týsdagur 12. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 49 - 12. mars 2002
Nr. 49 - 12. mars 2002
7
MENTANARÁLITIÐ
Turið Kjølbro
Í dag verður aðalorðaskifti
á tingi um mentanarálitið,
Mentan og menning, sum
varð almannakunngjørt og
lagt fyri tingið seinasta
týsdag.
Tað er misjavnt, hvussu
álitið er móttikið. Listafólk
og listarliga umhvørvið
hava sum heild tikið ógvu-
liga væl ímóti tí, hava fegn-
ast um, at tað loksins er
komið og at nú eru vónir
um, at listafólk fáa betri
virkiskor. Samd hava flest
øll verið um, at álitið kemur
dekan ov seint í hesum val-
skeiðnum. Eisini Signar á
Brúnni, sum var hann, ið
setti arbeiðið við álitinum í
gongd
í
Mentamálastýrinum
fyri
fýra árum síðani, harmast
um, at álitið kemur so seint.
Umboð fyri Sambands-
flokkin, Javnaðarflokkin og
Sjálvstýrisflokkin siga seg
vilja viðgera álitið positivt.
Einastu veruligu fyrivarnini
koma frá Miðflokkinum og
Fólkaflokkinum. Í útvarp-
inum seinasta mikudag
segði Jenis á Rana, at hann
als ikki kann taka undir við
álitinum, og Jógvan á Lakj-
uni metti, at talan er um
ógvuliga stóra peningaupp-
hædd. Hann setti spurnar-
tekin við, hvussu pengarnir
verða býttir út og hvat rind-
að mentan í grundini er fyri
nakað.
Álitið
Í høvuðsheitum byggir
mentanarpolitikkurin, sum
skotin verður upp í álitin-
um, á tveir aðalhyrnisstein-
ar, nevniliga ein umskipað-
an Mentunargrunn Lands-
ins og á uppskot um at
skipa listaøkið við listar-
áðum. Mentunargrunnurin
skal vera flaggskipað, tá ið
umræður útinnandi list,
men hann skal umskipast til
ein lista-, mentanar-, og
filmsgrunn, og játtanin til
grunnin skal økjast mun-
andi. Sambært álitinum
skal hann ráða yvir 9 mió.
krónum í 2006.
Umframt verður skotið
upp at lata pengarnar, sum
Mentamálastýrið
veitir
ymsum endamálum, til
mentanarlívið
gjøgnum
løgtingslóg um stuðul til
list og listarligt virksemi.
Skipast skulu listaráð um-
boðandi allar listagrein-
irnar við tí endamáli, at
listagreinirnar verða ment-
ar. Eitt mentanarráð, har
fólk, ið umboða ymsu ráð-
ini, skal eisini setast.
Listafólkasamband Før-
oya fær eisini høga raðfest-
ing í álitinum. Tað skal
styrkjast munandi, eisini
við hægri játtan, og skriv-
stovan hjá felagnum skal
gerast til eina tænastu og
ráðgevingarmiðstøð
hjá
føroyskum listafólkum.
Álitið leggur eisini upp
til størri samvinnu millum
mentan og vinnulív, og á
eitt økt samstarv millum
listaøkið, kommunur og
lokalsamfeløg.
Mentan
og
menning
røkkur bert um tann partin
av mentanarpolitikkinum,
ið snýr seg um skapandi og
útinnandi list. Tískil er
ætlanin, at fylgt verður upp
við menningarætlanum fyri
aðrar partar av mentanar-
politikkinum, eitt nú varð-
veiting av mentanararvin-
um, ítróttini, mentanartil-
tøk fyri børn og ung, og
annað.
Verða tilmælini og upp-
skotini í nýggja mentunar-
álitinum, Mentan og menn-
ing, framd í verki, verða
umleið 24 mió. krónur á
hvørjum ári settar av til
skapandi mentan í Føroy-
um um fimm ár.
