mikudagur 4. mai 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
24
Sosialurin
Bátafestivalurin
Vilmund Jacobsen
Tá Sosialurin var ein túr fram
við bryggjukantinum á Toftum
seinnapartin mánadagin, stóð 80
ára gamli, pensjóneraði lærarin,
Jónsvein Mikkelsen, og stákaðist
við eitt 4-mannafar úr Kaldbak,
sum hann hevði standandi uppi á
landi. Tó at Jónsvein var lærari í
mong ár, hevur honum altíð dámað
væl at søkt sjógvin, og tað ger hann
framvegis, nú árini eru vorðin
mong.
– Eg geri mær bátin kláran. Hann
verður vaskaður og flotaður aftur,
segði Jónsvein, sum hevur havt og
framvegis hevur eina góða heilsu.
Í nógv ár hava hann og synirnir
havt glastrevjabát, og í dag hava
teir eisini ein skjóttgangandi glas-
trevjabát.
– Sonur mín, Per, sum býr Við
Sjógv á Strondum, hevur bátin har
yvir hjá sær, sigur fryntligi mað-
urin.
Men Jónsveini dámar væl at
rógva, og tí hevur hann eisini hetta
4-mannafarið, sum hann plagar at
verða á floti í inni á Skálafjørðinum,
eins og hann eisini brúkar bátin, tá
kappsigling er við seglum.
Dámar felagsskapin
Jónsvein er parteigari í róðrar bát -
inum og 10-mannafarinum Dvørga-
moy, og hann er eisini parteigari í
seksæringinum og róðrarbátinum,
Greipi. Honum dámar væl at vera
við í tí felagsskapi, sum er mill-
um manningina og aðrar báts-
manningar, tá bátarnir plaga at
verða við á stevnum og báta festi-
valum kring um í landinum.
– Eg fylti áttati hin 8. mars, sum
er altjóða kvinnudagur. Sjálvur visti
eg einki um hendan kvinnudagin
fyrr enn á gamalsaldrinum, og nú
hava kvinnurnar tikið hendan dagin
frá mær, sigur hann skemtandi.
Tá vit hugdu fram við, lá Jón-
svein undir 4-mannafarinum og
vaskaði botnin á báti sínum.
– Eg plagi at royna úti fyri her,
og ofta royni eg við tráðu, ið eg sum
oftast egni. Viðhvørt royni eg við
pilki. Ymiskt er, hvat roynist. Sum
oftast er so mikið av fiski av fáa við
landið, at eg fái tað, sum vit hava
brúk fyri. Mest er av gráum fiski,
og so viðhvørt er eisini hvítingur
at fáa. Tað er eisini komið fyri, at eg
havi fingið onkra sild á berum húki,
leggur hann aftrat.
Jónsvein er tó ikki bara í
4-manna farinum, tá hann og syn-
irnir eiga góðan bát, sum í minsta
lagi gongur einar 18 sjómíl um tím-
an.
– Jú, tað kann vera hent at
kunna flyta seg skjótt viðhvørt, tá
tú skalt passa sjóvarfall. Eg haldi,
at eg mundi vera einar fýra ferðir
eystanfyri í tí størra bátinum í fjør.
Jónsvein sigur, at honum dámar
líka so væl at rógva 4-mannafarið,
sum at vera í størra bátinum.
– Í 4-mannafarinum er ferðin
kanska 1-2 sjómíl um tíman, men
tað er eisini ein deilig løta, tá tú ert
á floti við árum. Nú er langt síðan,
at viðfestismotorurin gekk fyri, og
síðan havi eg bara brúkt árarnar.
Hann sigur, at ein orsøkin til,
at hann brúkar tráðu og ikki tein
inn á fjørðinum, er, at kunsttilfarið
undir tráðunum er klænt og sterkt,
og tá hetta tekur lítlan sjógv á seg,
er heldur ikki neyðugt við nøkrum
stórum loddi undir.
– Hetta er rættiliga lættur reið-
skapur, leggur hann aftrat.
Jónsvein Mikkelsen heldur ann-
ars, at besta fiskitíðin til smáfisk er
um heystarnar.
Túrarnir fækkast
– Jú, mær dámar ógvuliga væl at
vera á floti, og mær dámar eisini
ógvuliga væl at rógva saman við
øðrum monnum við Dvørgamoy
og Greipi. Men nú man fer at eldast,
munnu túrarnir eisini fara at fækk-
ast. Ikki tí, eg havi havt góða heilsu,
leggur hann aftrat.
vilmund@sosialurin.fo
80 ára gamal
riggar bátin til
Hann er áttatiára gamal, men tað sæst
slett ikki á honum. Tá Sosialurin kom
fram við seinnapartin mánadagin, lá
hann undir bátinum og vaskaði
Mynd: Vilmund Jacobsen
Í 4-mannafarinum er ferðin
kanska 1-2 sjómíl um tíman,
men tað er eisini ein deilig
løta, tá tú ert á floti við árum
JÓNSVEIN MIKKELSEN
- Sum oftast er so mikið av fiski av fáa við landið, at eg fái tað, sum vit hava brúk fyri. Mest er av
gráum fiski, og so viðhvørt er eisini hvítingur at fáa. Tað er eisini komið fyri, at eg havi fingið onkra
sild á berum húki, sigur Jónsvein Mikkelsen, sum eigur part í bæði Dvørgamoy og Greipi