Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 14

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 52 · 6. mai 2011 14 VIKUSKIFTI gamal handil Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Upprunaliga var tað eitt jólatiltak í Degns húsi fyri fýra árum síðani, ið gjørdist neistin, sum nú hevur kveikt ljós í handilin hjá Kathrinu Christiansen aftur. – Fyri tveimum árum síðani royndu vit so at hava jólahandil í gamla handl­ inum hjá Kathrinu Christiansen, og tað eydnaðist so væl, at vit í ein mánað høvdu 9.000 fólk inni á gólvinum, sigur Marit Holm Petersen. Saman við Riu Tórgarð, Jóhan Holm Simonsen og Eir í Ólavstovu er Marit í bólkinum, sum stendur aftan fyri verkætlanina. Øll verkætlanin er grundað á sjálv­ boðið arbeiði. Bólkurin er farin grundiga til verka. – Vit hava skrætt alt tapet niður og síðani mála upp á veggirnar yvir upprunaliga tapetið. Tað hevur verið ógvuliga putlut arbeiði og hevur tikið langa tíð, sigur Marit Holm Petersen. Býráðið er eisini við í verkætlanini, og tað er Marjun Niclasen, sum um­ boðar kommunala partin. – Tá vit skipaðu fyri jólasøluni pilk­ aðu vit alt tað nýggja burtur, frysti­ boksir og líknandi, og nú hevur so stig takanarbólkurin leitað alt tað gamla fram aftur, sigur Marjun Niclasen. Reminisansa Eitt, sum jólasølurnar hava varpað ljós á, er, hvussu tilkomin og eldri fólk elska at vitja aftur inn á gólvið hjá Kathrinu Christiansen. – Vit høvdu dømi um meiri ella minni dementa eldri damu, sum ikki hevði tosað í longri tíð, men eftir at hava vitjað í handlinum hjá Kathrinu Christiansen, var hon prátingarsom, tá hon kom á heimið aftur, sigur Marit Holm Petersen. Í heila tikið hava jólasølurnar víst, at fólk kenna seg aftur í handlinum hjá Kathrinu Christiansen, og tað hevur lívgað manga kvinnu og mangan mann upp aftur. – Eldru kvinnurnar minnast aftur á, hvussu tær hava samlað glansibíløt í gentuárunum, og fleiri ferðir upplivdu vit, hvussu ommur komu inn í jólahandilin við ommubørnunum og greiddu teimum frá, hvussu ein handil sá út fyrr í tíðini, sigur Marjun Niclasen. Ætlanin er tí, at eldri fólk av sam­ býlum og røktarheimum skulu koma í handilin hjá Kathrinu Christiansen fyrrapartar, tí hetta hevur víst seg at vekja minnir og seta ferð aftur á heila­ sellurnar. Seinnapartar er so møguligt hjá øllum at støkka inn á gólvið, og um kvøldarnar er møguleiki hjá stovnum og felagsskapum at leiga seg inn at hava fyrilestrar ella onnur mentanarlig til tøk. Søguligt Eitt annað, sum eisini hevur stóran týdning, er tann veruleiki, at William Heinesen er føddur í húsunum, og eigur mangar stavirnar og reglurnar inni har. – Tað var ofta unga yrkjaranum ov tungt at fáast við roknskaparbøkurnar hjá pápanum, og tí sat hann í staðin og yrkti á loftinum, sigur Marjun Niclasen. Eisini finst ein gomul mynd, sum er teknað beinleiðis á veggin, hvørs penna strok William Heinesen eigur. – So talan er í so mangar mátar um eitt søguligt hús, sum nú á sín hátt kemur aftur til heiðurs og æru. Og tað er næstan líkamikið, hvaðan úr landinum fólk koma, tí hava tey nátt ein ávísan aldur, kenna tey uttan undan tak Kathrinu Christiansen. Øll hava keypt okkurt plaggið ella onkran lutin her, sigur Marit Holm Petersen. Handilin er eisini tann, sum í ser­ flokki hevur hildið longst við gomlu handilstraditiónirnar í høvuðs stað­ num. – Her var Haldor Christiansen kramba kallur heilt fram til handilin lat aftur fyri fáum árum síðani, og fólk fingu útflýggjað vørurnar tvørtur um diskin, meðan pengarnir hvurvu niður í elligamla pengakassan. Tiltikin var eisini petroleumspumpan aftantil í handl inum, sigur Marit Holm Petersen. Skiftandi framsýning Tá tú í dag trínur inn í handilin hjá Kathrinu Christiansen, er hann á tremur viðalskyns brúks­ og prýðislutum. Og alt er í prinsippinum til sølu. – Bólkurin hevur leitað eina rúgvu av gomlum lutum saman at stilla út i einari framsýning, men alt er til sølu. Tí selja vit ikki út av framsýningini, ber heldur ikki til at fornýggja hana, sigur Marit Holm Petersen. Tí er alt prísmerkt. Skenkur, stólar, málningar, breyðmaskinur, gløs, koppar, skálir, borð, hondvundnar grammofonir – stutt sagt alt, ið inni er. – Alt er sjálvboðið arbeiði, og tí eru fólk eisini vælkomin at keypa burtur av framsýningini. Eisini ber til hjá fólki at keypa kaffi og køkur, men tað er eingin treyt at keypa, fyri at støkka inn á gólvið, sigur Marit Holm Petersen. Hugnaliga og søguliga umhvørvið er ætlanin at gera fulla nyttu av. – Tað er eisini gaman í hjá stovnum og fyritøkum at leiga seg inn í húsini, sum anga av mentan. Her er eitt frá­ líkt umhvørvi at hava fundir ella fyri­ lestrar, tí søguligi andin gevur íblástur til kreativitet, sigur Marit Holm Petersen. Og sigast má, at handilin hjá Kathrinu Christiansen aftur er komin til heiður og æru. til heiður og æru aftur Rættilig stákan hevuR seinastu vikurnar veRið í gamla handLinum hjá kathrinu Christiansen. lív eR aftur komið í húsið, og ætLanin eR at hava tiLtøk bæði fyrraPartar, seinapaRtaR og um kvøLdarnar Kathrina Christiansen Eitt av endamálunum hjá bólkinum er at gomul og pensjónistar annars kunnu hittast í handlinum hjá Kathrinu Christiansen. Hetta er serliga gjørt í samstarvi við heimið í Vallarlíð, sum serliga tekur sær av brúkarum við alzheimer, og handilin verður nýttur í sambandi við reminisansu mynd: Marjun niclasen