mikudagur 4. mai 2011síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
6
Sosialurin
Uni Holm Johannesen
Gullmappurnar, ella ‘Gold en
Maps’, er heitið á mynda
mappum, sum ferðast runt
umvegis teldupostar á inter
netinum júst nú. Myndir av
naknum ella lættkløddum
før oyskum konufólkum í
ald urs bólkinum frá 16 til
26 ár, sum nakrir føroyskir
dreingir onkursvegna hava
skavað saman í eina mappu.
Myndirnar hava teir sent
runt til fleiri vinmenn, sum
hava sent víðari til sínar
vinmenn. Út við 80 myndir av
fleiri føroyskum konufólkum
í alt.
Politistøðin í Havn veit
um myndirnar. Málið er
meld að og undir viðgerð.
Krimi naldeildin vil ikki upp
lýsa annað í løtuni.
Upprunin til myndirnar
eru ymiskar. Summar hava
helst sent privatar myndir
sum eina fitta heilsan til sín
unnasta, og aðrar mynd ir eru
á internetinum framman
und an. Summar gentur eru
fullkomiliga naknar, aðrar
eru í undirklæðum, og onkrar
myndir eru av føroyskum
gentum í býarlívinum.
Sosialurin veit um fleiri
gent ur, sum kenna seg mis
nýttar og ærumeiddar.
Lætt at finna fram
Dátueftirlitið umsitur per
sóns upplýsingarlógina
og
kunn gerðirnar, sum hoyra til
persónsupplýsingarlógina.
Ingunn Eiriksdóttir, stjóri,
kennir ikki ítøkiliga til hesar
myndamappurnar. Hon legg
ur hinvegin áherðslu á, at tað
er væl møguligt at steðga
slík um.
– Tað vísir seg at vera
lætt ari at finna fram til per
sónar, sum hava sent slík ar
teldupostar, enn dul nevnd
fólk á almennum heima
síðum, sigur Ingunn Eiriks
dóttir, sum ikki kann gera
ítøkiligar viðmerkingar til
hetta málið. Hon veit lítið og
einki um tað.
Ein av fremstu avbjóðing
unum hjá Dátueftirlitinum
er at læra føroyingar góðan
fólkaskikk á netinum.
Vindur upp á seg
Trupulleikin, at føroyskar
gent ur verða misnýttar á
alnet in um, veksur støðugt í
Før oy um. Tað eru fleiri dømi
um tann áringar, sum verða
lokk að at lata seg úr klæð
unum framman fyri vev
mynda tólinum.
Sosialurin
hevur seinasta árið skrivað
um fleiri hendingar, har før
oyskar gentur eru komnar
illa fyri á alnetinum.
Dátueftirlitið fær javnan
fyrispurningar frá føroy ing
um, sum kæra sína neyð, tí tey
eru útspilt, happað, víst fram
og annað á internetinum.
“Golden Maps” er aftur
eitt dømi, hvussu náðileyst
og ódámligt internetið kann
vera.
Føroysk
bróst
Ferðast á
alnetinum
Tað, sum kanska var ætlað sum ein fitt heilsan til sjeikin, er nú marra hjá nøkrum føroysku konufólkum. Fleiri
føroyskar gentur kenna av álvara sviðan av vansunum við internetinum í hesi løtu. Myndamappurnar “Golden
Maps” við 80 myndum av naknum og lættkløddum føroyskum gentum ferðast runt millum føroyingar