mikudagur 4. mai 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
34
Sosialurin
Miðvikan
18. partur
Hægstu donsku embætismenninir
í Føroyum í 1918 vóru Rytter, amt
maður,Thygesen dómari og Vest,
sum var fúti.
Í 1915 var ein ungur cand. jur.
Edvard Mortensen, sum seinni fekk
sær navnið Mitens, uppstillaður til
fólkatingsvalið. Hann segði seg
vilja stuðla sjálvstýrisflokkin og
danska flokkin Radikala Vinstra á
fólkatingi. Pápi hansara var Niels J.
Mortensen, stórkeypmaður á Tvør
oyri og millióningur, hetta merkti
nógv tá. Hann stuðlaði sonin á
allan møguligan hátt, ikki minst
peningaliga. Edvard hevði eisini
undir valstríðnum fingið velj arar
nar at meta seg sum eitt bindi lið
millum sambandspolitikk og sjálv
stýris politikk. Hetta nýtti Mitens
ofta í síni tíð í politikki at leggja upp
til neyðsemjur. Tí kom hann ofta
at verða kallaður “Komprimitens”.
Men hetta dámdi fólki væl, og hann
varð valdur.
Í 1918 varð aftur fólkatingsval.
Undir valstríðnum kom eitt fjarrit
frá forsætisráðharranum Zahle til
amtmannin um, at stjórnin fegin vil
hava Edvard Mitens afturvaldan til
fólkatingið. Hetta var roknað sum
ein óhoyrd uppílegging til eitt slíkt
val. Tað var ikki bert sam bands
flokkurin, sum tók hetta illa upp,
men eisini nevndu embætismenn,
sum í stundini sum mótmæli bóðu
um at verða loystir úr starvi. Hetta
koma eisini at hoyrast í restini av
ríkinum. So vítt eg minnist varð
amtmaðurin beinanvegin loystur
úr starvi, meðan fútin og dómarin
fóru frá nakað seinni.
[Petur Alberg hevur tó í bókini
um hann eina eitt sindur øðrvísi
søgu um hetta mál. Sambært hon
um hevði Zahle ikki beinleiðis sagt
amtmanninum, at hann stuðlaði
Mitens. Men hann hevði sagt hetta
við donsk bløð. Zahle hevði síðani
í telegrammi sent amtmanninum
hesi tíðindi við boð um at senda
telegrammið víðari til Edvard.]
Tarvar springa, tað gjørdi
Jóannes Patursson ikki
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum,
Jóannes Patursson, hevði ført seg
fram á ein slíkan hátt, at limir í
landstinginum, har hann var limur,
mettu hansara útspæl mestsum
sum landasvik. Hesir fingu meiri
lutan í landstinginum at seta
eina nevnd at kanna henda eyma
spurn ing.
Í hesum sambandi vóru nøkur
for hoyr í Føroyum. Tá kom eg at
virka sum rættarvitni. Í onkrum
førum var eg eisini tulkur millum
J. Patursson og forhoyrsleiðaran
Thygesen, dómara. Patursson vildi
ikki tosa danskt, og Thygesen vildi
ikki skilja føroyskt, hóast tað hjá
hvørgum teirra var nakar trupul
leiki.
Eg minnist, at eg í hesum for
hoyri kom í sríð við Patursson
um týðingina av danska orðinum
"springe". Eg týddi hetta til "springa".
Hesum mótmælti Patursson og
segði, at "tarvar springa, tað geri eg
ikki."
Endin á hesum máli varð tó,
at Patursson varðveitti sín sess í
lands tinginum.
Patursson var annars ein sera
sjar merandi maður, vakur og tignar
ligur. Sum ungur minnist eg, at á
fólkafundum og politiskum fund
um byrjaði hann vanliga soleiðis:
"Áðrenn eg byrji skal eg heilsa
tykkum frá kongi." Hetta hevði
stóra ávirkan millum teir konga
trúgvu føroyingarnar. Tað fór eins
og eitt suð gjøgnum fjøldina, sum
var púra ovfarin av hesum sjálv
stýrismanni, sum soleiðis var á
talufót við sjálvan kong.
Tilboðið í 1906
Tann fyrsta valfundin eg minnist
var í 1906. Tað var hetta árið Paturs
son kom heim við sínum gitna
sjálv stýristilboði, sum langt frá
var so nógv á sjálvstýrisleið, sum
heimastýrislógin seinni gjørdist.
