fríggjadagur 6. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Í einar tveir mánaðir hava
millum 50 og 60 ungdómar
trú liga bygt upp ein sjón
leik frá grundini av. Og í
ann aðkvøld upprennur so
løtan, tá spentu ung dóm
arnir sleppa at vísa al menn
inginum fyri fyrstu ferð
úrslitið av mánaðar venjing.
– Tað var í januar, at stig
vórðu tikin til at seta ein
leik upp. Upprunaligi tankin
var, at talan skuldi verða um
ein leik, sum vit kundu fara
niður til Danmarkar við,
men
undirtøkan
gjørdist
so stór, at vit skjótt broyttu
hugsan, sigur Beinta Cloth
ier, sum er útbúgvin sjón leik
ari og arbeiðir á Margarin
fabrikkini.
Saman við Gunn Joensen,
ið koreograferar dansin í
leikinum, og Petur Háberg, ið
hevur gjørt tónleikin, stend
ur Beinta Clothier fyri upp
setingini, sum skjótt gjørdist
munandi størri enn roknað
var við.
– Tað var so skjótt at vit
funnu út av, at tað gav lítla
meining at fara niður við
einum leiki, har danir ikki
skilja eitt orð, samstundis
sum vit í staðin kundu hava
fleiri framførslur í Føroyum,
sigur Beinta Clothier.
Leikurin er ein dansi og
sangleikur, og er sprottin av
tí, ið rópt verður »deviced
theatre«. Tað vil siga, at
byrjað verður á berum, og so
verður leikurin bygdur upp
í tøttum samstarvi millum
leikarar og leikstjóra – og
í hesum føri koreografi og
tónasmiði eisini.
Leikurin er bygdur upp
um nøkur ítøkilig evni, For
elskilsi/Hjarta sorg – Yvir
stremban – Hjúnaða skiln
aður Keðsemi Bólkurin
mót vegis tí einstaka.
– Hetta eru tey evni, ið
verða viðgjørd í leikinum,
men tað er kortini eingin
reyð ur tráður, heldur ein
stakar senur, sigur Beinta
Clothier.
Ungar yrkingar
Sum sagt er leikurin bygdur
upp í samstarvi millum leik
arar og leikstjóra, eins og
koreografur og tónasmiður
hava havt stóran týdning.
Fimm sangir eru í leik in
um, og tað er Petur Háberg,
ið hevur gjørt tónleikin. Yrk
ingarnar hinvegin eru skriv
aðar av teimum leikandi, og
tað má kallast áræði. Tey,
ið eru við í leikinum, hava
ikki tær drúgvu royndirnar
á palli, tó at onkur av tón
leikarunum hevur roynt tað
fyrr.
Tað er fyri tað mesta ung
dómar, sum javnan ganga
í
Margarinfabrikkina,
ið
eru við í leikinum, men úr
ungdómshúsinum hava tey
eisini verið úti í fram halds
deildunum og greitt frá.
– Talan er um breiðan
hóp av ungum, ið eru millum
14 og 18 ár. 13 tónleikarar
eru, 14 dansarar og níggju
sjónleikarar. Restin tekur
sær av ljósi, ljóði, búnum,
palli, smyrsli og annars tí,
sum brúk er fyri backstage,
sigur Beinta Clothier.
Fyrireikingarnar byrjaðu
í januar, men sjálv venjingin
byrjaði tó ikki fyrr enn fyri
tveimum mánaðum síðani.
– Tá páskafríðtíðin er
tikin burtur úr, hava vit vant
í einar seks vikur, har serliga
seinastu vikurnar hava verið
hektiskar sum altíð upp und
ir eina frumsýning, sigur
Beinta Clothier.
Góðan stuðul
Leikararnir hava víst sera
stóran
áhuga
fyri
verk
ætlanini.
– Tað hevur alla tíðina
verið soleiðis, at tað eru
leikararnir, ið hava trýst
leik stjór arnar heldur enn
øvugt. Leikurin hevur verið
borin av einum vilja at full
føra verkið, og tað hevur í
høv uðsheitinum verið tey,
ið hava skapt leikin, sigur
Beinta Clothier.
Tað er Perlan, ið er karm
urin um leikin fyrst og
fremst, men í prinsippinum
ber til at ferðast við honum.
Fyribils er ætlanin at
sýna »Kennir tú Margar« í
Perluni, og ein vika er sett
av frá leygardegnum. Tó
verður eingin sýning mána
dagin. Og áhugin fyri leik
inum er stórur, tí útselt er
til tvær sýningar umframt
frumsýningina.
– Ein vika er sett av,
men møguleiki er at sýna
leikin nakrar ferðir aftr
at. Kommunan hevur víst
verkætlanini
sera
stór an
áhuga, og vit hava eis ini
fingið stuðul frá Mentanar
grunninum og MáF, og tað
eru vit sera takksom fyri,
sigur Beinta Clothier.
Flestu leikarar ganga í
skúla, og tí hevur bert ver
ið møguligt at vant eftir
skúlatíð, men væl hevur
gingist í hond, og nú bert eitt
samdøgur er eftir til frum
sýningina, er alt til reiðar.
Sum nevnt verður frum
sýningin
í
annaðkvøld,
leyg ar kvøldið
7.
mai,
og
at gongumerkið
kostar
100 krónur. Síðani verður
leikurin sýndur eina viku
fram, tó ikki mánakvøldið,
og øll kvøldini verður byrjað
klokkan 20. Og tað er eitt
gott hugskot at skunda sær
at keypa atgongumerki, tí
pláss er bert fyri 4050 áskoð
arum.
60 ungdómar við sjónleiki
Í annaðkvøld verður frumsýning av leikinum »Kennir tú Margar«, sum starvsfólk á Margarinfabrikkini
saman við millum 50 og 60 ungdómum seta upp í størsta tiltaki av sínum slag hjá ungdómshúsinum
Ein brotpartur av
teimum millum 50 og
60 ungdómunum, sum
eru við í sangleikinum
Kennir tú Margar.
Margar er ein stytting
av Margarinfabrikkini
– harav navnið
Mynd: Álvur Haraldsen