fríggjadagur 6. mai 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
16
VIKUSKIFTI
2. partur
Albert Isfeld
post@sosialurin.fo
Mikudagin 9. juni
Ein býtúrur
Leiðin gongur fyrst yvir á Seventh
Avenue, har vit gera eitt legg inn á tað
heimskenda stadion Madison Square
Garden, sum verður brúkt til ymisk
bóltspøl, boxing, Mohammed Ali
hevur boxa her, og størri framførðslur
av tónleiki við t.d Franh Sinatra og
evangelisk møtir við t.d. Billy Graham
– eitt sera nógv brúkt stadion.
Vit kundu hugsa okkum at sæð
meira av stadion, vit høvdu bara sæð
forhøllina v.m., og spurdu ein vaktar
mann um hetta, hann segði, at aftaná kl.
2.30 var møguleiki at síggja alt stadion í
einum guidaðum túri – aftur her ein sera
kurtheisligur, fittur og prátingarsamur
newyorkari. Vit avtalaðu aftur at koma
til henda guidaða túr at síggja alt hetta
stóra stadion.
Nakað longur uppi á Sevent Avenue
liggur heimsins størsta vøruhús Macy`s
og settu vit beina kós móti hesum so
kenda vøruhúsi. Uttan er húsið ein
stórur kolossur, ikki so flott sum ofta
avmynda í bókum, og innan minti tað
ikki sørt um tað nú burturblivna Daells
Varehus í Keypmannahavn. Ein túrur
runt í hesum húsi vísti seg at opinbera
nøkur element frá stórheitstíðini hjá
hesum húsi – millum annað eina
rullutrappu úr fineraðum viði og lamp
ur og gólváleggingar frá hesi tíð.
Tað var fyrrverandi hvalafangarin
Rowland Hussey Macy, sum grundlegdi
Macy´s í einum lítlum handli í 1857, og
seinni bleiv stóra vøruhúsi bygt í 1912,
og stendur at kalla í sama skapi enn.
Aftaná fóru vit á Times Square
har vit ótu á Planet Hollywood, sum
kendir sjónleikarar, eitt nú Bruce Willis
og aðrir eiga, og tað var áhugavert, tí
har er hópur av klæðum og lutum, sum
eru brúkt í filmum, heilt aftur til judy
Garland.
Frá Macy´s gongur leiðin eftir
West 42th Street yvirum Broadway,
har vit longri niðri í gøtuni fáa eyga
á Flatn Building í baksýn, og gera
steðg við Bryant Park, ein park, sum
full komiliga líkist einum av »the
squeres« í London við teimum so eyð
kendu smíðijarnsrekverkunum , ja so
nógv at mann fekk kensluna av at vera
í London.
Víðari gongur leiðin yvirum Fifth
Avenue til East 42th Street og gera
steðg uttanfyri stóru Grand Central
Terminal, sum kann sigast at vera
høvuðsbanagarðurin hjá New York.
Grand Cetral Terminal er bygdur í
1913 og stílurin er Beaux Art, arkitektar
eru Warren & Wetmore.
Bygningurin er uttan stórfingin á
at lýta og er bygdur úr marmor sum
The land
of the free
Vit gerða okkum klár, Vakna alt oV tíðlIgA – haVa jetlAg – og
eru tískil útI Av kós Við okkara InnArA ur, og hetta kemur
okkum tIlgóðAr nú, tí Vit haVa Vunni nAkrAr tímar
AmerIKAtúrUr 7. TIl 30. junI 2010
Vøruhúsið Macy's
Madison Square Garden
Flatiron Building (ella Strýkijarnið)