mikudagur 4. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
22
Sosialurin
Bátafestivalurin
Vilmund Jacobsen
Símun Johannesen situr nú á
øðrum skeiði sum borgarstjóri í Nes
kommunu.
– Eg veit ikki ordiliga, hvat eg
skal siga. Jú, mær dámar fram–veg
is ógvuliga væl, og tað er ein spenn
andi uppgáva at standa sum fremsti
persónur í eini slíkari kommunu
sum okkara.
Nes kommuna hevur eins og
flestu aðrar kommunur merkt,
at fíggj arliga rásarúmið er vorðið
nakað trengri, samstundis sum
stórar íløgur nýliga seinnu árini eru
gjørdar í eitt nú havnalag, eldra
sam býli, skúla, ídnaðarøki, íbúðar
øki – og nú í ár eisini í nýggjan
barnagarð, sum verður bygdur á
Svangaskarði.
– Barnagarðurin er nógv tann
størsta einstaka íløgan hjá okkum í
hesum fíggjarárinum, og vit kunnu
næstan siga, at hann fer avstað við
allari fíggjarorkuni í ár, viðgongur
borgarstjórin.
Okkurt smávegis
Kortini eru nakrar krónur eftir,
sum Nes kommuna noyðist at
brúka á øðrum økjum, sum eisini
krevja sítt.
– Vit noyðast eitt nú at betra
um umstøðurnar við virkis bygn
ingarnar, sum eru bygdir innan
fyri Oyrarnar – á ídnaðarøkinum
Inni við Rætt, eins og vit noyðast
at betra um viðurskiftini, har bygn
ingurin hjá byggivirkinum KBH
stendur.
Símun Johannesen sigur, at nú
saltgoymslan, sum MJ Saltsøla
byggir á nýggja ídnaðarøkinum,
ætlandi tekur móti fyrstu nøgd
unum av salti seinast í mai, verður
neyðugt at asfaltera koyrivegin, og
neyðugt verður eisini at asfaltera
við virkisbygningarnar á økinum.
– Eftir ætlan verður saltgoymslan
ikki liðug fyrr enn um ólavsøkutíð,
men vit hava skilt, at klárt verður
at taka ímóti fyrstu nøgdunum av
salti um ein lítlan mánaða ella so.
Borgarstjórin ásannar, at lendið
við hesar virkisbygningar og veg ur
inn eftir er óslættur og má asfal
terast skjótast gjørligt.
Mars sera góður
Símun Johannesen sigur, at skatta
inntøkurnar sviku í januar og
februar, men mars mánaði eydnast
sera væl, tá inntøkurnar gjørdu eitt
rættiligt lop. Apríl eydnast eisini
hampiliga væl, soleiðis at lagda
fíggjarætlanin nú heldur.
Hann sigur, at kommunan hevur
mett samlaðu skattainntøkurnar í
ár til umleið 33 miljónir krónur, og
soleiðis sum gongdin er í løtuni,
fara tølini at halda.
– Enn er tó ov tíðliga at siga nak
að endaligt, leggur borgarstjórin
aftrat
Barnagarður er
størsta einstaka
fíggjarliga íløgan
- Í fíggjarætlanini hava vit mett skattainntøkurnar í ár at gerast umleið 33 miljónir krónur. Tveir
teir fyrstu mánaðirnir vóru slakir, men síðan høvdu vit ein rættiliga góðan skattamánað í mars – og
apríl royndist eisini heilt hampiligur, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Símun Johannesen
Soleiðis kemur barnagarðurin
á Svangaskarði at síggja út,
tá hann er liðugur. Innsetta
myndin er tikin mánadagin
og vísir, at grundin til
barnagarðin er stoypt
Vit fáa framvegis fyri
spurn ingar um byggilendi til
nýggj vinnuvirki, men í løtuni
eru ongar heilt ítøkiligar
ætlanir
SÍMUN JOHANNESEN