Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 8 Sosialurin Áki Bertholdsen - Vit mugu leggja størri dent á at granska grind og grindahval. Annars verður grindadráp skjótt forboðið. Tað staðfestir Bjarni Mikk el sen, lívfrøðingur á Nátturu gripa savninum. – Hetta er ikki nakað, eg haldi, hetta er nakað eg veit, leggur hann afturat. Bjarni Mikkelsen hevur fingist nógv við grind og grindahval, men hann sigur, at skulu føroyingar gera sær vónir um at kunna halda fram at drepa grind, verða vit noytt at granska meiri. – Tað hevur avgerandi týdning, at vit úvega okkum vitan um, hvussu nógvur grinda hvalur er til. Tað er eisini neyðugt, at fáa greiði á, hvussu grindahvalur ferðast, hvussu víða hann ferðast og hvar hann heldur til. – Og vit mugu eisini fáa greiði á um talan er um ein felags grindastovn, ella um grindin, vit drepa, bara er úr einum lokalum stovni. Forboðið Bjarni Mikkelsen staðfestir, at megna vit ikki at leggja prógv á borðið um hesi viður- skifti, verða tað ikki bara umhvørvisfelagsskapir, sum verða eftir okkum – Fáa vit ikki útvega okkum meiri og neyvari vísindaligt tilfar um grind og grindahval, verða tað sjálvt lond, sum Ísland, Noreg og Um nøkUr ár grindadráp Ikki Bara drepa Bjarni Mikkelsen, lív­ frøðingur á Náttúru­ gripa savninum, held­ ur, at gera vit meiri burt ur úr at granska grind, kann tað eisini geva okkum vælvild hjá umhvørvis fe lags­ skapum og útlendskum fjølmiðlum, sum ann­ ars vilja okkum ann í grindamálinum. – Tað kann vísa um heiminum, at tað er alt so ikki so, at vit bara drepa, vit granska eisini, sigur hann. Hann heldur, at ser­ liga í summar, nú um­ hvørvisfelagsskapir hava boðað frá, at teir koma higar, kundi tað givið okkum vælvild, at vit sluppu at merkja eina grind. Hann vísir á, at summi hava borið upp á mál, at nú um­ hvørvisfelagsskapir koma higar í summar, skulu vit taka tað eitt sindu r róliga við grinda drápi. Á grindafundi á Oyrarbakka herfyri, helt hann fyri við ein­ um skeivum smíli, at kanska fer hetta at geva teimum størri møguleika at fáa eina grind at merkja. Í øllum førum held­ ur hann at vit eiga at kunna vísa um heim­ inum, at vit ikki bara drepa grind, men at vit eisini gera eitt vís indaligt arbeiðið fyri at varðveita og tryggja stovnin. GRIND OG GRANSKING Sleppa vit ikki at granska grind, kann eg siga við vissu, at grindadráp verður ólógligt um nøkur ár, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur NeyðuG GRANSKING Granska vit grind og grindahval meiri, enn vit hava gjørt higartil, skulu vit gloyma alt um grindadráp um nøkur ár, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur. Teir hava bíðað í 11 ár eftir at sleppa at merkja grind. Her stendur hann við grindasendarum, sum teir hava havt liggjandi í fleiri ár og sum hann staðiliga vónar at sleppa at merkja eina grind við í summar