Hetta tilboðið skapti stóra øsing
millum føroyskar politikarar og
førdi til, at Sambandsflokkurin
varð stovnaður sum mótvekt til
til boðið, sum var gjørt í samráð við
for sætis ráðharran J. C. Christensen.
Hetta førdi eisini til stovnanina av
sjálv stýris flokkinum, sum stuðlaði
tilboð num.
Hesin fundur var kommunu
skúlagarðinum í Havn, har tað var
fult av fólki. Patursson var fyrsti
talari. Hann greiddi frá tilboðnum
og endaði við at spyrja, um nakar
var ímóti tí.
Tá hoyrdi eg ein, sum við mynd
ig ari rødd svaraði: “Tað havi eg”, og
hann fór beint upp á talarastólin.
Tá var hetta suðuroyarsýslumaður
Oliver Effersøe, sum seinni saman
við Fríðrik Petersen prósti og øðrum
kom at stovna Sambandsflokkin.
Teir blivu eisini hvør eftir annan
formenn fyri flokkin.
Eg kann ikki minnast, hvat Effer
søe segði. Men eg minnist, at eg var
meira í parti við Patursson út frá
tí sjónarmiði, at tað var óhøviskt
av einum manni at koma upp og
órógva ein mann í hansara talu.
Tá ið eg kom heim, greiddi eg
frá fundinum og segði meg eisini
argast inn á Effersøe. Men tá ið
pápi og abbi greiddu mær frá, hvat
lá aftanfyri atburðin hjá Efferøe,
tá kom eg at síggja hetta í einum
øðrum ljósi.
Seinni gjørdist pápi tingmaður
fyri sambandsflokkin, og seinni
gjørdist eg sjálvur oddamaður í
flokk inum. Men eg havi vist verið
av teimum meira frísinnaðu sam
bands monnunum.
Pápi stillaði upp til løgtingsvalið,
sum var eftir at tilboðið kom fram.
Hann fekk eitt gott val, og tað fekk
flokkurin eisini.
Heise hevði ikki
brúk fyri hjálp
Eftirmaðurin hjá Thygesen sum
dómari gjørdist Frederik Heise.
Hann var heilt ungur og óroyndur.
Eg visti, at hann fór at møta mong
um serligum føroyskum viður
skiftum, sum hann einki kendi til.
Eg bjóðaði mær til at hjálpa honum
á allan hátt. Eg fekk ikki so mikið
sum eina tøkk. Hann skuldi nokk
klára seg sjálvan. Hetta var ein heilt
annar tóni enn hjá undanmanni
hansara.
Hóast Thygesen kendi væl til
føroysk viðurskifti, spurdi hann
meg ofta til ráðs, tá okkurt ivamál
kundi vera.
Tað er eisini mín roynd, at hóast
ikki sjálvur útbúgvin løgfrøðingur,
so
kann
ein
gjøgnum
sínar
arbeiðsroyndir fáa somu førleikar
sum hjá útbúnum løgfrøðingum.
Tað mundi eisini vera ásannandi
hetta, at eg fleiri ferðir varð settur
sorinskrivari.
Eg og Heise komu tó at arbeiða
stutt saman, tí sama ár sum hann
kom, gjørdist eg sýslumaður. Heise
var dómari til 1924.
Stahlsmith gjørdist amtmaður
aftaná Rytter, men hann doyði
longu í 1920 av sponsku sjúku undir
eini tænastuferð til Danmarkar.
Hansara eftirmaður gjørdist Elias
Olrik, sum kom at vera amtmaður
fram til 1929.
Kristian Djurhuus:
Jóannes Patursson læt heilsa frá kongi
Í hesum partinum kemur Kristian Djurhuus eitt sindur inn á politikk. Millum annað greiðir hann
frá, at hann í fyrsta umfari helt við Jóannes Patursson, men tað vardi ikki so leingi
Tað var her í kommunuskúlagarðinum í Havn, at Jóannes Patursson í 1906 legði
fram sítt tiltikna “tilboð”, sum kom at merkja so nógv fyri føroyskan politikk. Vit
hava frásøgn frá fundinum frá einum eygnavitni, Kristian Djurhuus.
Fútin Christian Frederik
Vilhelm Vest var ein av donsku
embætismonnunum, sum legði
frá sær eftir gøluna í 1918.
Frederik Heise gjørdist nýggjur
dómari eftir Hans Chr. Tygesen.
Kristian Djurhuus bjóðaði sær
at ráðgeva honum, men hesum
hevði hann ikki áhuga fyri.