mikudagur 4. mai 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
30
Sosialurin
Bátafestivalurin
Vilmund Jacobsen
Ungdómshúsið á Toftum læt upp
hin 2. mars í ár. Síðani húsið læt
upp, hevur tað verið væl vitjað
av ungdómi, bæði úr Runavíkar
komm unu og Nes kommunu. Lima
talið er longu komið upp á 86, og
und irtøkan hevur ligið um 2560
ung hvørt kvøld.
Tað er Tofta/Rituvíkar Blákross
felag, ið hevur tikið stig til at seta
Ungdómshúsið á stovn. Ætlanin
hevði verið í umbúna í eina tíð, tí
tørvurin tóktist vera stórur fyri
einum góðum tilboði til tey ungu í
kommununum báðum.
Ungdómshúsið heldur til í gamla
Føroya Bankabygninginum á Toft
um, sum varð bygdur í 1989.
Húsið, sum stendur væl fyri í
bygdini, er snotuligt og væl egnað
til ungdómin.
Tað sigur Jónleif Gerðisá, sum
leiðari í Ungdómshúsinum.
Formaðurin fyri Ungdómshúsið
er Alfred Olsen.
Rúsfrítt umhvørvi
Jónleif sigur, at frá byrjan av hevur
visjónin fyri Ungdómshúsið verið,
at tey ungu skulu kunnu hava tað
gott í einum mennandi og rúsfríum
umhvørvi.
– Ungdómshúsið hevur nógv at
bjóða teimum ungu. Vit hava eina
rúgvu av ymiskum borðspølum,
sum tey ungu kunnu hugna sær við.
Her er dart, bob og borðtennis væl
umtókt. Eisini fara nógvir tímar við
at spæla teldu, og tey vælumtóktu
play station og Wii.
Leiðarin vísir á, at í Ung dóms
húsinum er eisini eitt tónleikarúm,
har serliga dreingjunum dámar væl
at spæla og halda til.
– Í tónleikarúminum eru trumm
ur, guittarar og klaver. Sigast kann,
at tað hvørt kvøld er lív í, og teimum
ungu dámar sera væl at lurta eftir
tónleiki, meðan tey hugna sær við
teimum møguleikunum, sum húsið
hevur at bjóða.
Jónleif Gerðisá sigur, at tey
ungu halda tað vera “cool” at koma
í Ungdómshúsið.
– Síðani vit lótu upp, hevur
disko tek verið tvær ferðir, og hetta
hevur teimum ungu dámað sera
væl. Í framtíðini er ætlanin at skipa
fyri fleiri tiltøkum, eitt nú ymiskum
fyri lestrum og tónleikatiltøkum,
sigur leiðarin.
Karaoke og festivalur
Jónleif Gerðisá veit at siga, at
leygar kvøldið komandi, tá báta festi
valur eisini er á Toftum, er ætlanin
at hava kafé kvøld, har tey ungu
kunnu koma inn at hugna sær.
– Tá fara vit eitt nú at skipa fyri
karaoke og eisini fara tónleika fram
førslur at verða, leggur leiðarin
aftrat.
Ungdómshúsið á Toftum er opið
fimm kvøld um vikuna:
Týskvøld klokkan 18–22 (ung
úr 6. flokki til 18 ár)
Mikukvøld klokkan 18– 22
(ung úr 6.flokki til 18 ár)
Hóskvøld klokkan 18– 22 (ung
úr 6. flokki til 18 ár)
Fríggjakvøld klokkan 21– 22
(ung 13–18 ár. )
Leygarkvøld klokkan 21– 02
(ung 13 – 18 ár)
vilmund@sosialurin.fo
Ungdómshúsið hevur
fingið dygga undirtøku
- Síðani vit lótu upp, hevur diskotek verið tvær ferðir, og hetta hevur teimum
ungu dámað sera væl. Í framtíðini er ætlanin at skipa fyri fleiri tiltøkum, eitt nú
ymiskum fyrilestrum og tónleikatiltøkum, sigur leiðarin, Jónleif Gerðisá
– Ungdómshúsið stendur væl fyri í bygdini. Tað er snotuligt og
er væl egnað til ungdómin, heldur leiðarin, Jónleif Gerðisá