mikudagur 4. mai 2011síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Í hesum parti greiðir Margretha
frá niðursetukonunum í Ritvík og
teirra serligu bíligu barnaansing.
Hon gekk eisini í skúla saman við
Pola á Glyvrum.
Per Nielsen var beiggi Óða Niels,
sum var umrøddur í seinasta parti.
Hann var handilsmaður og handlaði
við øllum møguligum. Hann keypti
eisini fiskin hjá útróðrarmonnum.
Allir útróðrarmenn í Rituvík av
reiddu teirra fiski til Per, og fingu
teir vørur afturfyri. So tað var ikki
so nógvur peningur í umfari. Kon
urnar bóru fiskin í leypi úr Rituvík
til Per, meðan menn teirra fingu
ein tiltrongdan blund, áðrenn teir
skuldu aftur til útróðrar, har dag
arnir vóru frá árla morgun til seint
á kvøldi.
Fyri at menninir kundu fáa frið
at sova, meðan konurnar av reiddu
fiskin, settu tær børnini í ta nærm
astu og turrastu torvgrøv, so tey
ongan veg skuldu sleppa. So hart
var lívið.
Per hevði eisini einastu myllu í
bygdini. Hon var lítil, men nóg stór
til tað kornið, sum varð dyrkað í
Saltangará. Myllan var bygd um
ánna Saltangará, sum rennir úr
Toftavatni oman í Runavík. Her var
demmað so mikið, at vatnið í eini
trærennu varð leitt til mylluhjólið.
Vildi keypa mammuni
seymimaskinu fyri
fiskipartin
Uttan at gera av, kann eg siga, at eg
var tann av systrunum, sum dámdi
best mannfólkaarbeiði.
Tað var eisini eg, sum veiddi sild
á fjørðinum saman við Knút Poul
sen, tá pápi var til skips.
Knút var eins og pápi niður
setu maður í Saltangará. Hann var
giftur við Bergittu Knudsen, sum
var bóndadóttir á Vollanum.
Hann var eitt góðdýr, sum eg
ikki havi sæð illan. Hann var eins
og hinir raskur at fáast við jørðina,
men jørðin gav ikki nóg mikið at
forsyrgja eini heilari familju. Tí
mátti onnur inntøka eisini fáast.
Hann var fittur í hondunum og
dugdi at smíða. Kona hansara var
røsk at veva og at seyma.
Tey kláraðu seg eins og aðrir
av niðursetmonnunum, og tey
kundu eisini lata ein ullalagd til
ulla biddararnar. Knút kom í bátin
hjá pápa at royna við gørnum á
fjørðinum. Hetta dámdi honum
væl, tí tað lá væl fyri hjá pápa at
fáa sild.
Býtt varð við einum parti til
bátin, og so fekk hvør av monnunum
ein triðing. Eg kom tískil at gerast
bátsfelagi hjá Knúti, tá ið pápi var
til skips. Tá vóru vit framvegis
av bestu bátum. Hetta skapti eitt
sindur av øvundsjúku móti mær
hjá mannfólkinum í ættini!
Tað ráddi jú um at kunna seta
gørnini á røttum staði á kvøldi, har
sildin kom í um náttina, og drigið
var so morgunin eftir.
Sildin varð keypt av Símun á
Høgabóli. Prísurin kundi svinga
nakað alt eftir sum veiðan var. Eg
kann minnast prísin hava verið
niðri á 2 oyrum fyri sildina. Men tá
ið eg og Knút fiskaðu saman kundi
hann koma upp á 20 oyru.
Tann dagin vit høvdu størstu
veiðuna hevði eg glett meg til, at
nú skuldi mín partur nýtast til at
keypa mammu eina seymimaskinu.
Men pápi, sum um hesa tíðina
lá sjúkur í songini, gjørdi av, at
parturin skuldi nýtast at keypa
eitt sildagarn fyri. Grundgevingin
var sum so í lagi. Við einum garni
afturat blivu veiðumøguleikarnir
betri, og so kundi seymimaskinan
keypast, tá ið garnið hevði vunnið
seg inn aftur.
Men tá var eg illa nøgd um hesa
avgerð. Fyri meg var tað ongantíð
ein spurningur um, at eg sjálv
skuldi hava part. Hjá mær var tað
spenningurin at vera við og so at
kunna skaffa inntøkur til húsið.
Á einum túri var eg nærum
drukn að. Tá var eg um 12 ára gom
ul. Johanna systir mín og eg vóru
farnar í bátin, og tá vit settu gørnini
fór eg til sjós, men eg fekk tó bjargað
mær.
Í skúla
Eg fór í skúla 7 ára gomul. Lærar
innan var Bergitta Eliassen. So vítt
eg veit hevði hon ikki læraraprógv,
men hon hevði tikið skeið í teimum
ymsu lærugreinunum.
Vit vórðu sett í teirri numm
ar røð, sum vit dugdu til. Eg sat
sum nummar eitt av gentunum
vinstrumegin og Per Jacobsen sat
sum nr. 1 av dreingjunum. Tað var
bert ein skúlastova, so tey eldru
og yngru børnini máttu skift
ast um hana. Per var ikki bert ein
dugnaligur næmingur, hann var
eisini sera hjálpsamur við gent
urnar.
Hann var ein mótsetningur
til ein annan næming Napoleon
Ja cobsen. Hann kundi vera so
ógvusligur í spæli, at genturnar
rædd ust
hann.
Hann
gjørdist
seinni ein kendur skipari og kom
væl fyri. Hann giftist við einum av
mín um javnaldrum og tey fingu
nógv børn.
Eg kundi eisini spæla puss í
skúlanum. Eg var komin eftir, at
lærarinnan ræddist toruna. Ein
dagin, eg ikki hevði lisið nógv uppá,
fekk eg lærarinnuna at trúgva, at
tað sá út sum at toran fór at ganga.
Tað hevði eg hoyrt menninar tosað
um. Lærarinnan bliknaði og fekk
kvalma, og so blivu vit send heim!
Vit spældu nógv, tá ið eg var
barn. Men vit spældu ikki so nógv
saman við dreingjunum, tá ið tað
var Napoleon, sum førdi ann. Men
rætt skal vera rætt. Hann var eisini
riddarligur og vardi okkum, tá tað
vóru aðrir, sum gjørdu okkum for
treð.
Tað var tó avmarkað, hvussu
nógv tíð kundi fara til spæl. Tað
skuldi lesast uppá, og tað skuldi
eisini hjálpast í húsinum. Í teimum
best skipaðu húsunum fekk hvørt
barn tillutað ein setning fyri hvønn
dag. Ikki fyrr enn hetta var gjørt,
var tíð til spæl. Omma lærdi meg
eisini at binda.
Tað var eisini vanligt, at gentur
fóru at hoyggja hjá teimum ymisku
bóndunum, sum høvdu stór øki at
hoyggja. Eg var vist ikki meira enn
10 ára gomul fyrstu ferð eg gjørdist
hoygenta hjá Per bónda, Per Han
sen. Lønin var eitt hoylamb, eitt gott
lamb, tá farið varð á fjall. Eg minn
ist hvussu errin eg var fyrstu ferð
eg kom heim við einum hoylambi.
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í komandi parti
fáa Kristian og Margretha
bæði sponsku sjúku og koma
væl
undan.
Margretha
greið ir meira frá ommuni og
abbanum á Skála
Margretha: Poli á Glyvrum var
buldrutur men riddarligur
Myllurnar og fossurin í Saltangará
Poli á Glyvrum var nakað
buldrasligur í skúlanum, men
hann var riddarligur kortini
Saltangará í gomlum døgum