Aðalorðaskifti um mentanarálitið
Sunnukvøldið klokk-
an hálvgum átta fór
streymurin um alt
landið uttan í Suð-
uroy. Orsøkin til
streymslitið var, at
tann eini motorurin á
Sundi gekk fyri. Av tí
at hesin motorurin
framleiddi mest
streym júst tá, fór
streymurin um alt
landið
STREYMUR
Stefan í Skorini
Myrkur var at kalla um alt
landið sunnukvøldið. Bara
suðuroyingar vóru so hepn-
ir, at teir høvdu ljós.
Streymurin fór umleið
klokkan hálvgum átta, tá
ein turboløðari á einum
motori á verkinum á Sundi
gekk fyri og motorurin slóð
frá.
Um hetta mundið fram-
leiddi júst hesin motorurin
nógv mest streym, og hetta
hevði við sær, at streymurin
fór um alt landið.
Klæmint Weihe sigur, at
tað gekk ein tími og fimtan
minuttir, frá at streymurin
fór, til tey seinastu fingu
hann aftur.
Í Norðoyggjum fingu
fólk ljós aftur rættiliga
skjótt. Tey seinastu at fáa
streymin vóru tey í vestur-
býnum í Havn, sum máttu
bíða í meira enn ein tíma.
Settu í gongd
aðrastaðni
– Okkara arbeiðsfólk settu
gongd á verkini á Strond, á
Eiði og á Sandoynni, so
fólk fingu streymin aftur
hampuliga skjótt, sigur
Klæmint
Weihe.
Hann
leggur afturat, at hetta var
eitt hendiligt óhapp, ið
kann koma fyri.
Hann greiðir frá, at vatn-
orkuverkini ikki framleiða
so nógvan streym, tí lítið av
vatni rennur í brunnarnar,
nú lítið avfall hevur verið
og kavi hevur ligið um
landið. Tí verður mest dúv-
að uppá termisku orkuna
frá dieselmotorunum.
Tá so hesin gekk fyri
vegna tekniskt brek, var
brádliga myrkt um alt
landið.
Streymslit:
Motorur á Sundi gekk fyri
Ein motorur á verkinum á Sundi gekk fyri sunnukvøldið, og streymurin fór um alt landið. Meira enn ein tími gekk, áðrenn tey seinastu húsarhaldini fingu ljós
Petur Petersen, aðalstjóri og Óli Holm, landsstýrismaður, við Mentanarálitinum
- At aðalorðaskifti
verður um mentanar-
álitið, nú tingið liggur
í andaleypi, er valagn.
Lyftið um ein ment-
anarpolitikk kláraði
landsstýrið ikki at
inna, hvørki í orðum
ella verki, meðan tey
høvdu møguleikan at
gera nakað, sigur
Katrin Dahl Jakob-
sen, tingkvinna, sum
kortini fegnast um
sjálvt álitið
MENTANARÁLITIÐ
Turið Kjølbro
– Nú hava vit bíðað í fýra ár
eftir hesum álitinum, tað
hevur verið boðað frá hes-
um í øllum løgmansrøðun-
um hetta valskeiðið, so
einki løgið er, at fólk hava
ótolnast, sigur Katrin Dahl
Jakobsen, tingkvinna fyri
Javnaðarflokkin, sum fleiri
ferðir hevur sóknast eftir
álitinum.
Hon setur eisini spurnar-
tekin við, hví mentan og list
koma á skránna nú, tá ið tey
ikki hava verið høgt í met-
um í fýra ár, meðan fýra
landsstýrismenn
hava
skiftst um at umsita økið.
– Hendan ætlanin er til
onnur at fremja. At hon
kemur nú til aðalorðaskift-
is, nú tingið liggur í anda-
leypi og liðugt er, fati eg
fyrst og fremst sum valagn.
Lyftið um ein mentanarpol-
itik kláraðu tey ikki at inna,
hvørki í orðum ella verki,
meðan tey høvdu møgu-
leikan at gera nakað. Hug-
stoytt er, tá vit lesa, at vit
eru 40 ár aftanfyri granna-
londini.
Búskaparligt íkast
Í nýggja álitinum verður
fleiri ferðir víst til tað
undanfarna, Avmarkaður
marknaður, sum kom í
1996.
