fríggjadagur 6. mai 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
22
Sosialurin
Kjak
Eftirmeting av barna og
ungdómspolitikki
Hósdagin
5.
mai
víðkar
KLUBB 188 um sítt virksemi
við at ung úr 3. til 5. flokk
kunna koma í KLUBB 188.
Húsið verður opið fyri hesum
aldursbólki tvær ferðir fyri
summarfrítíðina,
og
tað
verð ur byrjað hósdagin 5.
mai kl. 17.00, og opið verður
til 20.00.
Um
royndin
við
at
hava opið tvær ferðir fyri
summ arfrítíðina
verður
væl móttikin, so verður ar
beitt víðari við, at hesin
aldursbólkurin skal hava
møguleika at koma reglu liga
í KLUBB 188 eftir summar
frítíðina.
Men hetta er bert ein
byrj an, men hon er ikki heilt
nøktandi, av tí at tørvurin er
størri enn so, og kommunan
má finna høli at hýsa børnum
úr 3. til 5. flokki í Hoyvík
millum kl. 13.30 til kl. 17.00.
Orsøkin til, at vit mugu
skipa so fyri, er, at í Hoyvík
ganga nógv børn í aldrinum
9 til 12 ár heima einsamøll,
uttan at nakar ansar teimum
og tað halda vit ikki vera
skilagott.
Summi
foreldur
hava
talað at og sagt fyri mær, at
meðan børnini ganga einsa
møll heima, verða kókað
bæði pastaskrúvur og annað
heima eftir skúlatíð.
Eg eri bangin fyri, at ein
ólukka kann standast av
hes um fyrsta dagin, um
ikki
kommunan
skipar
fyri til boðum til hesi ungu
í tímunum frá kl. 13.30 til
17.00.
Vit kenna jú til, at net
verkið hjá familjum í Hoy vík
ikki er tað sama sum aðra
staðni í Tórshavnar komm
unu, tí her eru so nógvir
tilflytarar, og her eru ikki so
nógvar ommur og abbar, sum
kunnu hjálpa foreldrunum at
ansa børnunum eftir skúlatíð
til kl. 17.00.
Tí meti eg tað vera eina
skyldu
hjá
Tórshavanar
komm unu at fara til verka og
finna loysnir á hesum øki.
Ein annar trupulleiki er
eisini, at børn við serligum
tørvi, ikki hava eitt skipað
frítíðartilboð eftir skúaltíð
– og er tað serliga børn við
menningartarni, ið hava tørv
á, at okkurt verður gjørt á
hesum øki.
Hóast Tórshavnar komm
una hevur gjørt serstovu í
Frítíðarskúlanum í Hoyvík til
børn við autismu, er parturin
til børn við menningartarni
ikki heilt nøktandi. Tí tað
er enn ikki komið hartil, at
talan er um eitt skipað tilboð
beint eftir skúlatíð.
Eitt annað mál, sum eisini
hevur
bráðfeingisábøtur
fyri neyðini, er at fáa skip að
ungdómsvirksemi í Kolla
firði. Tórshavnar kommuna
hevur sett 1.5 millión av til
endamálið við at innrætta
loftið í Ítróttarhøllini í Koll a
firði, soleiðis at KÌF eisini fær
skipað hølisviðurskifti.
Somuleiðis er neyðugt við
einum nýggjum ung dóms
tilboði á Argjum. Her kundi
verið møguleiki at funnið
eina skilagóða loysn, nú tá
ið frítíðarskúlin á Argjum
flytur niðan í nýggjan skúlan
á Hamarinum. Men tað skal
sjálvandi finnast peningur til
endamálið fyrst.
Eg ætli mær tí sum bý
ráðslimur at reisa hesi om
an fyri nevndu mál í sam
gonguni, og so vit kunnu
finna onkra loysn til komandi
fíggjarár. Men tað er sjálvandi
ein politisk raðfesting og
ein fíggjarligur spurningur.
Men eitt er at gleðast um,
og tað er , at umsitingin er
sinnað at byrja í KLUBB 188
og leggjast kann afturat, at
nú verður arbeitt við, at fáa
skipað eina Teldukafé úti
á Norðastahorni og tað er
bert eisini at frøast um! Men
enn er langur vegur á mál,
og møgulig játtan skal eisini
finnast til komandi ár.
Levi Mørk
limur í Tórshavnar býráð
Vil Levi Mørk
hava hóp av
endur gjalds
krøvum upp
á nakkan?
Jú, hoyvikingar skulu fáa
fótboltsvøll, sjálvandi! Tí
taki eg til fulnar undir við.
Men tað skal vera við skili
og neyðugum umhugsni
og atlitum. Og tað skal ikki
fremjast við at oyðileggja
náttúruvirði og lívið hjá
øðrum.
Nógv ár áðrenn bæði
Levi Mørk, Jákup Simun
Simonsen og eg komu í
býráðið, varð gjørd ein
yvirskipað ætlan fyri Hoy
viks hagan. Stórt sæð alt,
sum er bygt har, hevur
fylgt hesi ætlan, tað veri
seg
bústaðarbygging,
skúli, Hoyvíkar kirkja, út
stykkingin við Myllutjørn
og miðstaðargøtan Karla
magnusarbreyt.
