Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Bátafestivalurin sýnisgluggin hjá felagnum hevði ein týðandi leiklut í hesi ný bygging við tað, at hon lænti honum pening til byggingina. Og væl gekst at smíða, tí longu hin 21. november í 1863 fluttu presta­ hjúnini Hammershaimb inn í nýggja prestagarðin, sum tá vóru næst størstu hús í landinum ­ eftir Amt manshúsini í Havn. Prestagarðurin á Nesi hevði eitt bókasavn, nevnt “Østerøe Laane­ bibliotek”, tíðarfest í 1838 fyri alla Eysturoynna. Tilsamans eru um­ leið 350 bøkur úr hesum gamla bókasavni til skjals. Í prestagarðinum var eisini post avgreiðsla. Postkassin “Den gejstlige postkasse for Østerø Syss el” er partur av fram sýn ing ini í prestagarðinum, eins og skrivi­ pulturin hjá Fríðrikki Petersen, klaverið hjá Hans Jacob Højgaard og chatollið hjá Marie Rønning eru partar av føstu framsyningini. Gamli Prestagarður á Nesi stend­ ur sunnan fyri Nesá, sum rennur oman úr Kornvatni. Norðanfyri ánna stendur kirkjan á Nesi, bygd í 1843, við kirkjugarðinum king. Á Neshamri er lendingin við neystum og leivdum eftir einum handli. Nýliga er standmynd sett oman fyri Gamla Prestagarð, gjørd av Erik Olsen, sála úr Rituvík, sum eitt minni um tey fólk, sum fluttu til Rituvíkar í endanum av 1800­talinum. Gamla Gerði á Nesi Uppisitarin av náðinsgarðinum á Torkilsheyggi (anneksgaarden ­ til prestagarðin), Magnus Olsen doyði í 1843. Nakað eftir hetta, flutti einkjan, Agathe Joensdatter, við familju síni inn í teirra nýggju hús, ið nú verða nevnd Gamla Gerði á Nesi. Í einari sill er hennara innskrift ABSJT KRSSF AN 1845. So húsini eru frá 1845. Húsini hava roykstovu við moldgólvi og koyggjum og glas­ stovu eisini við koyggjum. Í sunn­ ara enda er inngongd í lítlan køk og málað kamar við song. Tey eru áføst í norðara enda við fjósi og hoyggjhúsi, sum framvegis eru í brúki. Húsini eru í løtuni undir um­ vælingar, men kunnu síggjast eftir avtalu. Køkshúsini á Toftum Køkshúsini standa miðskeiðis í heimrustini á Toftum, ið er tann elsti parturin av bygdini, sum lá millum áirnar, Fossánna og Hellu ánna. Tey eru sett saman av tvinnum húsum. Ein partur av húsunum varð smíðaður umleið 1876 áfastur húsini í Túni, (sum stóðu umleið, har lítla P­plássið er). Julius í Køkinum (1873—1959) keypti henda partin frá Toftajógvani í 1906 fyri 200 krónur, stødd 5 x 7 alin. Hann flutti húsini norður á grundina hjá Hákunarstovu í 1915 og bygdi tey saman við eini onnur hús, sum hann keypti oman av Hamri. Tey húsini vórðu helst smíðað í 1806 og eru í dag niðari partur av Køkshúsunum. Bygdasavnið keypti húsini, sum kunnu sigast at lýsa søguna á staðnum og umboða væl eini sethús hjá einum handverkara í 20. øld. Húsini verða brúkt til ymisk endamál, eitt nú til hugnaløtur og jólasølu. Har er framsýning uppsett, sum kann síggjast eftir avtalu. Gaddhúsini á Nesi Gomlu húsini á Gadd vórðu smíðað í 1874. Tað var Magnus Andreassen, ættaður innan úr Forna, ið bygdi tey. Kona hansara æt Elsebeth Malena Johannesen av Fossinum. Trøðin var lítil, bert 6.909 fermetrar. Upprunahúsini vóru væl minni enn núverandi hús. Roykstovan var 8,25 fermetrar, kamar 5,22 fermetrar og gongd 2 fermetrar, og har stóð kúgvin. Tilsamans umleið 15½ fermetrar. Yvir kamarinum var eitt sera lítið loft. Jóhannus, sonur Magnus, bygdi uppí húsini vestureftir, tilsamans 17 fermetrar. So verandi hús eru uml. 33 fermetrar. Nýtt fjós varð laðað í 1933, og tað var Jens uppi á Regni, sum gjørdi hetta arbeiði. Tá mest var, vóru 14 fólk í húsi uppi á Gadd, so har hevur verið hjartarúm. Gaddhúsini blivu frágingin mið­ skeiðis í 1980­unum. Húsini eru í løtuni undir um­ væling, partvís moderniseraði, og framsýning er uppsett. Gaddhúsini kunnu eisini síggjast eftir avtalu. Ognir felagsins eru soleiðis: Gamli Prestagarður Nesi, Gamla Gerði á Nesi, Gaddhúsini á Nesi og Køkshúsini á Toftum. Regin Debess Í 1541 býr Heini Havreki á Nesi og er prestur fyri alla Eysturoynna Próstatíðin við ongum bispi í Føroyum vardi í 406 ár, og í hesum tíðarskeiði sat prósturin á Nesi í 215 ár Gamla Gerði á Nesi Køkshúsini á Toftum Gaddhúsini á Nesi