– Tað verður sagt, at
nýggja álitið er ein dagfør-
ing, ískoyti og virkisætlan í
mun til hitt fyrra, og at bert
fá av uppskotunum frá
1996 eru sett í verk. Spurn-
ingurin er so, hví so lítið er
sett í verk?
Tá tað er sagt, heldur
Katrin Dahl Jakobsen, at
álitið er sera gott, og at em-
bætisfólk í Mentamálastýr-
inum eiga rós uppborið fyri
avrikið.
– Álitið er ikki bara
áhugavert
viðvíkjandi
menningarætlan og teimum
málum, sum sett verða. Ikki
minni áhugavert er søgu-
liga og samfelagsliga bak-
sýnið og lýsingin av ment-
anarpolitikkinum í Norður-
londum, sum partur av væl-
f e r ð a r s a m f e l a g n u m .
G
di
í d
k
ti
ingini av mentanini við
javnrættindarhugtakinum,
at gerast frí og fræls fyri
øll, til at gerast sosialpolit-
iskt og búskaparligt amboð,
hevur flutt okkum til at fata
mentanina sum amboð til
annað enn at dyrka fín-
mentan ella bara til uppal-
ingar. Hetta letur upp fyri
nógv størri virkisøki, og
einum hugburði um, at
mentan er verd annað enn
tann bera dagdvølja ella
verja móti ídnaðarmentan-
ini. Hon er eisini gott bú-
skaparligt íkast. Og eg ivist
onga løtu í, at mentan og
vinna kunnu ganga hond í
hond, sum álitið sigur. Ella,
sum franski mentamálaráð-
harrin Lang hevur sagt, at
íløgur í mentan ikki bara
styrkja medvit og sjálvs-
kenslu. Tær eru eisini besti
handilsskapur.
Katrin Dahl Jakobsen
fegnast um ætlanina at
styrkja Listafólkasamband
Føroya
– Listafólk passa so illa
inn í marknaðarbúskap. Tí
er gott, at LISA sambært
álitinum fer at virka meira
sum fakfelag. Hetta er í
samsvari við hugsjón Javn-
aðarfloksins um møguleik-
hjá
f l
bólk
t
vinna og verja síni rættindi.
Skal listarligt virksemi í
størri mun gerast yrki burt-
urav, er neyðugt at felag
stendur aftan fyri, sum ikki
bara er áhugafelag, men
sum røkir tænastuuppgáv-
ur, ráðgevur og arbeiðir fyri
rættindum hjá listafeløgum
og persónum.
At
Mentanargrunnur
Landsins skal fevna um eitt
størri øki innan listina enn
higartil, er gott, um pengar
fylgja við.
– Fylgja pengar ikki við,
verður alt ov lítið í part,
sigur Katrin Dahl Jakob-
sen.
Nógv gerast
Sambært
álitinum
skal
nógv fáast frá hondini fyri
árslok. Uppskot til inntøku-
trygdarskipan fyri yrkis-
listafólk skal gerast, nevnd
setast at viðgera skattligu
viðurskiftini fyri yrkislista-
fólk, og løgtingslóg um
stuðul til list og listarligt
virksemi. Somuleiðis skal
løgtingslóg um Mentanar-
grunn Landsins endurskoð-
ast, Tjóðpallur Føroya set-
ast á stovn 1. jan. 2004,
listaráð skipast og annað.
– Skipanin við listaráð-
um tykist ruddilig. Her fær
hvør listagrein sær høvið at
viðgera síni mál og for-
kvinnurnar/menninir skifta
orð um tey í ætlaða Ment-
anarráðnum. Møguliga eru
ráðini ov stór. Mest umráð-
andi er tó, at ikki mótstríð-
andi áhugamál darva ar-
beiðinum, sigur Katrin
Dahl Jakobsen.
Viljin
Tann sannroynd, at skap-
andi listin ikki hevur fingið
meiri pening á hesu fíggjar-
lógini í mun til ta í fjør, ger,
at Katrin Dahl Jakobsen
ivast í, um vilji er aftan fyri
álitið.