Og sum einhvør onnur
skilagóð ætlan fyri skipan
av býarøkjum, so fevndi
hendan ætlan eisini um øki
til trivna fyri íbúgvarnar
har. Hetta var m.a. við at
leggja Dalin Langa út til
fríøki, har náttúran verður
varðveitt, og at leggja eitt
stórt øki uppat nýggja
skúlanum til ítrótt.
Hesar
staðsetingar
og skipan av økinum er
tí ikki nakað nýtt. Men
tvangstankin, sum Levi og
onnur hava fingið í høvdið
um, at leggja fótbóltsvøll
í fríøkið í Dalin Langa, og
harvið at oyðileggja økið
sum nátturulendi, er tað
einasta, sum er nýtt fyri
hetta økið.
Tey,
sum
fyrst
og
fremst hava krav uppá
at verða hoyrd um hesa
ætlan hjá Levi og øðrum,
eru tey mongu, sum hava
keypt
sær
grundstykki
vid Myllutjørn, og ikki FC
Hoyvik ella okkurt annað
ítróttar felag,
sum
Levi
heldur. Tí tað verða hesi,
sum verða mest ávirkað av
hesum
ørvitistankanum
hjá Levi.
Tey skulu góðtaka at fáa
ein fótbóltsvøll kroystan
upp í vindeyguni, ístaðin
fyri eitt fríøki, sum tey fingu
lovað, tá tey keyptu sítt
grundstykki. Tað, sum Levi
vil, er tískil ein klokkuklár
uppskrift uppá at oyði
leggja ikki bara fríøkið í
Dal inum langa, men er eis
ini eitt greitt avtalubrot um
útstykkingina við Myllu
tjørn. Og hetta kann útvega
komm ununi eina rúgvu av
endurgjaldskrøvum upp á
nakkan. Skattaborgararnir
koma tí eisini at gjalda
ein høgan prís fyri hesa
oyðileggjandi ætlanina hjá
Levi.
Eitt er, at Levi vil hoyra
FC Hoyvik um staðseting
av
einum
fótbóltsvølli,
men tá mann vil fara so
langt sum Levi vil, at lata
itróttarfeløg
og
lokal
politikarar
úr
ávísum
býar pørtum
avgera
og
broyta býarplanleggingina
í høvuðsstaðnum, so hevur
mann spælt fallit sum
limur í byggi og býar skip
anar nevndini. Og býráðið
hevur eisini spælt fallit, um
vit lata hetta um okkum
ganga.
Um økið við nýggja skúl
an er so óegnað sum Levi
sigur, so lat okkum kanna,
um so er. Og er hetta ein
trupulleiki, so lat okkum
finna eina aðra staðseting í
Hoyvikshaganum, uttan at
oyðileggja útstykkingar og
fríøki, sum vóru planløgd
langt áðrenn Levi Mørk og
onnur komu í býráðið.
Bogi Andreasen
varaborgarstjóri, form. í byggi
og býarskipanarnevndini
Býráðslimir ynskini og tað
fíggjarliga mugu passa saman
Samgongulimir hava góð
og áhugaverd hugskot um
framhaldandi menn ing av
ítróttinum
og
ítrótt aran
leggum í Havn. Hvat skal
koma fyrst – golfvøllur, fót
bóltshøll, svimjuhylur ella
nýggjan fótbóltsvøll í Hoy
vík. Jú hugskotini eru mong
og spennandi, men so sanni
liga eisini ein fíggjarliga ein
avbjóðing.
Sjálvur haldi eg, at tað eru
onnur meira átrokandimál
at loysa her og nú. Hvat við
Kommunuskúlanum
og
teim um avbjóðingum sum
har eru. Ikki tí, Tórshavnar
Kommuna hevur gjørt stór
ar íløgur í nýggjar skúlar í
seinastuni. Ein nýggjur skúli
bleiv tikin í nýtslu fyri einum
góðum ári síðani í Hoyvík, og
ein verður liðugur at taka í
nýtslu á Argjum til komandi
skúlaár.
Sum sagt, vit hava eina
stóra avbjóðing í at loysa mál
ið um kommunuskúlan. Skal
hann rívast niður og byggjast
ein nýggjur kommunuskúli –
ein nýggjan miðbýðarskúla.
Eitt skulu vit undir øllum
umstøðum ikki gloyma, tað
standa næmingar, foreldur og
lærararar spent og bíða eftir.
Hvat verður næsti leikur frá
okkum býráðslimun í hesum
álvars máli.
Eg dugu illa at ímynda
mær, at eingin skúli verð ur í
miðbýnum í framtíðini. Tað
liggur eitt námsfrøðiligt inni
hald og eitt áralangt inni hald
í einum og hvørj um skúla,
eisini í Komm unu skúlanum,
sum vit hava skyldu at loysa
á skilabesta hátt.
Ein nýggjur skúli í mið bý
num kann geva fleiri møgu
leikar til økt mentanar lív
og møguleikar til enn fleiri
og spennandi tiltøk í mið
býnum.
Men, alt hettar er so
sanniliga eisini ein fíggjarlig
avbjóðing fyri okkum bý
ráðs limir.
Tað er ikki rætta tíðin fyri
øktum skattatrýsti á borg
arar. Skattgjaldarin hýkur
undir alt og stórum skattum
og avgjøldum
Ynskini og tað fíggjarliga
mugu passa saman, so vit
framhaldandi hava ein fíggj
ar ligan sterkan høvuð stað.
Annfinn Brekkstein
býráðslimur fyri
Sambandsflokkin