Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 12 VIKUSKIFTI Penur áleypari Kommuna tirrar kynslívið Eg var í iva. Skuldi eg senda krans ella blómur. Ella geva eina peningagávu til Fíggjarligt støðu­ festi. Nei, tað bar ikki til, einki kontunummar var nevnt í kunn­ gerðini um jarðarferðina. Var tó ivaleysur í, at til sein­ astu ferðina noyddist eg at fara, nú ein gamal kenningur, vinur er at gera í so nógv av, men kenn­ ingur hóast alt fór hiðani. Undan stórari skuld gamaní, men tað leggja tey einki í uppi har. Bílegdi tí atgongdarkort, sum lá í postkassanum eina viku eftir at tað varð sent aðra staðni í sama postnummari sum eg búgvi í. Atgongdarkort var eitt krav fyri at sleppa inn í kapellið har í kjallaranum eystan fyri Skansan. Læt meg í tann svarta jakkan, sum eg annars gangi í hvønn dag. Vit vóru ikki nógv. Kundu verið yvir 9000, men vóru bara 25, sum sýndu seinastu virðing og drýptu høvur, tá lokið varð neglt á tóma pengakistilin. Eingin hvít kista at leggja hondina á, men nakrar hendur at taka í. Eingin var so kolasvartur humoristur at kondolera, heldur ikki eg. Eingin græt. Men onkur skilti ikki, hví deyðin er so mis­ kunnarleysur og krevur so nógv. Vit tosaðu ikki hart, hetta var ein álvarsløta. Í gongini uttan fyri salin nevndi eg tó, at seinast, eg var á fundi við tí nú deyða, fingu vit sunnu dagsdøgurða og reyðvín í staðin fyri niðurskrivaða rósuvínið. Nógv reyp og inn flutt undirhald afturvið. Jólaborð­ halds brúdleypssangir, stór tøl á stórskíggja og eingin deyði í durunum. Ja, tá var lagið gott. Her, hetta tunga hóskvøldið, vóru kaffi, posate og søtar rentu skattaðar keks. Løtan bar ikki meira enn tað. Endiliga var lítillætni eingin skomm, men nú var bara ov seint, alt ov seint. Og eingin jarðarferðarhjálp frá Heilsu trygd. So fara vit inn í salin. Eitt bert rúm. Einki pynt, einki stás, einki sálmahefti við krossi á, eingi powerpoints, mikrofonin stóð á low, eingin urga, eingin bøn (ivaleyst tó onkur illbøn innan­ tanna). Deknurin staðfestir við at hyggja í eina Dimmalætting, at vit eru her lógliga, innkall­ ingarfreistin er hildin. Klokkan 18.04 fer presturin upp til altarið, sigur sjúkrasøguna hjá lík inum. Tað hevði borið til at bjarga sjúklinginum, men tað vildu onnur ikki. Klokkan 18.23 er deyðin endaliga staðfestur eftir besta leisti, einmælt uttan atkvøðugreiðslu. Eg eri tann einasti, sum ikki havi atkvøðu­ rætt. Hini stóðu tí deyðu nærri enn eg. Eg, »tygum«, hava rætt til at taka orðið, men ikki atkvøðurætt, stendur í atgongdarkortinum. Spurt verður um búgvið. Men einki er at arva, ikki so frægt sum ein tóm bússa. Talvan gongur ikki. Á bróstinum í kapellinum, millum Nólsoyarfjørð í vind­ eygunum, hanga avrit av konga liga loyvisbrævinum Loyvisbrævið, sum Fríðrikur hin sætti, kongur, gav tann 24.mai í 1832. Elli var tó ikki deyðs­ orsøkin. Og kontan hjá Cathrine Marie Johannesdatter í Færø Amts Sparekasse hongur eisini har. Næstan 179 ár, sum byrjaðu við 29 dálum og 48 skillingum og endaðu í ongum, ja, minni enn ongum. Hví? Tí tað er ikki