fríggjadagur 6. mai 2011síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
10
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Brandur er hoyvíkingur, og hann lesur stjórn
málafrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann
gjørdist málsligur studentur í Hoydølum í 2009
og byrjaði at lesa á Setrinum síðsta heyst.
Seinnu árini hevur hann arbeitt fyri Hotel
Føroyar í frítíðini, og her hevur hann eitt nú
staðið í barrini, eins og hann hevur tikið sær
av ymiskum urtagarðsog viðlíkahaldsarbeiði.
Hann hevur ikki fast starv hjá Hotel
Føroyum, men er til reiðar, tá ringt verður
eftir honum. Hetta hevur serliga verið eftir
skúlatíð, í vikuskiftunum, og tá jólafrokostir
og onnur størri tiltøk hava verið.
Nú verður tað í Kafe Vágs
botn fram til heystar.
Kafe Vágsbotn
Í fjør summar arbeiddi Brandur eisini í Kafe
Vágsbotn, og hetta dámdi honum ógvuliga
væl. Nú kafe’in læt uppaftur seinna
partin mikudagin, er hann enn einaferð
til reiðar at taka sær av viðskiftafólkum,
sum detta inn á »gólvið« í útikafeini –
til ein bita ella til okkurt leskandi.
– Vanliga hava vit opið frá klokkan
11 fyrrapart til klokkan 22 á kvøldi. Er
veðrið gott, og nógv fólk er í Vágsbotni,
kunnu vit hava longri opið. Vit hava eitt
nú sandwick, høsnarunga, sushi og vaflur,
og vit hava eisini sodavatn, smooties,
milkshake, øl og sommersby, sigur hann.
Væl vitjað
Brandur Leivsson Hansen sigur, at Kafe
Vágsbotn verður væl vitjað, tá veðrið
er gott.
– Tað hevur eisini víst seg, at rættiliga
nógv fólk savnast í Vágsbotni, tá ferða
mannaskip eru á Havnini. Hinvegin eru
flestu gestirnir hjá okkum føroyingar,
og sum heild hava fólk tikið væl ímóti
útikafe’ini í Vágsbotni, leggur hann aftrat.
Hann vísir á, at í fjør høvdu tey eisini stór
skíggja, har fólk, sum vitjaðu, eitt nú høvdu
høvi at síggja HMfótbólti úr Suðurafrika.
– Eg vænti, at vit fara at seta sjónvarp
uppaftur í ár, har fólk kunnu síggja sendingar
frá eitt nú Oyggjaleikum og ymiskum
øðrum kappingum úti í heimi – og kanska
verður eisini víst frá onkrum av føroysku
summarstevnunum, leggur Brandur aftrat.
Men er tað ikki kalt at arbeiða í eini útikafe?
– Nei, tað er eingin trupulleiki við kulda.
Vit hava jú rúmið her aftanfyri, og vit hava
eisini røttu búnarnar, tá sólin ikki skínur.
Brandur Leivsson Hansen heldur,
at tað er sera hugnaligt at arbeiða
í Vágsbotni um summarið, tá sólin
skínur, og øll eru í góðum hýri.
Hevur fjakkað
Ungi hoyvíkingurin sigur, at stjórnmálafrøði
kann lesast fram til endan av útbúgvingini í
Føroyum, men hann væntar, at hann fer at
taka okkurt semestur í onkrum øðrum landi.
– Hetta verður neyvan í Danmark,
men helst í onkrum enskt talandi
landi, leggur hann aftrat.
Brandur sigur, at um hesa tíðina í fjør vóru
hann og ein vinmaður og fjakkaðu í fjareystri.
– Vit vóru burtur í tríggjar mánaðir,
og hetta var ein fantastisk tíð, har vit
upplivdu onnur lond, onnur fólk og aðrar
mentanir. Vit sóu, hvussu fólk liva, og
hvussu tey hava tað í gerandisdegnum, har
tey búgva og liva sítt lív, sigur 22 ára gamli
hoyvíkingurin, Brandur Leivsson Hansen.
lagt tIl rættIs: Vilmund Jacobsen, vilmund@sosialurin.fo
Lesur stjórnmálafrøði
og selir sushi í Vágsbotni
Seinnapartin mikudagin læt Kafe Vágbotn uppaftur og fer nú at hava opið til endan av
august. Í gjár, tá SoSialurin vitjaði, stóð 22 ára gamli, brandur leiVSSon HanSen, Í útikafe’ini
Mynd: ViLMUND JacOBSEN
Síðan hann var 18-19 ára gamal hevur Brandur Leivsson Hansen hjálpt til í frítíðini á
Hotel Føroyum, og hetta er annað árið, at hann arbeiðir í Kafe Vágsbotn
Fakta:
Navn: Brandur Leivsson Hansen
Aldur: 22 ár
Besta við starvinum:
At møta ymiskum fólki
Ringasta við starvinum:
Mær dámar tað bara...
Staður: Vágsbotnur
Stjóri: Jóhannes Jensen