Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 14 Sosialurin Kjak Ljómandi glæmur í fjølmiðlaskugging fyri Føroyar Landsorkestrið í Vesturkirkjuni Mariumessukvøld, 25. mars, tókt ist okkurt serligt at fara fram í Vesturkirkjuni, eg kom har framvið. Fór tí at forvitnast, hvat ið mundi vera, og tá eg kagaði innar í kirkju rúmið, møtti mær ein stór fingin sjón: alt ars gáttin var øll avtakin við tón leik ar­ um, eitt so fjølmikið or k est­ ur, sum neyvan hevur ver ið at síggja har áður. Skilti tá, at hetta var nýggja Lands­ orkestrið, 65­manna har­ mon i or kest ur við úrvaldum spæl arum víða úr landinum. Hevði lisið og hoyrt um hetta tiltak, og í mínum huga heimi sæð fyri mær í hes um úrvalsliði so mong kend andlit eitt nú frá árligu Musikk stevnunum; men tey, sum har sótu, vóru at kalla øll musikkskúlaungdómar, og tey tilkomnu vóru ­ við fáum undantøkum – lærarar teirra í Musikkskúlaskipanini. Ein glæsilig og vónrík fragd fyri eygað! Og so dagin eftir at sita uppi á kirkjusvalanum og eyg leiða og lata tón leika­ brús ið spæla seg inn í sál og sansir, tað gjørdist ein av minn iligastu løtum mínum hað an av kirkjuloftinum. Berharður Wilkinson. Savnandi miðdepilin, hann, sum hevði allar træðrir út til teir ymsu ljóðførisbólkarnar í sínum kønu hondum, var Bernharður Wilkinson. Enn einaferð kundi tú sanna, at tað, at hesin hálvi sumbingur nú er at meta sum heilur føringur, ið við sínum breiða kunnleika og professionella førleika leggur sál og orku í at menna føriskt tónleikalív og lyfta tað upp móti altjóða støði, tað er størsta hepni, sum okkara tónleikaheimi hevur verið fyri. Hvørt mansbarn í land i­ num man kenna og fegnast um Bern harð Wilkinson frá ár ligu nýggjárskonsertunum, sum støðugt eru vaksandi í dygd og innihaldi. Men Benny, sum vit nevna hann, er eisini virdur uttanlands. Soleiðis hevur hann stjórn­ að sym fon i orkestrum í býum sum Paris, Sofia og Santa Pæt ursborg, og sum or kest­ urleiðari havt undir sínum hondum kendar solistar sum Christ ian Lindberg, Manuela Barr ueco og teir gitnu Swingle Singers. Sum solo floyt u spælari hevur hann við Reykj avíkar Blásikvintett ferð ast um allan heim og eisini spælt inn fleiri CD­ disk ar. Í hesum døgum vísa ís lendingar Bernharði tann sóma, at teir hava kosið hann sum tann fyrsta or kest ur­ leiðaran at hava servenj­ ing ar við íslendska symfon­ iorkestrinum í nýggja, stásisliga Konserthúsinum í Reykjavík, sum nú verður tikið í nýtslu. Onki endurljóð í bløðunum Havi fyrr í umtalu fýlst á, at okkara fjølmiðlar vísa ser iøsum tónleikatiltøkum so lítlan ans. Men við hetta høvið, tá ið sekstifimm spæl­ arar valdir út millum tvífalt fleiri áhugaðar úr Vági, av Tvør oyri, úr Tórshavn, Vág­ um og Vestmanna, av Oyri, Norð skála, Strondum og av Toftum, úr Runavík, Fuglafirði og úr Klaksvík vóru savnaðir til sína fyrstu al mennu framførslu var kort­ ini at vænta, at bløðini fóru at kvaklast við. Men gakk! – har sást onki lívgandi endurljóð á prenti eftir konsertina. Konsert í Reykjavík Eftir hesa fyrstu roynd á palli gjørdi føriska Landsorkestrið konsertferð til Íslands og hevði m.a. framførslu í Reykja vík. Fekk aftaná at vita, at Kjartan Oskarsson, sum í sínari tíð var við til at leggja lunnar undir førisku musikk skúl a skip an ina, sum sjál v u r tel ist mill um fremstu klar i nett spæl a r ar í Ís landi, og sum tey mongu seinnu árini hevur verið stjóri á Tón list­ ar há skúl a num í Reykjavík, var at síggja millum áhoyr­ ar nar í býráðshøllini við Tjörn ina. Sendi