mikudagur 4. mai 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Mugu velja
mill um var
andi orku ella
hægri prís
”SEV noyðist at hækka
prís in.” Soleiðis ljóðaði ein
yvirskrift í einum av bløð
unum í farnu viku. Yvir
skriftin kløkkaði meg als
ikki, og helst fara vit at
síggja fleiri líknandi yvir
skriftir í komandi tíðum.
Elframleiðslan í Før oy
um er soleiðis samansett,
at størsti parturin verður
framleiddur úr olju, og tí
sigur tað seg sjálvt, at hvørja
ferð prísurin á olju hækkar,
so verður framleiðslan eis
ini dýrari.
Nú er støðan blivin so
vanlukkulig, at SEV sigur
seg hvørki hava ráð at fram
leiða fyri verandi prís, ella
at útbyggja alternativar
orku keldur. Vit eru við
øðrum orðum komin í eina
ónda ringrás.
Støðan er álvarslig
Vit mugu øll duga at síggja,
at vit eru á vandakós.
Neyð ugt er tí at leggja allar
gamlar ósemjur afturum og
hyggja frameftir. Um vatn
orka er betri enn vindorka
ella øvugt, um SEV sjálvt
skal fremja útbyggingar,
ella onnur skulu gera tað,
um feilir eru gjørdir her
ella har, tað eru heilt aðrir
spurningar.
Okkara samfelag er í
eini álvarsamari støðu hvat
orku viðvíkur, og tí mugu
vit standa saman um at fáa
framt útbyggingar, ið gera
okkum minni heft av olju.
Tilvildin kann
ikki ráða
Elorkan
fyllir
somikið
nógv í okkara samfelag,
at hvørja ferð tá brek er í
fram leiðsluni, so steðgar
mest sum alt samfelagið
upp. Tí kunnu vit ikki lata
spurningin, um hvør hevur
valdið undir tí prutlandi
grýtu lokinum í Miðeystri,
vera avgerandi fyri, hvussu
høgur prísurin skal vera á
streymi í Føroyum.
Spurningurin er ikki,
um SEV fer at hækka prísin
ella ikki. Spurningurin er,
um vit vilja brúka pengar
til varandi orkukeldur nú,
ella vit í framtíðini vilja
lata prísin hækka í stór
um. Longri vit bíða við at
útbyggja alternativu orku
keld urnar, størri verður
prís hækkingin, tí oljuprís
urin fer bara uppeftir (sæð
yvir eitt longri tíðarskeið).
Tí nyttar ikki at halda
prís inum
niðri,
við
at
spara í útbyggingum. Nei
lat okkum heldur koma í
gongd við útbyggingum
av var andi orkukeldum –
ongan tíð ov skjótt!
Helgi Abrahamsen
Løgtingsmaður
Strendur
Skálafjarðartunnilin verður eitt
stórt framstig fyri Føroyar
Málið um at gera undir sjóvar
tunnil millum Streymoynna
og Eysturoynna hevur verið
drúgt í politiska lands lag
num. Hóast mong hava verið
ivasom um hesa verkætlan,
sum nú verður gjørd á pri
vatum grundarlagi, so fegnist
eg um, at Løgtingið nú hevur
samtykt at geva felagnum
eina longda tíðarfreist til
at finna fígging til hesa so
týdningarmiklu verkætlan
fyri Føroyar.
Alment ella privat
Sum so mangan hevur kjak
ið tíverri ikki snúð seg um
fyrimunirnir fyri landið við
hesari verkæltan. Heldur
hev ur man kjakast um verk
ætlanin skal vera privat ella
almen. Atgerðarloysi hevur
valdað og kjakið, um tað
skal verða hesin ella hasin
leist urin, hevur darvað mál
in um í ólukkumáta. Nú er
avgerð loksins tikin, og tað
er í sær sjálvum eitt stórt
framstig. Mong hava málað
eina ljósareyða mynd av,
hvussu frálíkt tað hevði
verið, um so var, at landið
stóð fyri verkætlanini, tí so
hevði tað verið ein ótømandi
inntøkukelda hjá landinum
til at fíggja aðrar tunnlar
m.a.
Sandoyartunnilin.
Tann ljósareyða myndin av
Skála fjarðartunnilinum sum
eina almenna íløgu er langt
frá so ljósareyð, sum mong
hava havt á lofti. Skuldi
hesin tunnil verið almennur,
hevði tað verið neyðugt, at
tað
almenna/landskassin
tók upp eitt lán uppá eina
milliard, og hetta hevði í
besta føri ført landskassan
bein leiðis í óføri. Ein tunnil,
ið skal verða fíggjaður við
bummgjaldið, hevði onga
inntøku givið undir byggi
tíðini, íð er á leið 4 ár, og har
umframt hevði tað mink að
munandi um gjald føri hjá
landskassanum tey næstu
árini.
Hetta
hevur
m.a.
lands bankin gjørt vart við.
Fór man undir at gera verk
ætlanina sum eina almenna
verkætlan, hevði kreditvirðið
hjá Føroyum versnað mun
andi, serliga um landið í
hesum krepputíðum skuldi
taka eitt lán uppá 1 milliard.
Hetta hevði uttan iva havt
eina skaðiliga ávirk an fyri
metingina hjá eitt nú Moodys
av føroyska bú skapinum.
