mikudagur 4. mai 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Bátafestivalurin
Fyrispurningar eru
Seinastu 15-20 árini eru rættiliga
nógvir virkisbygningar bygdir á
havnalagnum hjá Nes kommunu,
og nú eru so eisini nakrir bygn-
ingar komnir upp at standa á
nýggja ídnaðarøkinum.
– Vit fáa framvegis fyri spurn-
ingar um byggilendi til nýggj
vinnuvirki, men í løtuni eru
ong ar heilt ítøkiligar ætlanir á
pappírinum, sigur borgarstjórin í
Nes kommunu, Símun Johanne-
sen.
vilmund@sosialurin.fo
295.000
Hetta er tað, sum Nes kommuna selur grundøkini fyri við Lýðarsveg á Toftum.
Grundøkini eru púrasta klár at byggja á, og við í kostnaðinum eru øll íbindingargjøld
Vilmund Jacobsen
295.000 krónur fyri eitt grundøki,
har klárt er at seta formarnar á.
Er tað nógv – ella er tað lítið?
Tað veldst ivaleyst um fíggjar-
ligu orkuna hjá tí, sum ætlar sær
at byggja, og tað veldst ivaleyst
eisini um útlitini fyri at fáa eina
sethúsaogn fíggjaða í einum pen-
ingastovni.
Í høvuðsstaðarøkinum hevði
hetta verið eitt rættiliga bíligt
byggiøki – ja, kanska ein lítil
triðingur av tí, sum eitt slíkt øki
hevði kostað har.
Símun Johannesen, borg ar-
stjóri í Nes kommunu, sigur, at
kommunan hevði tilsamans 25
grundøki við Lýðarsveg. Nøkur
eru umbiðin, og eini sethús eru
bygd. Eftir eru umleið 20 grund-
økir, sum bara bíða eftir keypara,
sum hevur hug at byggja og fáa
tað frálíka útsýni, sum er av
Lýðarsvegi.
– Hesi grunøkini eru púrasta
klár at byggja á, og uppi í prís in um
á 295.000 krónur eru øll íbind ing-
argjøld, sigur Símun Johannesen.
Borgarstjórin sigur annars, at
nógv lív er ikki í sethúsabygging
í kommununi beint í løtuni,
men onkur hús standa í gerð við
Gaddavegin, har annars er um at
verða fullbygt.
Undir Nesinum
Undir Nesinum hevur Nes komm-
una eisini eina verkætlan við
byggiøkjum í stoypiskeiðini, og
her verða eini 25 grundøkir tøk,
tá tann ætlanin kann fremjast í
verki.
Símun Johannesen vísir á, at
fólkatalið í kommununi kvinkar
spakuliga uppeftir – um enn
kanska eitt sindur seint.
– Vit eru í løtuni umleið 1270
borgarar í kommununi, og vit
vóna, at enn fleiri barnafamiljur
hava hug at seta seg niður her hjá
okkum.
Borgarstjórin leggur aftrat, at
fólk eru hjartaliga vælkomin at
seta búgv í Nes kommunu.
Vónandi letur virkið
skjótt uppaftur
- Vit hava hoyrt okkurt um, at ætlanin er at lata saltfiskavirkið á Toftum uppaftur
eftir summarsteðgin, men vit vita einki við vissu, sigur borgarstjórin
Vilmund Jacobsen
Saltfiskavirkið á Toftum var ein
partur av Faroe Seafood-sam-
takinum, sum fór á húsagang seint
í fjør heyst. Síðan virkið læt aftur
fyri umleið fimm mánaðum síðan,
hevur einki regluligt fiskaarbeiði
verið á virkinum og fleiri av teimum,
sum arbeiddu har, hava ikki verið í
lønandi vinnu síðan.
Tá feløgini Vinnan, Framherji
og Samherji í Íslandi keyptu fýra
virkir og seks skip úr trotabúnum
eftir Faroe Seafood, varð sagt, at
tey virkir, sum teir fóru at lata fyrst
uppaftur, vóru virkið í Saltangará –
og virkið á Toftum.
Nú eru nakrar vikur, síðan latið
varð upp aftur í Saltangará, men
einki røkist fyri, at ein uppaftur
lating á Toftum er so ógvuliga nær.
Í síðstu viku segði stjórin í fe-
lag num, sum rekur fiskavirkið í
Saltangará, Jógvan Dávid Jacob-
sen, at óvissa er í løtuni um rá-
vøru grundarlagið undir virkinum
á Toftum, áðrenn greiða er fingin
á, hvussu nógv ísfiskaskip fara at
royna eftir makreli í summar og í
heyst.
Stjórin legði eisini aftrat, at tað
er truplari og bindir meiri pening
at starta eitt saltfiskavirki upp enn
eitt vanligt flakavirki.
Símun Johannesen, borgarstjóri
í Nes kommunu, harmast sjálv sagt
at, at virksemi, sum var á salt-
fiskavirkinum á Toftum, enn ikki
er komið uppaftur at koyra.
– Eg havi hoyrt okkurt um, at
virkið á ætlandi letur uppaftur
eftir summarfrítíðina, men vit hava
onga vissu fingið fyri hesum, legði
hann aftrat.
Stjórin í felagnum, sum rekur
virki í Saltangará, Jógvan Dávid
Jacobsen, segði, at í prinsippinum
kann saltfiskavirkið á Toftum lata
uppaftur í dag, um tað skal verða.
Hann tordi kortini einki at siga
við vissu um, nær virksemið aftur
verður á virkinum.
vilmund@sosialurin.fo
Í høvuðsstaðarøkinum
hevði hetta verið eitt rættiliga
bíligt byggiøki – ja, kanska
ein lítil triðingur av tí, sum
eitt slíkt øki hevði kostað har
SÍMUN JOHANNESEN
– Vit vóna, at saltfiskavirkið á Toftum letur upp aftur
eftir summarsteðgin, sigur borgarstjórin
n