mikudagur 4. mai 2011síða 27
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Bátafestivalurin
Stjórin endurtekur, at KBH
sol eiðis ger bæði stórt og smátt –
alt frá betongarbeiði, til timbur-
og snikkaraarbeiði.
vilmund@sosialurin.fo
KBH stovnað í 1999
Hóast byggivirkið KBH er stovnað í endanum av nítiárunum, hevur felagið kortini røtur
heilt aftur til tíðliga í sekstiárunum, tá pápi Helga og Benn – Karl – fór undir egið virkið
Vilmund Jacobsen
Sp/f KBH er stovnað í august 1999. Í
byrjanini vóru tríggir partaeigarar,
Karl og tveir av synum hansara,
Helgi og Benn.
Seinni yvirtóku Helgi og Benn
virkið, meðan faðirin framvegis
ar beiddi sum handverkari í fyri-
tøk uni.
Eigararnir og tey, sum starvast
hjá felagnum, hava drúgvar royndir
innan byggivirksemið á mongum
økjum.
Karl hevur soleiðis havt egið
virki síðani tíðliga í sekstiárunum,
tá hann gjørdist partur av KBH í
1999.
Um núverandi eigarar er annars
at siga, at Benn varð útlærdur sum
húsasmiður í 1982 og hevur ar beitt
sum timburmaður og ar beiðs for-
maður síðani. Hann hevur verið við
til bæði stór og smærri verkætlanir
– í Føroyum og uttanlands. Hann
hevur arbeitt innan næstan øll økir
í byggivinnuni.
Helgi varð úlærdur sum húsa-
smiður í 1990 og tók prógv sum
byggi frøðingur í 1993. Umframt at
hava arbeitt sum timburmaður,
hevur Helgi eisini starvast sum
byggi frøðingur í Danmark í fýra
ár.
KBH hevur síðani byrjan verið í
støðugum vøkstri.
Nøktar tín tørv
KBH sær tað sum sína fremstu
uppgávu at geva viðskiftafólki eina
skilagóða og hóskandi ráðgeving til
júst ta uppgávuna, sum fólk hava
tørv á at fáa loysta.
Byggivirkið er ført fyri at loysa
og samskipa flestu uppgávur innan
bygging, og felagið hevur eisini fólk
við førleikum til sera fjølbroyttar
upp gávur. Haraftrat samstarvar
KBH dagliga við fyritøkur á øllum
økj um innan bygging.
vilmund@sosialurin.fo
Meiri fleksibilitetur við eini arbeiðshøll
- Tað er lættari at leggja til rættis, tá tú hevur eina byggihøll
við góðum amboðum, sigur Helgi Johannesen
Byggivirkið KBH hevur bygt sær
eina rúmliga og snotuliga arbeiðs-
høll innanfyri Oyrarnar á Toftum.
Grundplanurin í høllini er 600
fermetrar, og í ovaru hæddini eru
tvær ferðir 100 fermetrar við eitt nú
skrivstovum, kaffistovu og wc’um.
Umsitingin hjá fyritøkuni er
soleiðis í ovaru hæddini, og Helgi
Johannesen, stjóri, sigur, at her er so
mikið gott pláss, at umstøður eisini
eru til at leiga onkrar skrivstovur
út, um áhugi er fyri tí.
Meiri fleksibul
Stjórin vísir á, at byggihøllin ger
virk semið hjá byggivirkinum meiri
fleksibult.
– Her kunnu vit smíða elementir
til ymiska bygging innandura, og
vit hava góð amboð at arbeiða við.
Eisini kunnu vit hava ymiskt á
goymslu, eitt nú vindeygu og hurð-
ar, sum skulu brúkast til ymisku
arbeiðini. Vit liggja tó ikki inni við
timbri, tí tað hevði fylt ov nógv upp,
um so var, leggur hann aftrat.
Helgi Johannesen sigur, at tað
er lættari at leggja arbeiðini hjá
byggi virkinum til rættist, nú um-
støðurnar innandura eru so góðar.
Her kunnu vit smíða
elementir innandura, og vit
hava góð amboð at arbeiða
við
Helgi JoHannesen
BYGNINGAR
KBH hevur framt nógvar stórar verkætlanir, eitt nú Heilsumiðstøðina í Runavík, íbúðarbygging
í Runavík og eldrasambýli á Toftum – bert fyri at nevna nakrar úr rúgvuni
BRØÐUR
Teir eiga hvør sína helvt
í byggivirkinum KBH á
Toftum, brøðurnir, Helgi
og Benn Johannesen.
Helgi er stjóri og tekur sær
mest av fyrisitingarligum
uppgávum, meðan Benn
meiri er byggileiðarin
Mynd: Vilmund Jacobsen