Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 12. mars 2002 Nr. 49 - 12. mars 2002 5 LØGREGLUTÍÐINDI Stefan í Skorini Aftur hetta vikuskiftið kannaði løgreglan støð, ið hava skeinkiloyvi. Seinasta vikuskiftið var løgreglan runt í at kalla øllum støðunum í Havn, og í fleiri støðum vísti løgreglan á nøkur viðurskifti, ið skulu fáast í rættlag. Talan var mest um uppsløg, ið eitt nú siga frá, hvørjum skeinkjast kann fyri og annað. Hetta vikuskiftið fylgdi løgreglan upp og kannaði nøkur av støðunum enn einaferð. Hesuferð var alt fingið í rættlag, og løgreglan hevði einki at viðmerkja. HUNDAR Stefan í Skorini Nólsoyingar gremja seg um, at hundar ganga leysir í bygdini. Mánadagin fekk løgreglan aftur fráboðan úr Nólsoy um leysar hundar, og hetta er ikki fyrstu ferð, at løgreglan fær slíkar fráboðanir úr Nólsoy, so nú skal okkurt gerast við trupulleikan. Hundar hava sambært lógini ikki loyvi at ganga leysir. Sunnunáttina vórðu tvey innbrot fram í eysturbýnum í Havn. Óbodnir gestir høvdu veriðí maskinhandli- num Thomas Dam og í venjingarhøllini Yndi. Tjóvarnir fingu einar 1.000 krónur við sær INNBROT Stefan í Skorini Løgreglan fekk fráboðan um innbrotini sunnudag seinnapart, tá fólk varnað- ust tað, at fólk hevði verið á gátt. Í Thomas Dam vóru gerningsmenninir slopnir inn við at brota ein rút aftanfyri. Leitað varð síðani eftir peningi, men pengakassin, sum er brotin upp, var tómur. Teir hava eisini leitað runt í handli- num eftir peningi, men einki er tikið. Í Yndi úti við Strond var eisini innbrot. Gernings- menninir hava brotið ein rút aftanfyri og eru komnir inn í høllina. Síðani hava teir brotið seg inn á skriv- stovuna og tikið 500 krónur í vekslipeningi. Nakrar sólir standa eisini í hølunum og her høvdu tjóvarnir tikið nakrar pengakassar, sum fólk gjalda í, tá tey taka sól. Tann eini kassin varð brotin upp, og hin høvdu teir tikið við sær. Løgreglan metir, at einar 500 krónur vóru í hesum kassunum, so tjóvarnir hava fingið einar 1.000 krónur við sær. Kriminaldeildin á løg- reglustøðini sigur, at okkurt bendir á, at hetta vóru somu gerningsmenn, ið framdu bæði innbrotini. Í blómuhandlinum Akku- leya í miðbýnum var eisini innbrot. Hetta er hent leygarnáttina. Her høvdu gerningsmenninir slopnir inn ígjøgnum ein rút, men einki er tikið úr handlinum. KOYRING Stefan í Skorini Løgreglan í Runavík tók um vikuskiftið tveir bilførar- ar, ið vóru ávirkaðir av rúsdrekka. Annar varð tikin eftir eitt lítið ferðsluóhapp í hálkuni á Lambareiði. Tá løgreglan kom á staðið varnaðist hon, at maðurin var ávirkaður. Lítla løtu seinni kannaði løgreglan ein tilvildarligan bil í Søldarfirði, og tað vísti seg, at førarin var ávirk- aður. Báðir førararnir kunnu vænta sær treytaða frádøm- ing av koyrikortinum og ein treytaðan dóm. Hundaóskil í Nólsoy Kannaðu skeinkistøð Tveir koyrdu skít á Skálafjørðinum Trý innbrot í Havn RÚSEVNI Stefan í Skorini Týsdagin kemur ein 29 ára gamal maður, sum er ákærdur fyri brot á lógina um euforiserandi evni, fyri í Føroya Rætti. Hann er ákærdur fyri at hava 20 gramm av amfeta- mini og 20 ecstacy-pillarar til egið brúk og til sølu. