mikudagur 4. mai 2011síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
44
Sosialurin
Kundu verið
sjálvbjargin
við eplum
Randi Jacobsen
Í góðveðinum í seinastu
viku fór Peder T. Haahr
í
royndarveltuna,
sum
Búnaðarstovan hevur á
Miðgerði í Kollafirði.
Búnaðarstovan hevur
annars eisini royndarveltu
á Sandi.
Í báðum veltum verða
hvørt ár roynd nýggj epla
sløg, men tey kendu sløgini
verða eisini sett niður.
22 sløg
Í ár eru 22 sløg í royndar
veltunum. Tað kann al tíð
vera, at okkurt nýtt epla
slag roynist væl, smakkar
væl ella gevur nógva fold.
– Fyrr var vanligt, at
eplini skuldu setast niður
flaggdagin, og taðvar ikki
av leið. Jú seinni verður
sett niður, størri er vandin
fyri svartaspillu, tí eplini
bráðvaksa. Haraftrat kem
ur minni burturúrum, um
eplini fáa meira tíð at vaksa,
sigur Peder T. Haahr.
Hansara tilmæli er at
seta niður í seinasta lagi
tvær vikur inn í mai.
Ein keðlig spilla í mang
ari eplaveltur er róta
sopp urin. Tilfar fæst at
viðgera eplini móti hes um
soppinum.
Peder T. Haahr hugnar
sær í eplaveltuni, og hann
hevur ilt við at skilja, at
ikki meira verður velt av
eplum í Føroyum. Og av
rótum.
Deiligt arbeiði
–Tað hevur einki uppá seg
at fara út í veltuna nakrar
hálvar dagar um várið og
um heystið, tá ið veðrið er
gott. Tað er gott fyri alt,
sigur Peder T. Haahr.
Hann veit, at fleiri
menn hava fingið sær
maskinur at loysa fløg við
bæði há sær sjálvum og
fyri onnur.
– Vit kundu væl verið
sjálvbjargin bæði við epl
um og rótum, tí tað veksur
væl í Føroyum, og tað má
loysa seg, sigur Peder T.
Haahr.
Nú ræður um sum skjótast at fáa eplini í jørðina, sigur Peder T. Haahr, ráðgevi á Búnaðarstovuni