honum tá teld u bræv og spurdi, hvat ís­ lendsk tónlistarfólk mundu halda um nýggja føriska tón leikatiltakið. Svarið kom stutt eftir, og orðaljóðið var hetta: “Góði Ólavur. Rætt er tað, eg var á kon sert­ ini hjá blásiorkestri Benna. Eg var sera hugtikin av hesum orkestri og hesum tiltaki. Orkestrið spældi av ­ bera væl og við miklari spæl ­ igleði . Mær tókti tað undrun­ arvert at hoyra, hvussu væl tað hevur ging ið at byggja hetta ljómlið upp hóast stutta venjingartíð. Eg eri vísur í, at við miðvísum framhaldi kann tað í Føroyum skapast eitt blásiorkestur, sum væl og virðiliga tolir samanburð við onnur slík orkestur úti í Europa. Í orkestrinum eru fleiri sera dugnaligir einstaklingar, sum eg tíverri ikki veit, hvussu teir eita. Vil fegin nevna gentu, sum spældi á floytu og piccolofloytu (hon eitur Marta Torkilsdóttir), gentu, sum spældu sera vak­ urt nakrar klarinettsoloir (Billa Sandoy er navnið), men fyrst og fremst ungan drong (Rúni Hentze), sum spældi 1. trompet og fleiri solopartar avbera væl. Sjálvandi er ikki neyðugt at taka fram, at Benny stjórnandi stóð seg við miklari sannføring. Vil fegin ynskja føringum tillukku við hesum ljómliði, og tað frøddi meg serstakliga í orkestrinum at síggja nakr­ ar av mínum gomlu næm­ ingum. Við kvøðu til tykkum øll Kjartan ” Dugnaligir og ídnir musikklærarar. At nýggja Landsorkestrið eft ir bert lítlum ári kundi náa slíkt støði og tykist hava vón ríka framtíð fyri sær, er ikki minst okk ara mongu dugnaligu musikk­ skúl a lær a r a fólkum fyri at takka. Ikki bert gera tey sítt ger andisliga dagsverk til lít­ ar, men mong av teimum á taka sær sjálvboðin og utt­ an samsýning at skipa fyri eyka tiltøkum føriskum tón­ leikalívi til frama, ið hava upp i borið meira almennan ans, enn tey fáa. Soleiðis skipaðu musikk­ skúlafólkini í víðkaðum vik­ u skifti í september í fjør fyri tiltaki, sum tey kallaðu Fram­ Rás 2010, har nakað av tí framkomnasta í føroyskum tónleikalívi var at hoyra. Bløð ini og kringvarpið, sum ann ars eru beinasom og fús, tá ið nakað við festivaldámi er á vási, lótu í hesum ser­ iøsa føri lítið og onki við seg koma. Setti mær tí fyri at seta saman okkurt við ser li g­ u m atliti til tey ungu og teirra tátt í konsertrøðini. Fyri nú ikki aftur at vaða runt í tí sama, sum tá eins og nú var aðalendamálið við skriv ing­ ini, loyvi eg mær her bein­ leið is at endurprenta stubba burtur úr tí tá skrivaða: “Kringvarpið - bløðini Útvarpið fyllir tað mesta av sín ari senditíð við tónleiki; men hjá teim mongu, sum hava tónleik sum týð andi lívsinnihald, er lítið kveikj­ andi at hoyra. Heldur hin veg­ in er hetta eintáttaða tón leik­ a sjarr ið nátt sum dag týnandi fyri al mennu tilvitanina um tón leik a dygd. Ynskiligt er at fáa í lag eina objektiva, breiða viðgerð um, hvussu hendan listargrein, sum meira enn nøkur hev­ ur bein leið is ávirkan á sál­ ar lív og tilveru, fær betri sømd ir í okkara kringvarpi. Her verður ikki hugsað um popp ella klassiskt, men um meira fjølbroytni og víðari sjónarring. Í bløðunum verður ikki so lítið skrivað um tónleik. At samtíðin, tað sum í løtuni er mest frammi á pallum, og sum lættliga livir millum fólk, fær rúmar ræsur, er væl skiljandi – tað er jú eisini slíkt, sum selir bløðini best. Men ikki er tað ein nøktandi mentanarligur hugburður, um ikki slíkt, sum krevur meira, ­ og sum frá líður eisini gevur meira ­ verður drigið betur fram í almenna ljósið. Summarfestivalir og poppkonsertir víða hvar eru sanniliga í høvuðsheiti av tí