fríggjadagur 6. mai 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
14
Sosialurin
Týsdagin 10. mai hava Jóna
og Jákup Lindenskov í Havn
gullbrúdleyp, tey giftust 10
mai í 1961.
Jóna er úr Fuglafirði og
elst av børnunum hjá Elle fíu
(1912-77) og Jóhannes Jac ob-
sen (1910-2007), orto ped iskur
skó mak ari í Fuglafirði. Hini
systkini eru: Ninnema (1938),
Óli (1940), Oddvør og Lena
(1942), Sigga (1945) og Osvald
(1950).
Jákup er úr Havn, son-
ur
Ed vard
Lindenskov
(í
Rætt ará) og Biritu, sum var í
Leyn um, hóast bæði for eldur
hennara vóru úr Kví vík. Jákup
var einasti beiggi í syst kin a-
flokkinum. Systrarnar vóru
Judith (1924-2005), Kathr ina
(1929ð1946),
Rann vá
(1934)
og Sunnvá (1938). Jákup tók
realprógv í Havn í 1950, og
sama árið fór hann í læru
hjá Trygg ing ar sam band i num
Føroyar, sum tá helt til úti í
Ting a nesi, og hvørs starvs fólk
kundu teljast á hond u num.
Hann fór seinni til Dan mark-
ar, har hann gekk á hand ils-
skúla og arbeiddi í trygging.
Eftir skúlagongd í Fugla-
firði var Jóna í Handlinum hjá
Pidda (S. P. Petrersen). Átjan
ára gomul fór hon at útbúgva
seg sum sjúkrasystir. Var á
sjúkrasystraháskúlanum
í
Stege í 1955, síðani næmingur
á Dr. Alexandrines Hospital
(Landssjúkrahúsið),
og
í
1958 fær hon psykiatrisku
út búgvingina
á
St.
Hans
Hospi tal, Roskilde, og í 1959
narkosoútbúgving á Gen tofte
Amtsygehus. Í 1960 verð-
ur hon sett í starv á Lands-
sjúkrahúsinum, og her hev ur
hon síni ríku virkisár, til hon í
oktober 2000 valdi at gev ast.
Í 1958 stillaði Suður streym-
oyar
Javnaðarfelag
Ják up
upp sum nummar eitt til
løgtingsvalið - tá varð still að
upp í nummarrøð - og hann
varð valdur. Flokkurin hevði
eitt sera gott val hetta árið,
og Petur Mohr Dam gjørdist
á fyrra sinni lø g maður. Jákup
sat á tingi til valið í 1966, tá
hann fall – honum tørvaðu
bert níggju atkvøður. Tá Petur
Mohr Dam doyði í 1968, varð
Jákup valdur í landsstýrið, og
varð hann aftur valdur á ting
í 1970 við hálvtfimthundrað
atkvøðum.
Bara
Erlendur
Patursson og Atli Dam fingu
fleiri atkvøður. Jákup var
landsstýrismaður í fýra lands-
stýrissamgongum. Í 1979 still-
aði Javnaðarflokkurin hann
upp til fólkatingið, tá vete-
ranurin Johan Niel sen legði
frá sær. Jákup varð valdur og
legði landsstýrisstarvið, sum
hann hevði røkt í 11 ár upp á
dagin, frá sær. Hann er tann,
sum hevur sitið longst sum
landsstýrismaður. Jákup sat
á fólkatingi í átta ár, og hann
gavst sum virkin politikari
í 1994, tá hann ikki stillaði
uppaftur til løgtingsvalið.
Hóast Jóna gavst í sjúkra-
systrayrkinum
fyri
ellivu
árum síðani, so er hon fram-
vegis sera virkin. Sam vitsku-
full hevur hon røkt tað, henni
varð álagt – sína Florence
Natingale-upp gávu
hevur
Jóna røkt í størsta álvara. At
hon valdi narkosu útbúgv-
ingina
gjørdi
somuleiðis
tað, at hon bant seg til eitt
presisjóns starv av rang. Hon
fekk næm inga árini og fittan
part av virkis árun um á tí
gamla hospi talin um við teirri
útgerð, ið tá var. Tá hon tók við
á skurð deildini var bert ein
narkosusjúkrasystir,
Laura
Eiriks toft. Við Jónu vóru tær
tvær, sum nú skiftust um
vaktbyrðuna, stand-by dag
sum nátt. Jóna er ein av tí
gamla »besetninginum« frá
tíðini, tá »yvirlæknin« - og
tað var sjálvsagt Pauli Dahl –
ráddi fyri borgum. Jónu sást
tú kvikgongda og skundisliga
fara eftir Hospitalsvegnum,
hon var á síni deild áðrenn
klokkan sló átta, ikki minst tey
17 árini hon var deildarleiðari.
Uttan fyri lívsstarv sítt
hevði Jóna áhugamál, sum
hon røkti ikki minni samv-
itskufult.
Maðurin
var
politik ari, børnini vóru ein
dýr u r lutur, at teimum skuldi
einki tróta var umráðandi.
Jóna hevur tikist við ymiskt
í handligum sum andligum
verki, lesur nógv, fæst nógv
við handarbeið, íðin at binda
inn bøkur og ger nógv burtur
úr ættargransking, er skrivari
í felagnum Ættarbandinum.
At hon eisini hevur sín blómu-
og plantuáhuga, er eyð sýnt í
urtagarðinum í Tórfinsgøtu.
Djørv er hon eisini - so djørv,
at hon sum 72 ára gomul fór
á telduskeið, keypti teldu – og
við henni er hon sera kná.
