Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-12, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 • Nr. 50 - 13. mars 2002 C M Y K 4 Nr. 50 - 13. mars 2002 • 5 5 Ivasamt er, um Ólavur Hvíti fer aftur at fiska havtasku komandi heyst, tí fiskiskapurin er minkaður burtur í einki á teimum leiðum, har teir hava roynt í vetur. - Tað er eingin ivi í mínari verð um, at havtaskan er uppfiskað. Fisk- urin er smáur, og lítið og einki er at fáa, sigur Manbjørn Solmunde, skipari á garnabátinum, Ólavi Hvíta FISKIVINNA Vilmund Jacobsen Tá ið garnaveiðan eftir hav- tasku byrjaði fyri góðum 10 árum síðan, spáddi Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni, at gjørdist royndin ov stór, fór veiðan at minka, sam- stundis sum fiskurin gjørd- ist smærri. - Tað er júst hetta, vit hava sæð í vetur. Fiskiskap- urin hevur verið ógvuliga vánaligur, og fiskurin er nógv smærri, enn hann var, tá ið vit byrjaðu í sínari tíð, sigur Manbjørn Somunde. Miseydnaður vetur Skiparin vísir á, at garna- báturin, Ólavur Hvíti, sum hann og tríggir aðrir eiga, hevur loyvi at fiska bæði havtasku og svartkalva. Teir plaga at royna eftir svart- kalva um summarið og havtasku um veturin. - Vit løgdu um til hav- taskuveiði í oktober, men veturin er púrasta miseydn- aður hjá okkum. Fiskiskap- urin hevur verið serstakliga vánaligur; tað hevur snøgt sagt yvirhøvur einki verið at fingið. Spurdur, hvussu tað hevur gingið hjá hinum trimum skipunum, sum eru á havtaskuveiði í vetur, sigur Manbjørn, at teir á Oknini hava eisini latið illa at. - Nim og Vesturland, sum hava roynt rundan um Bill Baily bankan, hava gjørt onkrar hampiligar túrar í vetur, men har á leiðini er ikki pláss fyri fleiri garna- skipum, tí økið er so av- markað. Teir, sum eru fyrst- ir at fáa gørnini út á hesi leiðini, vera “hangandi”; so har slepst ikki framat aftur. Tað var her, vit fiskaðu tey fyrstu árini. Manbjørn sigur, at sein- astu tveir mánaðirnar hevur tað verið vánaligt hjá øllum havtaskuskipunum. - Tað er eingin ivi í mín- ari verð; havtaskan er uppfiskað, og spádómurin hjá Hjalta í Jákupsstovu helt. Í byrjanini fiskaðu bara Anita og Móvanes havtasku við gørnum, og tá mælti Hjalti myndugleik- unum til at vera sera varnar við at geva fleiri loyvi. Í dag hava 5 skip – umframt útróðrarbáturin, Gudrun – loyvi at fiska havtasku við gørnum, men bara 4 av hesum hava brúkt loyvi í vetur. Skipini eru Nim, Vesturland, Anita, Oknin og Ólavur Hvíti. Anita legði ongantíð um til hav- taskugørn, men var verandi á svartkalvaveiði allan vetur. Manbjørn heldur, at Viberg Sørensen man ikki hava hildið tað hava loyst seg at leggja um, og teir hava eisini gjørt eitt knas- andi gott ár við svart- kalvanum. Økt veiðitrýst - Eg haldi ikki, tað var rætt av myndugleikunum at geva so nógv loyvi til tær leiðir, sum verða royndar. Øll skipini hava loyvi at hava 1400 gørn, og tey kunnu fiska í 365 dagar um árið. Kanska skuldi veiðan heldur verið kvoterað, soleiðis at skipini góvust at fiska, tá ið tey høvdu fingið eitt ávíst tonsatal. Skiparin sigur, at tey fyrstu árini royndu teir sjáldan við meira enn 800- 1000 gørnum, men í dag royna allir við fullum garnatali og við reiðskapi, sum er í góðum standi. - Høvdu skipini hetta garnatal í dag, hevði fiski- skapurin verið uppaftur verri. Manbjørn heldur ikki, at útlitini fyri havtaskuveiðini eru góð, men leggur aftrat, at kanska sær onkur ljósari uppá hesa veiði enn hann. - Havtaskan nørist seint, og tað er slett ikki tann sami fiskurin, vit fáa í dag, sum vit fingu í byrjanini. Ólavur Hvíti legði um til garnaveiði í oktober, men skiparin heldur, at tað skuldu teir ongantíð havt gjørt, tí fiskiskapurin var vánaligur longu í byrjanini. - So, tað er ikki freistandi at leggja um aftur komandi heyst, og ivasamt er, um vit gera tað yvirhøvur. Annars hevur prísurin á havtasku verið sera góður. Hann plagar at vera bestur undan jólum, og soleiðis var eisini í vetur. Manbjørn Solmunde vísir annars á, at svart- kalvin er gullverdur. - Tá ið vit byrjaðu at fiska svartkalva við gørn- um, lá prísurin millum 9 og 10 krónur fyri kg.; í dag liggur hann millum 20 og 25 krónur fyri kg. Manbjørn Solmunde, skipari, er ikki í iva: Havtaskan er uppfiskað – Havtaskan nørist seint, og tað er slett ikki tann sami fiskurin, vit fáa í dag, sum vit fingu í byrjanini, sigur Manbjørn Solmunde, skipari. Hjalti í Jákupsstovu spáddi í sínari tíð, at hetta fór at verða gongdin, um veiðitrýstið gjørdist ov stórt. Og so varð