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein persónur verður ákærdur fyri nýtslu og sølu av ecstacy í Føroyum. Staðfestast kann tí, at slík rúsevni finnast her á landi. Maðurin varð tikin hósdagin og kemur fyri longu fyri rættin. Hann hevur játtað seg sekan í nøkrum av skuldsetingunum. Hann er tikin í sambandi við stóra narkomálið. Ígjøgnum avhoyringar og avlurtingar av teimum varð- haldsfongslaðu hevur løgreglan fingið fatur í fleiri øðrum persónum, sum hava samband við teir tiknu, og hesin er ein av teimum. Fyrsti ákærdur fyri ecstacy Fríggjadagin datt ein tvey ára gamal drongur á sjógv í Klaksvík ÓHAPP Solby A. Eliasen Klaksvík, Sosialurin: – Vindurin gjørdi tað, babba! Orðini eigur tvey ára gamli Pauli Sivertsen úr Klaks- vík. Fríggjadagin vóru pàp- in og hann staddir niðri á bátabrúgvunum, tá ein sera dygg hvirla tók í drongin og syfti hann í leysari luft á sjógv. – Vit høvdu verið í bátin- um, og vóru á veg niðan aftur til bilin, greiðir pápin, Símun Pauli Sivertsen, frá. – Eg gekk eitt sindur frammanfyri, og tá eg kom niðan móti bilinum, steðg- aði eg at tosa við ein mann. Eg hevði eyguni við Paula alla tíðina. Hann stóð og hugdi niður á sjógvin, greiðir Símun Pauli frá. – Veðrið var sera undar- ligt hendan dagin. Tað var ikki nógvur vindur, men brádliga kom ein sera dygg hvirla og syfti Paula í ein- um á sjógv. Pápin gjørdist øgiliga kløkkur, men tíbetur var Pauli ílatin ein tættan jakka, sum gjørdi, at hann ikki fór undir. – Høvdið var oman á alla tíðina, men eg var rættiliga bangin fyri, at hann skuldi fara undir, sigur Símun Pauli, sum leyp eftir son- inum. – Eg royndi fyrst at toyggja meg, men tá eg ikki rakk, leyp eg sjálvur eftir honum. Eg var eitt sindur paniskur, men eg hugsaði bara um at fáa Paula upp á turt, heldur Símun Pauli fram. Tvey ára gamli Pauli var væl fyri aftan á hendingina. Hann fekk ikki sjógv niður í seg, og tað fyrsta hann segði, tá feðgarnir vóru komnir upp aftur á turt, var: – Vindurin gjørdi tað! – Hann græt ikki ein gongd, sigur pápin. Feðgarnir skundaðu sær til hús at fáa turt upp á kroppin. Pauli var hetjan í húsinum, tí at hann hevði verið so raskur. Eldri beiggin hjá Paula, sum er seks ára gamal, hevði sagt, at hann vildi eisini sleppa at detta á sjógv. – Pauli ar sera kaldur, tá vit komu til hús, men aftan á eitt heitt bað, kom hann fyri seg beinanvegin, sigur Símun Pauli Sivertsen, sum er sera fegin um, at alt spældi so væl av. Drongur datt á sjógv Javnaðarfeløgini í Suðuroynni høvdu 3. uppstillingarfundin í Porkeri leygardagin, har listin til løgtings- valið varð endaliga avgreiddur POLITIKKUR Dagfinn Olsen Javnaðarfeløgini í Suður- oynni, norðara og syðra helvt, høvdu leygardagin felags fund í Porkeri. Hetta var 3. uppstillingarfundur og listin við valevnum floksins varð avgreiddur. Á fundinum luttóku løgtings- menninir Henrik Old og Jóannes Eidesgaard, ið m.a. greiddu frá tingarbeiðinum. Listin í Suðuroynni sær soleiðis út. Jastrid Nielsen, sjúkrasystir, Fámjin, Henrik Old, løgtingsmaður, Vágur, Sverre Midjord, deildarstjóri, Tvøroyri, Eliesar Poulsen, sjómaður, Hvalba, Jóannes Eides- gaard, løgtingsmaður, Tvøroyri, Mikkjal Søren- sen, stjóri, Porkeri og Rúni Lisberg, arbeiðsmaður, Sumba. Javnaðarlistin í Suðuroynni liðugur Javnaðarlistin í Suðuroynni: Jastrid Nielsen, sjúkrasystir, Fámjin, Henrik Old, løgtingsmaður, Vágur, Sverre Midjord, deildarstjóri, Tvøroyri, Eliesar Poulsen, sjómaður, Hvalba, Jóannes Eidesgaard, løgtingsmaður, Tvøroyri, Mikkjal Sørensen, stjóri, Porkeri. Á myndini vantar Rúni Lisberg, arbeiðsmaður, Sumba Her datt tvey ára gamli Pauli á sjógv fríggjadagin Símun Pauli Sivertsen leyp eftir soninum, tá ein hvirla syfti drongin á sjógv. C M Y K 5 4