Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 26 Sosialurin Bátafestivalurin Vilmund Jacobsen Byggivirkið KBH á Toftum hevur í løtuni 22 fólk í starvi, harav seks lær lingar. Tað eru brøðurnir, Helgi og Benn Johannesen, sum eiga hvør sína helvt av felagnum. Bók­ stavirnir KBH standa fyri Karl, Benn og Helgi. Karl er pápi Benn og Helga, og hann arbeiddi í nógv ár sum byggimeistari. Nú er tað so synirnir báðir, sum reka byggi­ fyritøkuna víðari. Helgi Johannesen, sum er byggi­ frøðingur, er stjóri í felagnum, og hann tekur sær mest av um sit ing­ ar ligum uppgávum, meðan Benn meiri starvast sum sum byggi­ leiðari. Við tað, at Helgi er byggi­ frøðingur, ger felagið eisini nakað av projekteringsarbeiði, og tað er ein stórur fyrimunur, at slíkur førleiki er innanfelags. Tveir barnagarðar KBH hevur gjørt nógv stór byggi­ arbeiði, men felagið tekur sær eisini av smærri uppgávum og fyrifallandi umvælingararbeiði. – Í løtuni eru vit í holt við barnagarðin í Miðvági. Betong ar­ beiði var gjørt, áðrenn vit komu vestur. Men tá innilokingararbeiði varð boðið út, fingu vit hesa upp­ gávu. Síðan varð eisini innan­ duraarbeiði boðið út, og tað arbeiði fingu eisini eisini. Helgi sigur, at barnagarðurin í Miðvági er rættiliga stórur – heilar 2000 fermetrar tilsamans, og hann skal takast í nýtslu eftir summarfrítíðina. – Sama er við barnagarðinum, sum nú verður bygdur á Svanga­ skarði á Toftum. Her hevur eisini annar arbeiðstakari gjørt jørð­og betongarbeiði, og nú skulu vit so gera timburarbeiði og gera barna­ garðin lidnan. Hann vísir á, at byggingin er komin har til, at betongelementini nú skulu leggjast á gólvið millum hæddirnar, og síðan verður farið undir sjálvt timburarbeiði. – Onkur stova skal takast í nýtslu í august, og síðan skal alt arbeiði avhendast í oktober, sigur Helgi Johannesen. Íbúðir í Runavík Ein onnur stór verkætlan, sum KBH er partur av, er byggingin av íbúðum í Runavík. – Verkætlanin snýr seg í fyrsta lagi um tilsamans 18 íbúðir, harav tær fyrstu 10 júst eru lidnar og avhendaðar. Lendisarbeiði til tær næstu 8 íbúðirnar, sum eisini eru seldar, er byrjað, og vit eru byrjaðir at stoypa. Hesar íbúðirnar skulu standa lidnar næsta summar, sigur hann. Helgi Johannesen vísir á, at um­ framt hesi arbeiði, hevur byggi fyri­ tøkan í løtuni tvey sethús at smíða, umframt eina rúgvu av ym iskum umvælingararbeiði og øðrum. KBH er Bæði til stórt og smátt - Vit hava gjørt nógv stór byggiarbeiði, og tað gera vit eisini í løtuni, men felagið tekur sær eisini av smærri uppgávum og fyrifallandi umvælingararbeiði, sigur stjórin í felagnum, Helgi Johannesen KBH byggir í løtuni tveir barnagarðar – ein í Miðvági og ein á Toftum