Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-04, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 4. mai 2011síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51 40 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Tvey av fremstu liðunum á stigatalvuni í Vodafonedeildini, NSÍ og EB/Streymur, møtast við Løkin í Runavík, har stórt trýst man liggja á báðum pørtum. NSÍ hevur ikki verið í finaluni síðani 2004, meðan EB/Streymur hinvegin hevur verið fastur táttur í síðstu fýra finalunum. Hetta kann gerast ein javnur og spennandi dystur, har hvørki liðið vil boyggja seg. Dysturin í Sarpugerði í Norðra­ gøtu er ein rein eystur oyar uppgerð, tá Víkingur tekur ímóti B68. Her kann eisini alt henda, tí meðan Víkingur snávaði á heimavølli ímóti 07 Vestur um vikuskiftið, fekk B68 fyrstu ferð fult í sínum dysti á Sandi. Eisini her kann roknast við ein um dysti, har bæði vilja gera sítt ítarsta fyri at vinna. Í Sørvági verður talan óivað eis­ ini um ein opnan dyst millum tveir uppflytarar, tí har hittast 07 Vestur og KÍ. Serliga KÍ hevur havt vind í seglunum og telist millum fremstu liðini, meðan 07 Vestur kanska ikki hevur fingið øll tey stigini, liðið kundi havt uppiborið í fyrstu dystunum. KÍ er kanska lítil favo­ rittur undan dystinum, men fær einki ókeypis frá vágamonnum. Á pappírinum hevur ÍF lættastu uppgávuna, tí liðið á heimavølli tekur ímóti AB, sum flutti niður í fjør og ikki hevur staðið seg betur enn næstbest í 1. deild hjá monnum higar til í ár. Tað sigur kanska sítt, at ÍF fríggjakvøldið vann greitt á HB, sam stundis sum AB leygardagin tapti fyri næstbestu manningini hjá HB. Her er ÍF stórfavorittur. hilmarjan@sosialurin.fo TRÝST Á BÁÐUM Millum steypadystirnar í kvøld er tann við Løkin millum NSÍ og EB/Streym, ið bæði munnu kenna eitt sindur av trýsti á sær Mynd: www.nsi.fo Fýra rúka út í kvøld FóTBólTUR Bert vinnararnir í teimum fýra fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið sleppa víðari, so fýra lið rúka úr steypakappingini í kvøld Hilmar Jan Hansen Hondbóltsfelagið í Kvívík, HC Kvívík, fer í summar at skipa fyri kapping í strandarhondbólti á Leynarsandi. Kappingin verður leygardagin 23. juli frá fyrra­ partinum og langt út á kvøldið, og kappast verður bæði við kvinnu liðum, mansliðum og bland aðum liðum. Reglurnar fyri strandar hond­ bólt eru eitt sindur øðrvísi enn fyri van ligan hondbólt. Spæl­ ararnir eru fýra í tali, tríggir úti­ spælarar og ein málverji, og ikki er loyvt at dribla. Skalt tú vinna ein dyst, skalt tú vinna tveir hálvleikir, so um liðini vinna hvør sín hálvleik, skal dysturin gerast av við brots køstum. Maðurin aftan fyri hesa nýggju kappingina er Morten Hust Petersen, sum á galla veitsl­ uni í Vági leygarkvøldið greiddi stutt frá kapp ingini og royndi at eggja hond bólts fólkinum til at taka væl ímóti henni. Hetta slagið av hondbólti kom Morten í sam band við, tá hann fyri nøkr­ um árum síðani starvaðist sum venjari í Ný Sælandi. hilmarjan@sosialurin.fo Hondbóltur á Leynar­ sandi Leygardagin skipar Bragdið í Havn fyri føroyameistarakapping í hálv­ um marathon. Umframt at tal an er um eina FM­kapping, er hetta eis­ ini opin kapping, so øllum eru væl­ komin at vera við. Teinurin, sum er 21,1 kilometrar langur, byrjar og endar á Bursa­ tanga. Sum undanfarin ár, verður runnið fimm ferðir frá Bursatanga til tyrlupallin yviri við Strond og aftur. Byrjað verður miðskeiðis millum Café Natúr og Carello, og runnið verður rundan um Café Natúr til tyrlupallin, har vent verð­ ur heimaftur. Kappast verður í fleiri bólkum, sum eru kvinnur og menn, fødd millum 1965 og 1995, veteranar hjá kvinnum og monnum, fødd mill­ um 1956 og 1965, og at enda super­ veteranar, sum eru kvinnur og menn, fødd í 1955 ella áðrenn. hilmarjan@sosialurin.fo FM í hálvum marathon Hilmar Jan Hansen Seinnapartin leygardagin verð ur seinasta kappingin í estet iskum fimleiki hetta kapp ingar árið í ítróttar høllini á Hálsi í Havn, og er hesa ferð talan um føroyameistara kapp­ ingina hjá gentum, kvinnu ung­ ling um og kvinn um. Tilsamans eru 10 lið úr Havnar Fimleikafelag, Ljós­ inum og Støkk meldað til kapp­ ingina, sum byrjar klokk an 15. Nummar eitt, tvey og trý fáa heiðursmerki, og haraftrat verður steyp latið til ognar í hvørjum bólki sær. Leygardagin vóru FM­kapp­ ingarnar hjá teimum yngru, og har stóð kappingin serliga millum Støkk og Havnar Fim­ leika felag. Hjá pinkum vann Støkk og hjá smágentum vann Havnar Fimleikafelag. Eisini var B­kapping á skránni, og tá vann Støkk hjá pinkum og smágentum og Havnar Fim­ leika felag hjá gentum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Longu hósdagin legði Krista botnin, tá hon megnaði at klára eina kravtíð til EM­kappingina fyri brekað, sum verður í Berlin í summar, og síðani helmaði hon ikki í, men fekk hópin av góðum úrslitum í German Open. Krista Mørkøre var í kapp­ ingum bæði fríggjadagin, leygar dagin og sunnudagin, og allar dagarnar megnaði hon at vinna heiðurs merki, umframt at hon setti fleiri persónlig met. Tá avtornaði, hevði 12 ára gamla Krista, sum dagliga venur og svimjur í svimjifelagnum Ægir, vunnið trý silvur­ og fimm bronsuheiðursmerki, sum tey í ÍSB fegnast stórliga um. hilmarjan@sosialurin.fo ÁTTA HEIÐURSMERKI Krista Mørkøre gjørdi við átta heiðursmerkjum bart í stóru týsku svimjikappingini, German Open Krista vann hópin av heiðurs- merkjum SvIMjIng Krista Mørkøre úr Klaksvík vann trý silvur- og fimm bronsuheiðursmerki í German Open- svimjikappingini um vikuskiftið Fjórðings- finalurnar kl. 18.00 Víkingur - B68 kl. 18.00 NSÍ - EB/Str. kl. 19.00 07 Vestur - KÍ kl. 19.30 ÍF - AB Estetisk FM-kapping Løgmans- steypið: