mikudagur 4. mai 2011síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
45
Mikudagur 4. mai 2011 · Nr. 51
Sosialurin
Randi Jacobsen
Nú veðrið batnaði, er veruliga
gongd komin á søluna av set
eplum. Keðiliga veðirð hevur
gjørt, at nógv hava bíðað við
at fara í bøin.
Bæði høg og lág seta eplir
niður. Onkrir bóndir seta
heilt nógv elir niður, onnur
av markað seg til bara at
hava egin eplir ein part av
árinum.
Jógvan Weihe í Havn man
vera tann, sum longst hevur
selt set.
I nógv ár arbeiddi hann í
Landshandlinum, sum hevði
mestu søluna. Tey seinnu
árini hevur Jógvan Weihe
havt sín egna handil, ið syn
irnir nú mestsum hava tikið
yvir.
– Tað verður selt meira set
nú, enn tá ið eg byrjaði, tí tá
var meira vanligt at hava sína
egnu set. Nú vilja tey flestu
hava nýggja set á hvørjum
ári, sigur Jógvan Weihe.
Stórt úrval
Fyrr vóru ikki so nógv epla
sløg at velja ímillum. Tá var
tað mest uptodate og so
eitt serligt slag, sum vóru
sera væl egnað at seta niður
í sandi. Onkur reyð epli vóru
eisini.
Nú eru sløgini væl fleiri,
og tey, sum selja, lurta eftir
Royndarstøðini, hvørji sløg
skulu bíleggjast heim. Jógv
an Weihe selur eisini set til
handlar.
– Í ár fingu vit eitt nýtt
slag, sum Peder T. Haahr á
Royndarstøðini
viðmælti.
Epl ið æt Mette, og tað er út
selt.
Nýggj sløg kom altíð á
marknaðin, men ikki roynast
øll líka væl.
– Tað er ikki gott at hava
sama slag hvørt ár og taka
burturav til set. Eftir fýra
ella fimm ár er rættt at fáa
sær nýtt.
Jógvan Weihe trýr ikki
uppá, at nøkur sløg eru meira
mótstøðufør móti svarta
spillu enn onnur. Hann hevur
frætt frá fólki, sum í fjør
settu niður setepli, ið søgdust
at vera mótstøðufør, og eisini
hjá teimum kom svartaspilla
í veltuna í fjør.
– Tað rætta er at sproyta
slokkarnar beinanvegin og
so eina ferð aftur seinni,
sigur Jógvan Weihe.
Nógv uppliva, at epli teirra
fáa svartar blettir.
– Fólk gera ofta tað stóra
mistakið, at tey brúka alt ov
nógv tøð, og tað er ikki gott
fyri eplini. Tað skulu bara
nøkur fá gramm millum
hvønn slokk.
Sølan av seteplum er á leið tann sama hvørt ár, sigur Jógvan Weihe, sum hevur selt set í 60 ár
Ein sekkur fyri og annar eftir fer í hesum døgum út frá Jógvan Weihe
Nú er at keypa set