fríggjadagur 6. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
16
Sosialurin
Kjak
Skeri eg teg her, so
missi eg teg har
Øgiligt hurlumhey, ið stóðst
av staðseting av einum fót
bóltsvølli.
Tað stutta av tí langa er, at
í býarætlanini er pláss lagt av
til ein fót bólts vøll við Skúlan
við Løg manna breyt.
Enn hava ongar ítøkiligar
ætlanir verið um at gera
vøllin, men trýstið á vøllirnar
í Gundadali og á Argjum
verður alsamt størri, og tað
aktualiserar spurningin um
fleiri møgu leikar.
Her kemur staðsetingin
av vøllinum í Hoyvíkshaga
til orðaskiftis. Summi halda,
at ov vindhart og trongt er
har, sum øki er lagt av, og víst
verður á annað øki í Dalinum
Langa niðan frá Hoyvíkar
skúla.
Tann
staðsetingin
er
heldur ikki uttan ivamál,
tí tað økið er lagt sum ein
grønur geiri eystanfyri sein
astu útstykkingarnar í Hoy
víkshaga.
Grønu og óbygdu geir
arnir úr Sandá í suðri til
Dalin langa og Langadal í
eystri eru í býarætlanini
mettir umráðandi fyri fólk
sins trivnað og vælveru.
So støðan í hesum mál in
um kann, hvussu tú vendir
tí, leggjast út sum í orða
takinum: Skeri eg teg her, so
missi eg teg har.
Kanska hevur málið ikki
sama skund, sum bý ráðslimir
hava havt at skriva seinastu
dagarnar.
Um ikki so langa tíð
verður graslíki lagt á Tórs
vøll. Tað merkir, at í Gunda
dali verða nógv fleiri vallar
tímar tøkir til feløgini, sum
halda til har.
Kortini skerst ikki burtur,
at bæði býarskipanarliga,
trivnaðarliga og ítróttaliga
er tað uttan iva skilagott í
framtíðini at gera ein fót
bólts vøll í Hoyvík.
Sum er hevur høvuðs
stað urin nógv minni vall
ar kapasitet
enn
flestu
bygd ir, ið luttaka í fótbólts
kapp ingunum.
Fylgja vit ikki nøkur lunda
við her, kann tað skjótt elva
til, at fótbólts menningin í
Havnar komm unu steðgar.
Tað vil ongin hava sitandi
á sær.
Jógvan Arge
formaður í
mentamálanevndini í Havn
Flott mynd, men ivasom tíðindir
... ein viðmerking til gomul tíðindir í Sosialinum
Út móti midnátt, týskvøldið h.
1. februar, sendi eg fjølmiðlum,
portalum o.ø. grein, har eg
greiddi frá arbeiðinum í
stjórnarskipanarnevndini
tey 10 ½ árini, eg var virkin
har. M.a. skrivaði eg hetta
brotið:
”Eg mynstraði av eftir 10
½ ára starvstíð.
... eftir innanhýsis stríð
var arbeiðssjakkið umskipað
og nýggjur formaður valdur í
oktobur sama ár. Sama dagin
fekk eg loyvi frá feløgum
mínum, sum tann, ið longst
hevði verið við í arbeiðinum,
at leggja amboðini úr hond
um. Hetta var 21. oktobur
2010, eftir 10 og eitt hálvt ( 10
½ ) ára starvstíð. ”
Fáar dagar áðrenn hesa
grein, sum øll høvdu høvið at
lesa í ymiskum fjølmiðlum,
varð eg av sjónvarpinum
spurdur um hetta sama, og
har fekk eg høvið at greiða
frá, hví eg hevði valt at
frávelja fundarvirksemi í
stjórnarskipanarnevndini.
Síðani tá havi eg møtt mong
um, sum meta meg hava hava
víst ómetaligt tol øll hesi
árini, har eitt løgtingsumboð
fyri og annað eftir løgdu
árar inn og fingu onnur at
taka yvir arbeiði sítt í hesari
maratonnevnd.
Tilvitað gloymska
á Sosialinum?
Løgið at ongin á Sosialinum
hevur
varnast
fráboðan
mína hvørki í sjónvarpinum,
í bløðum ella á portalum.
Man
tað
verða
tilvitað,
so høvið nú býðst at bera
hálvan sannleika um, at ”
Jenis skulkar hvønn fund
”. Fundir, sum eg greitt og í
góðari tíð boðaði frá, at eg
ikki komi at luttaka á?
Tey, sum verða boðsend
at møta í rættinum vita, at
tey mugu siga sannleikan,
allan sannleikan og bara
sannleikan. Kanska kundi
sosialurin umhugsa hesa
meginreglu
næstu
ferð
trongd kemur á ” at sparka
mannin ”.
Jenis av Rana,
Løgtingslimur