Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Mótmæla sparingar í Menta málaráðnum Føroya Pedagogfelag átal ­ ar harðliga, at lands stýris­ kvinnan við Menta mál um hevur valt at fremja spar­ ingar við at seta einasta náms frøðiliga full trúan í MMR niður í hálva tíð. Dag­ stovnaøkið er eitt tað týdn­ ingarmiklasta ábyrgd arøkið lands stýris kvinnunnar. Hóast hetta, so hevur økið ikki møtt stórt virðisligari viðferð og stórari ignoransu hesa seinastu tíð ina. Tað ber ikki til at niður­ pína fyrisitingina so harð­ liga, uttan at tað fær av leið­ ingar fyri málsøkið. MMR hevur minkað um fyri­ sitingarliga kapasitetin á fólka skúladeildini, har dag­ stovna økið hoyrir til, úr 4 fulltrúastørvum niður í 1½, harav bert eitt ½ starv er fyri dagstovnaøkið frá 1. juni 2011. Tá málsøkið fyri dagstovn­ arnar var flutt til MMR, vóru pengar fluttir frá Almanna­ og Heilsumálaráðnum til Mentamálaráðið. Hvat eru hesir pengar brúktir til, og hvat skulu teir nú brúkast til, tá ½ starv nú skal sparast burtur? Limirnir í Føroya Peda gog­ felag hava ikki hoyrt ella sæð nógv til landsstýriskvinnuna, tá tað snýr seg um viðurskifti á dagstovnaøkinum. Har­ afturímóti hava vit ferð eftir ferð hoyrt um ætlanir hjá landsstýriskvinnuni at lækka skúlaaldurin, hóast Pedagogfelagið er harðliga ímóti hesum. Okkara mót­ støða er bygd á gransking og fakligar royndir eins og á hugsanina hjá foreldrum kring landið. Sum yrkisbólkur verða vit løgd undir at liggja í skot grøvum og føra fak­ felags stríð við Lærara felagið heldur enn at samstarva um børnini. Eg veit bara, at um ikki landsstýriskvinnan gongur á odda fyri at skapa karmar og umstøður fyri hes­ um samstarvi, so er ikki lætt at vita, hvussu tað skal koma í lag. Tað er lands stýris kvinn­ an, sum má ganga á odda fyri at skapa virðing fyri málsøkinum, og tað verður ikki gjørt við at niðurpína fakliga serkunnleikan. Í MMR er ikki ein ein­ asta skipan tøk til at røkja áhuga málini hjá náms frøð­ ingum; og mismunur verð­ ur gjørd ur á lærarum og náms frøðingum á nærum øllum økjum. Og hóast tað sambært dagstovnalógini er landsstýrismaðurin, sum veitir kommununum ráð­ geving og vegleiðing í náms­ frøði ligum spurningum, sæst hetta ikki aftur við ætl aðu sparingini av fulltrúa starv­ inum. Arbeiðið við at endur­ skoða dagstovnalógina er far­ ið í gongd, og nú mitt í hesum týdningarmikla arbeiði verða sparingar framdar, sum bein leiðis koma at ávirka hetta arbeiðið. Námsfrøðilig stevnumið, sum taka støði í barnarættinda sáttmál an ­ um hjá ST, eru ávegis, og er hetta eitt stórt arbeiði, sum krevur hollan náms frøði­ ligan kunnleika til tess at tryggja eina skilagóða imple­ men tering. Hvussu skulu vit vænta, at hetta verður rað­ fest nú? Sum forkvinna í Føroya Pedagogfelag fari eg at heita á landsstýriskvinnuna í MMR um at taka støðuna í størsta álvara og at tryggja øllum starvsfólkum og familjum við børnum, sum dagliga hava tilknýti til dagstovnaøkið, góð viðurskifti. Hetta týdn­ ingarmikla málsøkið, sum fevnir um alt landið, hevur uppiborið bestu sømdir til tess at tryggja øllum børn­ unum í Føroyum eitt dygd­ argott námsfrøðiligt um­ hvørvi at mennast í. Maud Wang Hansen Forkvinna Føroya Pedagogfelag Stjórnarskipanin snýr seg ikki um persónar Í Degi og Viku týskvøldið varð upplýst, at uppskotið til stjórnarskipan Føroya er komið aftur í tingið. Málið varð lagt fram til tingsins viðgerð í fjør. Síðani varð tað aftur beint í nevnd, og nú kemur tað so til endaliga viðgerð og atkvøðugreiðslu í tinginum, áðrenn tað skal til fólkaatkvøðu. Sum so mangan varð í Kringvarpinum