vertur í Refleksjón, heldur at Mikael Wivel skal taka tað róligt...