fríggjadagur 6. mai 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
8
Sosialurin
kappingin
Summar
Nýggjastu tølini fyri flogferðsluna
í apríl mánað í ár vísa, at so mong
sum 4.255 flogfør komu og fóru
hagani. Av hesum vóru 588 flogfør
ið fóru á charter-ferð við omanfyri
60.000 ferðafólkum.
Talið av ferðafólkum lá annars
um tey 220.000. Av hesum fóru
145.000 uttanlands, og helst eisini
fleiri teirra til Føroyar.
Nevnast kann, at í summar
fer Atlantsflog at flúgva higar
sjey ferðir um vikuna, og tí er
ikki óhugsandi at uppaftur fleiri
føroyingar fara at brúka flogvøllin
í Billund.
Tann besti
Stjórin á Billund-flogvøllinum, Kjeld
Zacho Jørgensen fegnast sum vera
man um stóra talið av ferðafólkum
í apríl mánaði.
Hann vísir m.a. á, at apríl mán að-
ur var tann besti í søguni hjá flog-
vøllinum. Næstbesti mánaðurin
var í 2008, tá 188.000 fólk fóru um
flogvøllin. Í ár vóru tey altso 32.000
fleiri.
Haraftrat hevur franska flog-
felagið Air France sett tríggjar frá-
ferðir á skrá í apríl, og at ein stórur
vøkstur hevur verið á rutuni til
Frankfurt.
Tey flestu ferðafólkini ferðast
kortini til London, Amsterdam og
Frankfurt.
- Vit hava tí góðar vónir fyri
fram tíðina,
sigur
Kjeld
Zacho
Jørgen sen.
Vert er eisini at leggja merki
til, at fyri charter-ferðsluna liggur
Antalya á odda, og í hølunum á tí
Las Palmas, Tenerife og Palma de
Mallorca.
220.000 ferðafólk í Billund
Øskuskýggið, sum rakti altjóða flogferðsluna í fjør, sæst væl aftur í virkseminum á flogvøllinum í Billund. Hetta
kann tó ikki reingja tann veruleika, at fyri Vesturjútland hevur hesin flogvøllurin framvegis sera stóran týdning.
ØKING
Flogvøllurin í Billund er í støðugum
vøkstri, og við nýggjum rutum
sær ljóst út fyri framman