Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 28 Sosialurin Bátafestivalurin Almenna bygdasavnið er s Í bygdunum Nes, Toftir og Salt nes, sum eru bygdirnar í Nes komm­ unu, hevur eitt avgjørt virkið forn­ minnisfelag sín heimstað og varar av nógvum forngripum, áhuga­ verdum søguligum støðum og fleiri húsum ­ ymisk í sniði og stødd og við hvør sínari søgu. Virksemi felagsins Felagið varð sett á stovn hin 25. november í 1995. Endamálið er at savna gripir, søguligar frásagnir og at gera søguna í kommununi sjónliga. Hetta er eitt áhugafelag við viðtøkum og aðalfundi, og sum skipar fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú limafundum og/ ella jóla veitslu við undirhaldi, sangi og burtur­ luting. Fornminnisarbeiðið hevur verið væl stuðlað í økinum, bæði av kommununi, virkjum og feløgum ­ og av privatum. Uttan henda stuðul hevði als ikki borið til at rikið slíkt siðsøguligt virksemi. Fornminnisfelagið hevur sett á stovn eitt alment bygdasavn: Bygda savnið í Nes komunnu. Bygdasavnið er sýnisgluggin hjá felagnum. Eitt starvsfólk er sett hálva tíð at standa fyri dag­ liga rakstrinum, taka móti grip um frá fólki, skráseta teir, gera fram­ sýn ingar og taka móti vitjandi og greiða frá. Hin størsta framsýningin er í Gamla Prestagarði á Nesi. Í hinum húsunum eru eisini framsýningar, myndir og gripir, sum kunnu lýsa fólk og virksemi og ymisleikan í bygdasøguni. Bygdasavnið er skipað eftir Løg­ tingslóg um Bygdarsøvn og fær tí almennan stuðul frá landinum. Vanligt hevur verið at velja somu nevnd bæði í fornminnisfelagið og bygdasavnið. Í fyrstu nevndini sótu: Karl Jo­ hannesen, formaður, Mikael Jóhan Heinesen, næstformaður, Magda­ lena Andreassen, kassameistari, Jacob Michael Mikkelsen, Hilmar Højgaard. Eykalimir: Sólrun Lóm­ stein og Regin Debess. Verandi nevnd, vald á aðal fund­ inum í mars 2011: Josefina Jacob sen, Dagfinn Højgaard, Judith Jo hanne­ sen, Aloma Davidsen og Jónsvein Mikkelsen. Eykalimir: Ásla Gøthe og Hákun Jacobsen. Gamli Prestagarður Í 1998 keypti Fornminnisfelagið Gamla Prestagarð á Nesi frá Føroya Landsstýri. Prestagarðurin hevði tá staðið tómur í nøkur ár. Eitt sindur burtur úr søguni hjá Gamla Prestagarði á Nesi: Nesbygd er nevnd í Kongsbókini og Hundabrævinum frá tíðar skeið­ num 1350­1400, har menn fáa loyvi til at hava hundar á Nesi. Í 1541 býr Heini Havreki á Nesi og er prestur fyri alla Eysturoynna. Í 1551 verður hann útnevndur til at vera varabispur, og í 1558 verður hann av Jens Riber settur til próst – Føroya fyrsta próst. Próstatíðin við ongum bispi í Føroyum vardi í 406 ár, og í hesum tíðarskeiði sat prósturin á Nesi í 215 ár. Nes var kirkjuliga sæð miðdepil fyri Eysturoynna og oftast fyri allar Føroyar. Í 1677 vóru fransar og rændu í prestagarðinum á Nesi. Tá V.U.Hammershaimb verður settur prestur á Nesi hin 29. mars í 1862, verður avgjørt at byggja ein nýggjan prestagarð og at taka tann gamla niður. Hesin nýggi prestagarður verður gjørdur eftir tekning hjá konu Hammershaimbs, Elisabeth Christiane Augusta fødd Gad. Eisini systkinabarn Hamm­ ers haimbs, Jomfrú Schrøter, dóttir Suðuroyar prest, J.H. Schrøter, Fornminnisfelagið í Nes kommunu hevur sett á stovn eitt alment bygdasavn, sum er sýnisgluggin hjá felagnum. Eitt fólk er sett í hálvtíðarstarv at standa fyri dagliga rakstrinum, taka móti gripum frá fólki, skráseta teir, gera framsýningar og taka móti vitjandi og greiða frá. Hin størsta framsýningin er í Gamla Prestagarði á Nesi. Í hinum húsunum, sum felagið eisini eigur, eru framsýningar, myndir og gripir, sum kunnu lýsa fólk og virksemi og ymisleikan í bygdasøguni Regin Debess, sum hevur skrivað hesa greinina, hevur stóran áhuga fyri søgu og forngripum – tað veri seg á landi og á sjónum Mynd: Vilmund Jacobsen Gamli Prestagarður á Nesi