fríggjadagur 6. mai 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
12
Sosialurin
kappingin
Summar
Runt alt Danmark finnast omanfyri
10.000 kilometrar av súkklurásum,
har ein sleppur undan at fara upp
um fjøll og skørð, men fær hinvegin
vakra náttúru við sær á túrinum.
Ein annar fyrimunur er, at tað
er altíð stuttur vegur til strondina
um tú hevur hug at svala tær á, ella
til næsta bý um ein skal keypa sær
okkurt.
Og ynskir ein at spara eitt sind
ur uppá megina, kann ein taka
súkkluna við tokinum og soleiðis
koma skjótari frá einum enda av
landinum í hin.
Ein fyrimunur hjá teim súkkl
andi er, at tey eru væl lýdd í
ferðsluni, av teirri einfaldu orsøk
at tey eru so mong í tali.
Danir elskar súkklur sínar og
munnu teljast millum mest súkkl
andi fólkini í heiminum. Tað sær
ein ikki minst í gøtumyndini í
Keypmannahavn, har súkklu rás
irnar verða nógv brúktar árið runt.
Um summarið verður eisini
skipað fyri fleiri súkklukappingum
í Danmark. Millum tær størru kapp
ingarnar er HM í landa vegssúkkling
ið verður í døgunum 18. til 25. sep
tember í ár.
Góðar umstøður at súkkla
Hjá teimum sum dáma væl at súkkla, er
Danmark uttan iva eitt tað besta egnaða
og umtókta landið til hetta frítíðarítrivið.
NÁTTÚRA
Meðan tú súkklar á teimum mongu rásunum í Danmark,
kann ein samstundis njóta vøkru náttúruna
Niels Finsensgøta 11, Tórshavn, 318300
Nýggjur Noa Noa
handil í Tórshavn