Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 41

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 Sosialurin Ítróttur Rólant Waag Dam Fyrst var tað Hanus Eliasen, sum fekk teir stívliga hálvthundrað før oysku leikararnar upp úr setr­ inum, tá hann legði ÍF Føroyar á odda. Fuglfirðingurin gjørdi ikki upp gávuna truplari enn neyðugt, tá hann setti innaru síðuna á góðu tvørsendingina frá Steffani Kalsø. Síðani var tað Rasmus Nolsøe, sum sendi ÍF Føroyar á sigurskós, tá hann skoraði við beinleiðis frí­ sparki, tá seinni hálvleikur av longdu leiktíðini var tveir minuttir gamal. Men tíverri fyri flestu før­ oy ingarnar kring vøllin á Valby Idrætspark í gjárkvøldið, var tað før oyski Fremarin, Andreas Lava Olsen, sum fór við yvirskriftunum í lokalavísunum í Valby í dag. Fyrst javnaði hann til 2­2, tá seks minuttir restaðu av longdu leiktíðini, og síðani legði hann BK Frem á odda í yvirtíðini, áðrenn ein liðfelagi hansara staðfesti sigurin hjá Frem og skoraði til 2­4. Soleiðis prógvaði kviki leirvíkingurin, at hann er so smátt er við at koma seg eftir skaðan, sum hevur hildið honum uttanfyri seinasta árið. Kunnu iðra seg Hinvegin prógvaðu leikararnir á føroyska liðnum, at tað sanniliga er dugur í teimum. Eitt liðavrik av teim um allarbestu ger, at teir í dag kunnu iðra seg um, at teir ikki sendu danska liðið úr steypakappingini. Møguleikarnar høvdu teir sann­ iliga til tess. Jákup Olsen var nær við, tá hann stútaði horna sparks­ innlegg beint upp um. Páll Mohr Joensen sendi fyrst eitt skot á stong ina, og royndi eisini at dribla mál verjan av, tá hann gjørdist einsa mallur við honum, men uttan at hepnið var við honum. Rókur av Fløtum Jespersen skeyt senti metrar framvið málinum úr stuttari fjarstøðu, eftir at Hanus Eliasen fann hann við longum inn­ kasti. Og Steffan Kalsø var eisini sendur avstað og var púra leysur við málverjanum, áðrenn hann var runnin upp í evstu løtu. Alt kjansir, sum kundu givið mál, og sum kundu avgjørt dystin. Hinvegin hevði BK Frem ikki nógv at bjóða uppá. Síðsta málið fingu teir, tí ÍF Føroyar satsaðu við alt og øllum – eisini málverjanum – í samband við hornaspark. Tað er tað, sum hendir, tá tú satsar. Hini trý málini komu øll eftir uppspæl í okkara høgra borði, har ÍF Føroyar í onkrum førum kundi vart betri fyri. Annars hevði BK Frem bara ein upplagdan kjans aftrat mál­ unum, sum Trygvi Askham tók sær meistarliga av. Trygvi kundi tó einki gera við málini hjá Andreasi Lava Olsen. Og í Frem kunnu tey ikki gera annað, enn takka leirvíkinginum fyri tvey mál, ein sigur og víðari luttøku í steypakappingini. Hetta gjørdu tey eisini partvíst undir dystinum, tá tey argandi sungu: »Det er kun en rigtig færing: Andreas Olsen« móti føroysku fjøldini. rolant@sosialurin.fo ÍF FØROYAR - BK FREM 2-4 (1-0) Lava loysti av FÓTBÓLTUR Leingi lúrdi føroyska sensatiónin, tí tvær ferðir vóru ÍF Føroyar á odda í dystinum í móti BK Frem í gjár. Men heldur enn, at tað vóru 11 føroyingar, sum stóðu eftir sum sigursharrar, var tað føroyingurin hjá BK Frem, Andreas Lava Olsen, sum gjørdist stóra hetjan Stívliga hálvthundrað føroyingar stuðlaðu ÍF Føroyum á Valby Idrætspark í gjár, har tilsamans 235 áskoðarar vóru. Tað er nýtt met hjá ÍF Føroyum, skemtaði speakarin við Mynd: Rólant Waag Dam Liðuppstilling: Trygvi Askham – Magni Høgnesen, Rasmus Nolsøe, Jákup Olsen, Jóhan V. Gunnarsson – Hanus Eliasen, Niels Joensen, Emil Nolsøe Leivsson, Páll Mohr Joensen – Steffan Kalsø, Rókur av Fløtum Jespersen. Eykaleikarar: Bárður Danielsen, Kaj á Stongum, Jóhan Petur Holm. Rólant Waag Dam Andrea Lava Olsen, maðurin handan sigurin hjá BK Frem á ÍF Føroyum í gjár, býr sum so mangir aðrir føroyingar í Keypmannahavn á Øresundskollegiinum á Amager. Millum annað flestu leikararnir hjá ÍF Føroyum, umframt venj arin Andras Kjartansson Thomassen, búgva har og tískil rokn ar leirvíkingurin ikki við, at hann er mest lýddi føroyingurin á Øre sunds kollegiinum næstu dagarnar. – Tvey mál og ein sigur er fínt nokk, men eg verið nokk noyddur at goyma meg næstu dagarnar, argar Andreas Lava Olsen. Tað er tó ikki einans prik og speiskar viðmerkingar, kviki áleyp arin hevur til sínar lands­ menn. – Teir gjørdu tað øgiliga gott undir dystinum, men eg eri ikki bilsin av teimum, tí liðið telur so nógvar góðar mans, sigur Andreas Lava Olsen, sum nú hevur skotið trý mál fyri BK Frem í ár. rolant@sosialurin.fo Má goyma seg á Øresund FÓTBÓLTUR Leirvíkingurin, sum sendi ÍF Føroyar úr donsku steypakappingini í gjár, roknar ikki við at vera væl umtóktur á Øresundskollegiinum næstu dagarnar Jóhan V. Gunnarsson, ársins leikari í ÍF Føroyum í fjør, spældi dystin á tamb á vinstra bakki Mynd: Rólant Waag Dam Andreas Lava Olsen staðfesti við tveimum málum, at hann so spakuliga er við at koma seg eftir drúgva skaðan í fjør Mynd: Rólant Waag Dam