ikki tosað so nógv um, hvat stendur í upp skotinum. Í staðin bleiv í yvirskriftini tosað um "ósemju" og um at "breiða semju gjørdist tað ikki til". Sannleikin er, at 8 av 11 nevndarlimum standa aftan fyri tær høvuðs broytingar, sum eru gjørdar. Tað er ikki full semja ­ men 8 av 11 er sanniliga ein breið semja. Skeivleikar Í innslagnum varð tosað við trý fólk. Ein segði soleiðis: "Tann fulla semjan sum var millum allar flokkar um hetta málið í fjør, hon bleiv skeiklað av tí at danska stjórnin legði uppí, og nú hevur mann so roynt at tillagað uppskotið til krøvini úr Danmark, og har er mann eftir okkara tykki farin ov langt". Hetta er ikki beint. Tað var ikki full semja um málið, tá tað varð lagt fram til viðgerðar í fjør. Ein flokkur boðaði greitt frá at hann var ímóti, og fleiri nevndarlimir gjørdu greitt, at teir ynsktu ávísar broytingar gjørdar í teirri víðari viðgerðini. Síðani bleiv sagt, at tær broytingar, sum eru gjørdar, eru sambært krøvum úr Danmark ­ og at: "vit høvdu eina semju, og hon bleiv syndr að av uttanhýsis uppí­ blanding." Í fjør fleyg Lars Løkke Ras mussen til Føroya við ein um notati sum segði, at uppskotið til føroyska stjórn ar skiparn var ólógligt. Til ber at lesa tað notatið og samanbera tað við uppskotið til stjórnarskipan. Tá sæst skjótt, at eisini pástandurin um, at uppskotið byggir á donsk krøv, er skeivur. Átta av ellivu fólkum eru samd. Tey átta hava sjálvsagt boygt seg nakað hvør fyri øðrum. Men at øll átta hava boygt seg fyri Lars Løkke Rasmussen ­ tað passar ikki. Nyttar ikki at bíða meira Í innslagnum varð eisini ført fram, at nevndin átti at nýtt meira tíð til at finna eina breiðari ­ ella fulla ­ semju. Sannleikin er, at tað hevur verið roynt og roynt og roynt at fáa ta fullu semjuna. Nevnd in er farin meira enn átta vikur útum ætlaða tíðar­ karmin. Men tað hevur ikki bor­ ið til at fáa fulla semju. Tey trý, sum ikki eru við í meiri­ lutanum, hava øll hvør sínar grundgevingar. Og onkur av teimum hevur ikki møtt á fundi í fleiri mánaðir. Tá er líkasum ikki so lætt at gera semjur... Eisini varð sagt, at tað at "skunda eitt sovorðið týdn­ ingarmikið uppskot ígjøg­ num í óðum verkum er ábyrgd ar leyst". Tað er rætt, at fleiri upp­ skot verða skundað ígjøgnum tingið. Tað er stundum ábyrgd ar leyst. Men at siga at hetta upp­ skotið verður skundað ígjøg­ num ­ tað ber ikki til. Eg trúgvi ikki at nakað mál er viðgjørt so væl og so leingi í politisku skipanini sum hetta. Innihaldið á dagsskrá Úrslitið fyllir ikki nógv ­ men tað er sera týdningarmikið. Nú hava vit fingið tað úr enn eini løgtingsnevnd ­ nú ræður um eisini at fáa tað úr Løgtinginum, og út til fólk at taka støðu til. Tí hetta snýr seg um annað enn hvør politikari er ósamdur við hvønn. Hetta snýr seg um, at vit definera okkum sjálv, áseta okkara egna grundarlag og okkara egnu rættindi, og fyri fyrstu ferð nakrantíð formliga semj­ ast um tað, sum vit hóast alt eru samd um. Tað er hetta ­ innihaldið ­ sum er tað áhugaverda. Og ikki hvør politikari er í parti við hvørjum. Dettur uppskotið burtur nú, dettur tað burtur med alla. Og TAÐ hevði sanniliga verið ábyrgdarleyst. Tí so fer søgan um stjórnarskipanina at vera søgan um eitt parlament, sum fyrst og fremst vil dyrka sínar ósemjur. Latið okkum nú fáa inni­ haldið á dagsskrá. So skal pressan nokk eisini fara at vísa tí áhuga. So skulu fólk nokk fara at kjakast um tað. Og so fáa vit til endans eina fólkaræðisliga avgerð, har støða verður tikin til inni­ haldið ­ og ikki til flokkar og persónar. Sjúrður Skaale Viðmerking til innslag í Degi & Viku týskvøldið