Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Onnur eru eisini komin illa fyri Tað eru ikki bara konufólkini, sum myndir eru av, ið eru komnar illa fyri av »Golden Maps«. Myndir eru eisini av naknum gentum, har tú ikki sær andlitið. Nakrir dreingir hava verið skjótir at sett navn á, og leysasøgurnar ferðast skjótt. Sosialurin veit um eina, sum er løgd undir at hava tikið myndir av sær sjálvari, meðan hon hevur verið nakin – hóast tað ikki passar. Fleiri hava rópt eftir henni í býarlívinum, og hon kennir seg sera illa viðfarna av nøkrum, hon ikki hevur gjørt. 10 góð ráð um góða siðvenju á internetinum 1. Gev ongantíð einum, tú ikki kennir, navn og bústað tín 2. Tú kanst hava eitt kelinavn ella geva teg út fyri at vera okkurt annað, um tú bert hevur góðar ætlanir 3. Minst til, at tann tú kjattar við, ikki altíð er hann, hann ella hon sigur seg vera 4. Ikki siga nakað, sum tú ikki meinar, tí tað kann enda galið, um tann tú sigur tað við, ikki skilir tað 5. Tú mást ikki málbera teg rasistiskt, tí tað er í roynd og veru ólógligt 6. Ikki arga nakran við teirra útsjónd, tí tað kann vera ógvuliga særandi 7. Lat vera við at happa ella arga onnur – heldur ikki til stuttleika 8. Hugsa teg um, áðrenn tú sendir ein teldupost ella sms, tí táð móttakarin hevur sæð hann, vendist ikki aftur 9. Ikki hótta onnur til stuttleika, tí tað kann vera trupult at finna úav, at tú ikki meinar tað 10. Ikki halda onnur uttanfyri, uttan so at tú hevur eina góða grund Kelda: Dátueftirlitið, Medierådets børneambassadør, www.medieraadet.dk Fongsul í seks mánaðir Grein 264 d í revsilógini sigur soleiðis: ”Straffelovens § 264 d er en væsentlig del af straffelovens værn mod krænkelser af privatlivets fred. Bestemmelsen for byder uberettiget vid ere givelse af pri vate meddelelser og bil le der. Med bøde eller fæng sel indtil 6 måneder straffes den, der ube ret tiget videregiver med delelser eller bille­ der vedrørende en an d ens private forhold eller i øvrigt billeder af den på gæld ende under omstændigheder, der åben bart kan for langes unddraget offent lig­ heden. Bestem melsen finder også anvendelse, hvor meddelelsen eller billedet vedrører en af død person”