Nú verður tunnilin gjørd
ur av privatum uttan veð
hald frá landskassanum og
uttan at landið á nakran
hátt ber nakran vága. Skuldi
tað seinni víst seg, at landið
hevur
”forert”
eina
inn
tøku keldu til privatar stig
tak arar, og at landsstýrið
angrar hesa avgerð, so er
tað lagt upp fyri hesum
við
í
lógaruppskotinum,
at landið til eina og hvørja
tíð kann yvirtaka tunnilin
um ynski er til tess. Lógin
sigur, at tá tunnilin hevur
verið í nýtslu í 2 ár, hevur
landið ein forkeypsrætt, har
kostprísurin verður settur
eftir einum ávísum prísprofili,
sum verður avtalaður í kon
sessiónsavtaluni mill um pri
vata felagið og lands stýrið.
Gitingar hava eisini verið
frammi um, at privata felagið
fær allar ágóðar, meðan land
ið verður bundið niður og
stendur eftir við øllum váð
anum av verkætlanini Hetta
er ómetaliga skeivt ført fram,
tí landið átekur sær nem liga
ongan váða, veðhald ella
fíggjarligt veðhald frá lands
stýrinum. Fyri tað fyrsta er
tað privata felagið, sum skal
gera allar íbindingar í ver
andi veganet, og tað er onki
í lógini ella avtaluni, sum
sigur, at landið skal lata gera
avleiddar verkætlanir fyri
hundratalsmilliónir,
sum
fleiri vilja vera við. Skuldi
tað víst seg, at felagið fór á
húsagang, so er tað heldur ikki
nakað í lógaruppskotinum,
sum bindur landið til nakað
yvirhøvur. Tað fer somuleiðis
at vera møguligt at gera aðrar
íløgur í veganetið, tær íløgur
sum m.a. samferðsluætlanin
hjá Landsverki leggur upp
til, uttan at landið skal
endurrinda felagnum fyri
møguliga mistar inntøkur
orsaka av hesum.
Tá ið tunnilin er aftur gold
in, og felagið hevur fingið
eitt avtalað avkast av sínari
iløgu, verður tunnilin latin
aftur til landið ókeypis. Tað
verður í konsessiónsavtaluni
ásett eitt evsta mark fyri,
nær tunnilin skal latast aftur
til landið (30 ár), og er tað
óansæð, um loyvishavarin/
privata felagið hevur fingið
tað avtalaða avkastið av
sínari íløgu.
Connecting people
Skálafjarðartunnilin
er
størsta verkætlan í Føroya
søgu. Hetta er ein verkætlan,
ið skapar optimismu og
bindir øki og fólk tættari
saman í stórum parti av
land inum, og sum kemur at
viðføra ómetaligar nógvar
posi tivar ringvirknaðir. Fyri
miðstaðarøkið kemur tunn
ilin at geva eitt nógv størri
uppland til eitt nú handils
livið, matstovur, kafeir og
vinnu lívið
annars.
Hesir
ringvirknaðir fara óivað eisini
at síggjast aftur í Eysturoynni
og Norðoyggjum. Hvat við
víkur tunnlinum sum ar
beiðs skapandi tiltak, so vísa
útrokningar
hjá
Fíggjar
mála ráðnum,
at
tunnilin
hevur eitt virði uppá 1,67 av
RLÚ. Ùtrokningar frá 2008
frá vinnumálaráðnum, sum
tá umsat verkætlanina, siga,
at tunnilin hevur við sær
risa løngjaldingar, sum vit
netupp í hesum døgum við
ovur stórum
arbeiðsloysi
hava tørv á:
2010: 35 mió
2011: 91 mió
2012: 112 mió
2013: 118 mió
2014: 109 mió
2015: 58 mió
2015: 58 mió
2016: 58 mió
2017: 27 mió.
Hesi tølini eru grund að á
royndir frá Norðoyatunlinum
og skulu sjálvsagt takast við
einum ávísum fyrivarni, men
onkursvegna
geva
tølini
okkum eina ábending um,
at tunnilin hevur eitt stórt
nyttuvirði fyri tað føroyska
samfelagið. Vit hava brúk
fyri
arbeiðsskapandi
til
tøk um í hesum hart spentu
búskapartíðum, og Skála
fjarðartunnilin er avgjørt
eitt stig tann rætta vegin
Vit eiga at síggja møgu
leikarnar heldur enn forð
ing arnar. Bæði møguleikar
fyri familjurnar við spardari
koyritíð og harvið meira
kvalitetstíð við familjuni,
sparing av brensli og harvið
CO2 útláti og óanaðir
møguleikar fyri vinnulivið.
Tað er onki at ivast í, at
hendan verkætlanin fer at
binda partar av Føroyum
tættari at hvørjum øðrum
og harvið broyta føroyska
landslagið radikalt. Fólkið
kemur tættari at hvørjum
øðrum í einum stórum parti
av Føroyum ella sum slogani
hjá
Nokia
“Connecting
people”.
Annika Olsen
Løgtingskvinna
Ská la fjarð ar
tunnilin er StørSta
verk ætl an í føroya
Søgu. hetta er ein
verkælan, ið Skapar
optimiSmu og bindur
øki Saman