Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 8 VIKUSKIFTI Hvør hevur verið mest spennandi tíðin í lívinum? Tað at blíva PÀPI at nógvum børnum, fimm (eri einabarn), og harnæst at seta føtur undur egna fyritøku, í mínum føri SMS FOTO & VIDEO og hareftur 3-arin og Expert og sínani at takað mína útbúgving sum Int. Coach & Co-ordinator/ráðgevi & kveikjari. Hvør árstíðin er hin besta og hví? So avgjørt summarið, nógvir góðir møguleikar í náttúrini, glað fólk og ein mega hugnaliður býur, og ikki minst eitt gott og mergjað tónleikalív, ið blomstrar hettar tíðarskeið. Hvar er títt besta ferðamál? So avgjørt Spanien, haldi til har av og á á einum lítlum stað ið sigst hava 345 sólskynsdagar um árið. Og so duga spaniólar sera væl at LIVA, ella teir LIVA fyri at arbeiða, og arbeiða ikki fyri at LIVA, einki stress... Ferðast tú nógv í egnum landi? Kann ikki reypa so nógv av hesum, men royni at koma runt, dámi væl at vitja minni bygdir, og eri altið sera glaður eftir ein slíkan túr. Hvat hyggur tú eftir í sjónvarpinum? Um tað er SVF so hyggi eg eftur Dagur & Vika og MÚS (sera væl úr hondum greidd) og sum heild eftur føroyskum sendingum. Hvussu heldur tú teg í form? Eg gangi nógv og havi eitt »program« har eg venji nakað fyri ringan rygg tríggjar ferðir um vikuna ,og vitji so av og á svimjihøllina saman við mínum efturnølara Fríða ið er fimm ár, so tað blívur meini hugni enn svimjing. Hvønn ítrótt dámar tær best? Tíverri eri eg ikki so ítróttaáhugaður, men ein góðan fótboltsdystur er ikki at kimsa at, dámi sera væl at hyggja eftur útlenskum fótbolti Barcelona, Madrid og elitufótbolti... var til ein í Madrid við 90.000 áskoðarum, eitt satt upplivilsi; men eg eri mest til konsertir... Dámar tær allan føroyskan mat? Ja, eg ELSKI føroyskan mat, allan. Blívi ikki troyttur av føroyskum mati, royndi forrestin at steikja røst riv í Spanien, men tað smakkaði alsto ikki so gott sum her á klettunum. Hevur føroyskir tónleikur nøktandi umstøður? So avgjørt IKKI, vit eru nærum einasta statt á Føroya landi, ið arbeiðir uttan trygdearnet, onga minstuløn, og í mun til eitt nú ítróttin, so mangla vit so avgjørt eitt ÍSF; men nakað av hesum er okkara egna skyld, men so sanniligani eisini tað, at landið so avgjørt ger alt, alt ov lítið fyri at satsa uppá tónleik. Tað eru nóg mikið av góðum – og eg meini mega góðum – tónleikarum í Føroyum, men tað er nú lættari at selja FISK, tað veit man hvat er, hóast vit sum tjóð kundu gjørt nógv meiri við tónleikin. Innan stutta tíð hevði hettar verið eitt gott ískoyti til landið og so sanniliga ferðavinnuna... puha, eg vindi meg upp... Nokk fyri hesu ferð... Hvat gleðist tú um í gerandisdegnum? At børnini, familjan, vinirnir, listarfólk og mamma mín hava tað gott, og at tað byrjar at henda nakað í býnum, fólk ið stókka inn á gólvið í TUTL til ein kaffimunn. Gleðist nokk eina mest yvir at hava eina rímiliga góða heilsu og at kunna tosa, tað er jú ikki ein sjálvfylgja. Hvat harmast tú um? Allar mest um óskilið á okkara polittiska leikvølli. Havi so avgjørt virðing fyri øllum politikarunum, men »hold da helt ferie« at so nógv klók fólk ikki kunnu finna stevið og í FELAG stýra OKKARA skútu skynsamt og rættvíst, uttan alla hesar kunstigu ósemjurnar og klandrið, tað hoyrir onga staðni heima, at tey fólkavaldu ikki kunnu stýra skútuni undir sama leisti, sum vit stýra einum húsarhaldi. Stór skomm, tá eg oftani uttanlands skal greiða frá, hvat og hvussu landið verður stýrt. Og so harmist eg sera nógv um, at landsstýrið IKKI tekur tað í álvara, at vit hava so avgjørt brúk fyri peningi til digitalsering av okkara mentunararvið, bandasøvnum, ið liggja í Kvf og aðrar staðni á Føroya landi. Hvat er størsta framstig í Føroyum um 10 ár? At fiskivinnan verður um 50% av útflutninginum, og alternativar vinnur standa fyri restini BTÚ, tað er Tourisma og so sanniliga eisini tónleikavinnan, gransking, klædnaídnaður og Know How innan tann digitala heimin... og EITT sjúkrahús og eitt Tjóðleikarhús... kanska nakað optimistist, men heldur tað enn hitt... Gissur Patursson Tónleikarar áttu at havt sítt ÍSF lagt tIl rættIs: Leo Poulsen Gissur Patursson er kendur í monGum høpi, men mest innan HanDil og tónleik. hann elskar føroyskan mat, men steikt riv smakka ikki tað sama í spania sum í Føroyum. og so gleðir hann seG til um tíggju ár, tá útFlutninGur av fiski bert fer at telja HelminGin av føroyska Btú