Hittir tú ikki Jónu, so kanst tú
altíð sendi henni ein teldupost
ella eini boða á Facebook, so
fært tú í øllum førum fatur á
henni.
Í politikki er Jákup kend ur
fyri sítt varsemi - ikki minst,
tá tað snúði seg um ríkis -
málini. Honum dámdi lítið,
tá menn fóru upp at sveima í
loysingarpráti – hann virk aði
fyri at tryggja lívs grundar lag-
ið, og ríkis veit ing ina sá hann
sum eina neyð vendig heit til
tess. Hann hevur sera drúgvar
royndir, sum politikari – eitt
nú var ein teirra, sum í januar í
1959 fór niður at samráðast við
H. C. Hansen, forsætisráðharra
um
almannalógirnar,
sum
komu í gildi sama árið – tær
lógir, sum vit í dag síggja
sum eina sjálvfylgju. Øll árini
sum landsstýrismaður umsat
hann almannamál, og tey lógu
honum øll árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggj-
ar lógin, sum Jákup var við
at samtykkja á tingi var upp
á 18 milliónir. Tann síðsta,
hann var við til at samtykkja
– tað var í 1993, var upp á 2.500
milliónir! Hetta lýsir kanska
broytingarnar í samfelag okk-
ara – og í politikki, tey árini
Jákup var virkin politik ari.
Meðan Jákup var lands-
stýrismaður vórðu lunnar
lagdir undir fleiri batar, eitt
nú lógina um dagpengar við
sjúku og barnsburð, eins og
deildirnar á Eirargarði vórðu
bygdar at hýsa teimum menn-
ingartarnaðu, sum fram til ta
tíð vórðu send av land in um á
stovn í Danmark. Tey kundu
nú flyta heimaftur av Rød by-
gaard.
Í sínum borgarliga starvi á
Tryggingini var Jákup við til at
seta á stovn Lívstrygg ing ina –
hetta var árið fyri at hann fór
í farloyvi frá Trygg ingini fyri
at gerast lands stýrismaður
– og hann var burturi frá
tryggingini næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup
ver ið virkin innan fráhalds-
rørsluna gjøgnum Losjuna í
Havn, har rættuliga stórt ung-
dómsvirksemi var í fimmti
og sekstiárunum. Hann var
formaður í Ung manna deildini
hjá IOGT, tá tey stovnaðu
hondbólts fe lag ið Kyndil í 1956.
Eisini var hann var eitt skifti
í seksti árunum blaðstjóri á
Sosial in um.
Jákup var í nógv ár for-
mað ur
í
end ur búgv ing ar-
stovn inum ALV, hann hevur
ver ið for maður í Heil brigd-
inum á Velbastað síðani tað
varð stovn að í 1986, var í nógv
ár for maður í stýrinum fyri
Blind a stovnin, og var eisini
for maður í nevndini fyri
Eldr a til hald ið í gamla Føroya
Bank a húsinum í Tórsgøtu í
Havn – og hann hevur sanni-
liga eisini gjørt ein slags
come-back í politikki, tí hann
er vald ur í Eldraráðið í Havn
báðu ferð irnar, val hevur ver-
ið, so hóast hann er farin um
pen sións aldur, so hevur hann
fram vegis nógv jørn í eldi-
num.
Jóna og Jákup eiga børn-
ini Elin (1962), sum er gift
við Høgna Rasmussen úr
Gøtu, Birita (1964), sum býr í
Keypmannahavn saman við
Magnus Gregersen úr Gøtu
og Eirikur (1966), sum er giftur
við Ingun Schiller í Havn.
Barna børnini eru Fía (1979),
Maria (1995), Anna (2001) og
Jónas (2003) – og langommu
og -abba børnini eru Høgni
(2003) og Lóa (2008). Tey sum
vilja hitta gullbrúðarparið
eru væl kom in niðan á Hotel
Føroyar týs dagin 10. mai
klokkan 17:30.
Nøvn
Gullbrúðarparið
Jóna og Jákup Lindenskov
Føðingar
Hey eg eiti Døgg
og eri 2 ár. 18/4-2011
fekk eg eina lítla
systir. Hon var 54
cm og vigaði 3960
gr. Foreldur okkara
eru Eyðbjørg
Robertson og Róin
Olsen, og vit búgva
á Tvøroyri
29. apríl 2011 fekk
Jóannes Viderø ein
lítla beiggja, sum
var 52 cm langur
og vigaði 3700
gr. Foreldrini eru
Birita Viderø og
Ólavur Johannesen,
Tórshavn.
27. apríl fingu Fía Selma Nielsen, Sandavági, og
Hjalgrímur á Heygu, Vestmanna, eina dóttur. Hon
var 55 cm long og vigaði 3900 gr.
27. apríl fingu Liljan Gullaksen og Helgi Jóhannusson
Bláskor, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 48 cm long og
vigaði 2670 gr.
28. apríl fingu Ása og Heini Krossteig, Tórshavn, eina
dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3545 gr.
1. mai fingu Oddny Joensen og Suni Mortensen, Vági,
eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4460 gr.
1. mai fingu Sigvør og Eron Debes, Sørvági, eina
dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3700 gr.
2. mai fingu Magnhild Tausen Olsen og Klæmint
Østerø, Runavík, ein son. Hann var 51 cm langur og
vigaði 3100 gr.
4. mai fingu Sólja Jóanisdóttir og Heini Hanusarson,
Sandavági, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði
3835 gr.