spennandi, ikki modernað, ikki trendy at læna fólki pengar, sum gjalda teir aftur. Sethúsaeigarar eru so keðiligir debitorar, eingin av­ bjóðing, eingin váði. Eykaaðaljarðarferðin var liðug. Hon var uttan spákingar­ ferð út í veðurbarda býlingin millum heims og heljar. Eingin bjóð aði til ervi aftaná. So, farvæl meðni. Avtikin um sálina fóru vit til hús. Tað, sum nú er eftir, orðnar Skiftirætturin. Tikið er ikki við skuld. Hvíl í friði Katrina Maria Jógvansdóttir Farvæl Katrina Maria F. 24.05 1832 – D. 28.04 2011 UmaftUraFturuM høgni djurhuus Hvør vil hava tey óhugaligu? Vit sóknast eftir hugaligum tíðindafólkum Norðlýsið Hurðin fór upp beinanvegin! Væleydnað upplating á Norðurbryggjuni Vágaportalurin Ella fór skúlin við tyrluni Tyrla við skúla til Dímunar Portal.fo Býta trý stig? Víkingur og vágamenn býttu stigini Kringvarp.fo Vorðið sum feria – longri enn lærarar! Tingið kundi verið saman, til skúlarnir fara í summarfrí, sigur løgmaður í svari til fyrispurning frá Bill Justinussen. Kringvarp.fo Nýggj tulking Klaksvík er fólkaríkasti býurin í einum víðkaðum lokaløki Norðlýsið Brendu Bin Laden Terroristurin Osama bin Laden er dripin í eldkampi við amerikanskar trygdardeildir sunnudagin Vágaportalurin Nýggj deild KÍ fekk í dystinum móti NSÍ á fyrsta sinni at merkja, at man nú spælir í Vodafonedeildini. Norðlýsið ranga í strúpan Norðlýsið skrivar sum vera man grein um Vodafonedystin millum KÍ og NSÍ farna vikuskiftið. Og har hava tey gjørt eina gløgga og viðkomandi eygleiðing. Skrivað verður soleiðis í dystarfrásøgnini: Ein stóð spyrjandi yvir, hvussu man kann loyva Christian Høgna at standa so fríður í 5-metrinum. Jú, har stóð hann so penur – Christian Høgni. Og so skoraði hann omaná tað heila. Einki verður tó sagt um, hvørt málið eisini var pent ella ikki. Handilin Loyndin, sum millum annað selir eggjandi undirklæði og sexleikur, fær góða umrøðu á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í hesum døgum. Kommunan tekur veruliga eitt tørn fyri borgararnar í kommununi við hesum teksti: »Enn einaferð verður Loyndin at hitta á Bryggjuni í Vestmanna!!! Við útvaldum vørum, sexutum mótashow við lingeri og undirklæðum ;-) So nú er høvi hjá damunum at shoppa og harrunum at finna tað perfektu gávuna til sín ....eehem eg meini konuna... Loyndin bjóðar 10% avsláttur á allar vørur keyptar hetta kvøldið.. so nú er at forkela seg sjálva...« – Tú, Martin, passar tað, at tú skalt skiljast fyri fimtu ferð? – Ja, tað passar. – Og hvat, er tað tú ella konurnar, sum hava skyldina av tí. – Tað er í øllum førum ikki mín skyld, tí tað eru altíð tær, sum biða um at verða skildar. Ein maður, sum skuldi sína árligu ferð til Spania, kekkaði inn á flogvøllinum. Hann hevði tvey kuffert við – eitt reytt og eitt svart. – Eg vil gjarna hava, at tit senda tað reyða kuffertið til Spania, og tað svarta til Guatemala, segði maðurin við kvinnuna, sum skuldi kekka hann inn. – Tíverri, tað ber ikki til, svaraði hon. – Tað var eg glaður at hoyra, tí tað gjørdu tit í fjør. Møtast og skiljast Kekka inn