góða, og gleðiligt er tað, at tónleikur nú meira enn nakrantíð er nakað, sum ung dómurin tekur til sín. Av hesum sprettur eis ini ný­ skap an, har íbornu talentini koma fram sum ongantíð fyrr. Men verða tey evnaríku ikki stuðl að og hildin til at gera meira burtur úr sínum vøggu gávum – tað veri seg til tað skap andi eins væl og til tað íðk andi – so laðar hesin fjøl miðla ligi hávi ov lítið upp undir til eitt framkomið tónleikalív.” Áhoyrararrómur, men ong in fjølmiðla- und ir tøka Lítlan mánaða eftir “Fram Rás 2010” var aftur tiltak í Vest ur­ kirkj uni, sum mu sikk lær arar innan okkara sym fo ni ork­ estur skipaðu fyri. Aðalverkið var “Árstíðirnar” eftir Vivaldi. Tað serstaka her var, at teir fýra solistarnir, sum hvør í sínum lag umboðaðu tær fýra árs tíðirnar Várið, Summarið, Heyst ið og Veturin, vóru før­ ing ar ella av føriskum upp­ runa. Teir tríggir Øssur Bæk, Rúni Bæk og Rune Sørensen virka allir sum professionellir mus ik arar í útheimi, meðan tann fjórði, Sámal Petersen, hev ur valt heimalendið og eig ur sum fióllærari sín stóra lut í tí góða støði, sum stroks­ pæl ið hevur á Frúutrøð. Undrun ar vert tókti mær, at Sám al, hóast tær avmarkaðu avbjóðingar, sum okkara lítla tónleikaumhvørvi hevur at veita, ikki bert hevur varð­ veitt, men heldur hevur ment sín spæli førleika og stóð seg so væl í samstarvi við hinar ú r mæl ing arnar. * Eftir hendan inngangandi aðal tátt á konsertskránni trinu allir strúkarar sy m fon­ i ork estursins fram á pall, og mær kylir enn í holdið minnið um tann orkesturljóm, vit tá fingu at uppliva við úr vald­ um perlum fyri strúk i or­ kest ur. Hetta var ikki øs andi tónleikur borin uppi av for­ sterk ara og slagverki, men inni lig og sterk tónlist, sum hevur tolað aldarslit, og sum enn fyllir sinnið hjá leikandi sum lurtandi. Áhoyr ara ró­ mu rin aftaná – eins og í Vest­ ur kirkjuni umtalaða leyg­ ar dag herfyri – vildi ongan enda taka, og so væl lýst sum hend an serstaka konsert hevði verið, mundu mong av teim fyrireikandi og teim lut takandi aftaná vænta at finna onkur fagnandi orð eisini á prenti. Men í bløðunum var aftur eiða sørt – har stóð onki. Og hví tað? Nei, fjølmiðlafólkini hava frí eftir lokna ar beiðs­ tíð fríggjadag, verður sagt, og tey fara treyðugt fjøl miðl a ør­ ind ir frá húsum í viku skift i­ num. Og tó er tað jú so, at fólk sita alspent við út varps tól ini bæði leyg ar dag ar og sunn u­ dag ar og lofta frásøgnum frá kring varps fólkum um ítrótt a gongd ir víða hvar, og fyrst í viku eru bløðini á tremur um kapp ingar, sum hava verið í viku skift inum. Tú kanst ikki sam an bera tónleik við ítrótt, man mang­ ur siga. Persónliga havi eg á huga fyri báðum, men vit eiga at gera okkum greitt, at með an ítróttaligt virksemi og stóri ítróttaáhugin meira hoyr ir teim ungu árunum til, so ber tónleikur í sær møguleika til lívsvirðir, ið kunnu varðveitast heilt upp í ellisár. * Tað eru innan mu sikk­ skúl a skip anina fleiri enn Sám al, ið væl kundu vunnið sær pro fess i on ell an vinnuveg uttan lands, men hava valt at ar beiða við føriskum børnum og ungdómi. Tað kann tí ikki ov mik ið endurtakast, hvussu um ráð andi tað er, at okkara musikk skúlalærarar í sínari ar beiðs skipan fáa høvi til at virka eisini sum útinnandi mu sikarar. Hetta er eisini besta tilelving til, at gávurík ung fólk kjósa sær tónleikin sum lívsleið, og at føriskir tón leik arar eftir útbúgving ikki “velja Førjar frá”, men venda aftur til støðuga menn ing av tónleikinum í heim l a ndinum. Ólavur Hátún