Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 12 Sosialurin Vilmund Jacobsen At sigla við stuttleikabáti og hugna sær saman á báta festi­ valum, stevnum og útferðum annars er nakað, sum rætti­ liga hevur vundið upp á seg í Føroyum seinnu árini. Tað eru eisini fleiri ár síðan, at før oyingar byrjaðu at fara uttan lands at sigla við sínum bát um, eitt nú til Noregs. Norrø na tók bátar og fólk við til Bergens, og soleiðis hava nógv ar føroyskar familjur havt frálíkar túrar innan fyri norska skergarðin, har siglt hev ur verið millum bygdir. Tá Oyggjaleikir vóru í Het landi fyri nøkrum árum síðan, vóru eisini nógvir før oysk ir bátar – størri og smærri – á ferð millum lond. Flestu bátar sigldu bæði niður til Hetlands, har steðg­ að var í nakrar dagar – og síð­ an heimaftur til Føroya. Millum bátarnar, sum vóru á hesi ferð, vóru stórir og flottir glastrevjabátar og heilt niður í áttamannafør. Nógv ar familjur nýttu høvi at gera hendan túrin sam an, og í øðrum lagi vóru kenn­ ing ar og vinfólk saman á hes um bátum. Tað tekur umleið eitt sam­ døg ur at sigla úr Føroyum til Het lands við 7­8 míla ferð. Hetta er langur vegur hjá børn um í smærri bátum, og tí sigldu kvinnur og børn í summ um førum niður til Het lands við Norrønu. Í nakr ar dagar hugnaðu tey sær saman við teimum, sum høvdu siglt niður í bátum, til kvinnur og børn aftur fóru heimaftur við Norrønu, sam­ stund is sum bátarnir loystu aftur í Hetlandi. Byrja á Toftum Eingin ivi er um, at báta sigl­ ing er komin fyri at vera, og nú leygardagin verður so árs­ ins fyrsti bátafestivalur, har Toftir er í miðdeplinum. Bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 12, og ein tíma seinni verður stevnt út eftir fjørðinum, har bátafylgið kemur inn í Oyrahavnina á Toftum klokkan 14. Ein hálvan tíma, áðr enn bátarnir stevna inn í Oyra­ havnina, byrja har mon i ku­ leikarar at spæla fyrstu løg­ ini við bátahylin. Vanligt er, tá bátarnir hava lagt til bryggju, at bátsfólkið fær heita suppu og okkurt lesk andi, og soleiðis verður helst eisini hesaferð. Fleiri bátsmanningar bin­ da bátarnar og liggja fyri nátt ina, eins og bátsfólkið lut tek ur í teimum tiltøkum, sum eru á festivalinum. Tað eru tó altíð nakrir bátar, sum lut taka í siglingini, men sum kort ini ikki gerast partur av sjálv um stevnutiltakinum, tí eitt hvørt annað er á skránni, sum leygardagurin líður. Tey, sum standa aftan­ fyri bátafestivalin á Toft­ um, heita á so nógvar báta­ eig ar ar sum gjørligt um at loysa og at verða við í sigl­ ing ini leygardagin – eisini, um viðkomandi ikki hava møguleikan at ger ast part ur av sjálvum stevnu til tøku­ num. Ymisk á skránni Ein skrá er løgd fyri báta­ festi valin, har ymiskt er á skrán ni, bæði fyri børn og vaks in. Klokkan 15 leygardagin lata hoppiborgir og ymiskt ann að upp á festivaløkinum, og har verður eisini tombola. Pylsuvognur verða opin á øki num, og Navia fer at selja úr einum tjaldi. Longu klokkan 16 leygardagin verða fest i val­ búffar seldir, og eftir klokk­ an 16 verða ymiskt tón­ leika tiltøk, har eitt ní Niels Mid jord og Hallur Joensen fara at syngja og spæla – Niels klokkan 16 og Hallur klokk an 16.30. Uppboðssøla verður av tekning, og um kvøldið So loysa bátarnir aft Í morgin verður ársins fyrsti bátafestivalur, og hesin verður hildin á Toftum. Bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 12, og ein tíma seinni verður stevnt út eftir fjørðinum, har bátafylgið kemur inn í Oyrahavnina á Toftum klokkan 14 ... ein hálvan tíma, áðrenn bátarnir stevna inn í Oyrahavnina, byrja harmonikuleikarar at spæla fyrstu løgini við bátahylin... Tey, sum standa aftanfyri bátafestivalin á Toftum, heita á so nógvar bátaeigarar sum gjørligt um at loysa og at verða við í siglingini leygardagin – eisini, um viðkomandi ikki hava møguleikan at gerast partur av sjálvum stevnutiltøkunum