Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Bátafestivalurin Súlan komin aftur til Toftir Motorbáturin, sum var heimahoyrandi á Toftum árini 1944-1966, er keyptur aftur til bygdar og skal gerast ein livandi partur av skipasøguni í kommununi Vilmund Jacobsen Hin 19. januar í 2011 var fundur í Tofta skúla um stovnan av einum áhugafelag, sum skal samla skipa­ søguna í kommununi. Eisini skuldi áhugafelagið gera eina roynd at keypa motorbátin Súluna, sum var heimahoyrandi á Toftum í nógv ár. Søguligt virði Tað var P/F D.P. Højgaard, sum keypti bátin til Toftir, og var báturin nógv ár í reiðarínum. Seinni varð hann seldur til feðgunum, Aksel og Gunnar Olsen á Toftum. Báturin, sum kallaðist Nípan tey 22 árini, hann var á Toftum, hevur sostatt søguligt virði fyri bygdirnar og fólkið, sum her býr. Nú hevur áhugafelagið, sum varð stovnað í januar í ár, so keypt motorbátin, sum seinastu árini hevur verið heimahoyrandi á Signa bø. Livandi umboðan Ætlanin er at seta motorbátin í uppruna stand, so hann eisini kann sigla við seglum og gerast ein livandi um boðan fyri okkum sum her búgva, eins og fyri skipa­ søguna her á staðnum. Á fundinum hin 19. januar var stórur áhugi fyri ætlanini. Áhugafelag varð stovnað, og blivu hesir valdir í nevndina: Haldor Gaardbo, Johan Johannesen, Jógvan Harryson, Jørgin Gleðisheygg, Símin Johannesen. 55 fólk teknaðu seg eisini sum lim á fundinum. Áhugafelagið fer nú at senda skriv í hvørt hús í kommununi, so fleiri hava høvið at tekna seg sum lim í felagnum. vilmund@sosialurin.fo Ætlanin er at seta motorbátin í uppruna stand, so hann eisini kann sigla við seglum og gerast ein livandi umboðan fyri okkum sum her búgva, eins og fyri skipasøguna her á staðnum. Trygdarmiðstøðin www.seasafe.fo Trygdarmiðstøðin – er stovnur undir Fiskimálaráðnum ið hevur trygd á sjónum sum eitt av sínum málsøkjum. Trygdarmiðstøðin varð stovna í 1999 sum sjálvstøðugur stovnur, til at geva sjómonnum skeið í trygd á sjónum smb løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum. Trygdarskeiðini ganga undir ásetingarnar í STCW 95 sáttmálanum, og eru í dag viðurkend av IMO. B ø g øta 3 8 Po s t b o k s 2 9 7 7 0 0 K l a k s v í k Te l . 4 5 5 8 8 2 Fa x 4 5 7 1 9 7 M a r i t i M e S u r v i v a l t r a i n i n g C e n t r e hjartastoytaraskeið grundleggjandi eldsløkking Sosialurin / KvR 34 18 00 trygdarskeið fyrstuhjálparaskeið slv-skeið Nú hevur áhuga felagið, sum varð stovnað í januar í ár, keypt motorbátin Súluna, sum seinastu árini hevur verið heimahoyrandi á Signabø