Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 Sosialurin r verðUr forboðið Áki Bertholdsen Hóast tað hevur alstóran týdning at granska grind og grindadráp, gongur ómetaliga illa at fáa loyvi til tað. Tað sigur Bjarni Mikk­ el sen, lívfrøðingur á Náttúru gripasavninum. Hann sigur, at í heili 11 ár hava tey verið til reiðar við sendarum at merkja grind, men tað hevur bara eydnast tvær ferðir at merkja nakrar hvalir. Tað var í 2000, tá ið fýra hvalir vórðu merkir og í 2004, tá ið seks hvalir vórðu merktir. Báðu ferðina var tað í Vágum, har sýslumaðurin sum tá var, Regin Jesper­ sen, vísti stóra vælvild og stórt forstáilsi fyri tí vis­ indaliga arbeiðnum. Bjarni Mikkelsen harm­ ast um, at tey aðrastaðni í landinum ikki hava víst somu vælviwld og nettupp tann manglandi vælvildin hevur elvt til, at tað ber næstan ikki til at fáa eina grind at merkja. Bíða í 11 ár Men síðani 2000 hava vit hvørt ár gjørt vart við, at vit kundu hugsað okkum at sloppaið framat eini grind, sum kundi verðið merkt til vísindalig enda­ mál og so slept avstað aft­ ur. Kortini viðgongur lív­ frøðingurin, at tað hev­ ur gingið illa at fingið undirtøku fyri hesum. – Vit eru í harðari kapp ing við lakaíløt og grýturnar, tí hvørja ferð, ein grind er, skal hon drep ast. Tað vísir seg eisini, at hóast nógv grind hevur verið í einum øki, ber ikki til at fáa eina grind at merkja, tí tær skulu altíð drepast. Men tað er næstan ein andsøgn, tá ið hann sigur, at hóast tað vísir seg at vera tórført at fáa eina grind at merkja, vísir tað seg, at tá ið nakrir hvalir so eru merktir, er øguliga stórur áhugi fyri úrslitinum. Tíggjund til vísindini Hann sigur, at tey hava ikki lagt í at gingið á myndugleikarnar um at áleggja grindamonnum at avlevera eina grind til vísindalig endamál. ­ Tað nyttar helst ikki nógv hjá okkum at brúka makt fyri at fáa eina grind. Vit vilja helst gera tað við vælvild frá fólki, so at tey við góðum huga hjálpa okkum at reka og merkja, sigur hann. Hinvegin heldur hann eisini, at politiski áhugin er lítil fyri at merkja grind, sum kann vera við til at tryggja, at vit sleppa at varðveita grindadráp. ­ Tað er ongin politikari, sum tekur tað upp á tung­ una, leggur hann afturat. Tað hevði eisini tænt okkum, um vit seldu 10. hvønn hval til frama fyri granskingina, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Hava verið til reiðar í 11 ár GRIND OG GRANSKING Tað gongur illa at sleppa framat at merkja grind, tí vit eru í harðari kapping kaggarnar og grýturnar, sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur Áki Bertholdsen Ein holl vitan um stovn­ in er grundarlagið fyri at grindadrápi og stór hvala­ veiði. Tað staðfestir Bjarni Mikk elsen, lívfrøðingur á Náttúru gripasavninum. Hann sigur, fyri at veiða grind og stórhval burð­ ardygt, hevur tað stóran týdnin at vita hvussu stór­ ir stovnarnir eru. – Tað hevur stóran týdn­ ing at vita, um talan eru um lokalar stovnar, sum eru rundan um Føroyar, ella um talan er um stórar felags stovnar. – Vit kunnu samanbera tað við haruveiði. Tað ber ikki til at siga, at vit hava eitt ávíst tal av haru í øllum Føroyum og tí ber til at veiða eitt ávíst tal av haru í Skúvoy. Útgangsstøðið fyri haruveiðina í Skúvoy má sjálvandi talið á haru í oynni og ikki, hvussu nógv hara er alla aðrastaðni. Bjarni Mikkelsen sigur, at sama ger seg galdandi fyri grind. Er talan um ein stovn, sum bara heldur til rundan um Føroyar, fær tað stóra ávirk an á veiðina. – So kann tað henda, at kvota verður sett á grinda­ dráp, leggur hann afturat. Hann leggur kortini aft­ ur at, at veiðihagtølini vísa, at ongin tekin eru um, at stovnurin er í minking. Men tað sama ger seg galdandi fyri stór hvala­ veiði, – Skulu vit gera okkum vónir um at sleppa at veiða stór hval, mugu vit vita, hvussu stovnurin er og, hvussu hann ferðast. – Er talan um ein meiri ella minni lokalan stovn, er tað greitt, at vit kunnu aldrin veiða stórhval, uttan at eyðræna stovnin. – Men kunnu vit prógva vísindaliga, at talan er um ein felagsstovn, sum ferðast víða, er støðan ein heilt onn ur, sigur hann. aki@sosialurin.fo Kvota kann verða sett á grindadráp GRIND OG GRANSKING Holl vitan er grundarlagið undir grindadrápið og stórhvalaveiði. Grønlands eftir okkum. Tey eru limir í Norður at­ lantiska felagsskapinum fyri súgdjór, Nammco, saman við okkum. – Vit kunnu bara halda fram at drepa grind við at granska grind, er niðurstøðan hjá lívfrøðinginum. Hann sigur, at eisini í Nammco eru tey farin at spyrja eftir vísindaliga grund ar lag num undir grinda drápi. Hann staðfestir, at kunnu vit ikki vísa á, hvussu stórur grindastovnurin er, hvussu grindin ferðast, hvar hon ferðast, skulu vit gloyma alt um at sleppa at drepa grind um nøkur ár. – Vit noyðast at hava haldgóðar grundgevingar fyri at kunna halda fram við grinda drápinum. – Vit kunnu ikki dúva upp á okkara søguligu rættindi upp á tað, at hagtølini vísa, at okkara grindadráp ikki nerva stovnin. Hann sigur, at vit vita nak­ að um støddina á stovninum um útreiðslu og annað. – Men vit kundi hugsað okkum at fingið meiri vitan til vega, eisini um nøring fyri at kunna meta neyvari um tilgongdina til stovnin, og um onnur viðurskifti eisini. Burðardygg veiða Bjarni Mikkelsen skoytir upp í at í hesum tíðum, har krøvini um burðarygga veiði alsamt herðast, fer kravið um burðardygt grindadráp eisini at herðast og tá mugu vit kunna prógva vísindaliga, at talan veruliga er um burð­ ardygga veiði. – Tað mátti verið frægari at verið til reiðar við teimum røttu prógvunum, tá ið krøv­ ini stinga seg, leggur hann afturat. aki@sosialurin.fo Sleppa vit ikki at granska grind, skulu vit gloyma alt um at sleppa at drepa grind Tað mátti verið frægari at havt prógvini til reiðar, tá ið krøvini koma Vit mugu sleppa at granska fyri at kunna prógva, at vit veiða burðardygt