– At økja játtanina úr 9
mió. til 24 mió. krónur eftir
fimm árum er realistiskt,
men tað eg ikki realistiskt,
tá ið vit hava í huga, at
skapandi mentanin ikki
hevur fingið hægri játtan í
ár.
– Hvussu stórur viljin
innast inni er, sigur vant-
andi undirtøkan, sum vit
hava fingið fyri okkara
broytingaruppskotum
til
fíggjarlóg, serliga frá tjóð-
veldisflokkinum. Seinast
skutu vit upp at hækka játt-
anina til Leikpall Føroya,
men gakk. Musikskúlan
fingu andstøðan og onkur
fólkafloksatkvøða bjargað
950.000 kr. í 2001.
– Javnaðarflokkurin tek-
ur tó álitið til sín, sum vit
halda vera gott, og vit hava
eisini víst á gongda leið fyri
mentanarligum og gransk-
ingarsamstarvi, afturat tí,
vit gera hjá okkum. Álitið
tekur fram, hvussu umráð-
andi tað er, at okkara lista-
fólk fáa eftirútbúgving,
sleppa út um landoddarnar,
og
møguleikar
fyri
útlendskum grunnum at
søkja úr. Okkara hugsan er
at avtala við danir um at
seta á stovn tveir grunnar til
slíkt samstarv, við eini 10%
ella
40
mió.
av
niðurskurðinum uppá 366
mió. til samstarv millum
tey trý londini. Hetta hevði
verið gott ískoyti, og góð
nytta hevði verið at havt
møguleika fyri mobiliteti í
ríkinum.
- Álit varð eisini skrivað í
sept. 2000 um søvnini.
Tann parturin, sum eitur
varðveiting
av
mentanararvinum manglar
í stóran mun at verða tikin
við, um ikki í hesum
álitinum. Tað tykist, sum
tann parturin er farin
longur út í skuggan nú enn
nakrantíð.
- Bókasavnslógin er eisini
gott dømi um, at summi
siga seg vilja, men tá
krónurnar skulu teljast, ber
ikki til. Henda lóg, sum
fekk sjálvt løgmann at øsa
seg upp, men sum fór
ígjøgnum uttan neyðugu
játtan. Lat okkum ikki
vóna, at so illa verður
arbeitt í eini komandi
samgongu.
Mentanarálitið er til onnur at fremja
Framsøgumaður
Fólkafloksins í
mentanarmálum
heldur tað vera
harmiligt, at
mentanarálitið er lagt
fram við so stuttum
skotbrái, at ikki er tíð
at seta seg rættiliga
inn í tað, áðrenn
aðalorðaskiftið
verður í tinginum
MENTANARÁLIT
Framsøgumaður
Fólka-
floksins í mentamálum
hevði ikki lisið mentanar-
álitið, tá Sosialurin bað um
eina viðmerking í gjár.
Jógvan á Lakjuni sigur
við Sosialin, at hann hevði
onga aðra viðmerking enn
ta, at hann heldur tað vera
sera harmiligt, at eitt so
stórt mál varð lagt fram við
so stuttum skotbrái til aðal-
orðaskifti.
– Hetta málið er so stórt,
at tað átti at fingið nógv
meira tíð til viðgerðar, áðr-
enn tað kom til aðalorða-
skifti í tinginum, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Roynt varð eisini at fáa
viðmerking
frá
Heðini
Mortensen,
framsøgu-
manni Sambandsfloksins í
mentamálum,
men
tað
eydnaðist okkum ikki at
hitta hann, áðrenn blaðið
fór til prentingar.
ej
Skotbráið ov stutt
– At økja játtanina úr 9 mió. til 24 mió. krónur eftir fimm
árum er realistiskt, men tað er ikki realistiskt, tá ið vit hava í
huga, at skapandi mentanin ikki hevur fingið hægri játtan í
ár, sigur Katrin Dahl Jakobsen
C
M
Y
K
7
6