fríggjadagur 6. mai 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
21
VIKUSKIFTI
í einum bygningi, ið var meinlíkur
bygn inginum, teir skuldu loypa á, og
um síðir fóru 24 mans úr Afganistan í
tveim um Black Hawk-tyrlum inn um
markið til Pakistan at taka ella gera av
við ring asta fíggindan hjá USA.
Mangan verður sagt, at veruleikin
kann vera ótrúligari enn teir filmar,
sum royna at lýsa veruleikan á stór-
slignan hátt. Hetta varð sagt, tá torn-
ini í New York fullu til jarðar fyri
10 árum síðan. Soleiðis var eisini, tá
ameri kanarar skutu bin Laden sum
hevnd fyri atsóknirnar í New York. Í
ein um kjallara undir Hvítu Húsunum
sótu Barack Obama og Hillary Clinton
saman við sínum ráðgevum og fylgdu
við atsóknini, meðan hon varð framd.
Hillary Clinton tóktist mestsum skelkað,
og Barack Obama líktist einum, sum
hugsaði, at miseydnaðist atsóknin, var
hann fokin sum forseti.
Sum í James Bond
Barack Obama hevði allar góðar
grundir til at hugsa júst hetta. Í 1979
royndi Jimmy Carter at bjarga nøkrum
ameri konskum gíðslum í Iran, men
atsóknin miseydnaðist fullkomiliga.
Miseydnaða atsóknin setti bæði USA
og Carter í sera ringt ljós og var ein
orsøkin til, at Ronald Reagan vann
lættliga á for seta valinum beint aftaná.
Skuldi tað eydnast Obama at fella
bin Laden og á tann hátt prógva, at
hann er ein harður hálsur, ið torir at
taka av gerð ir, ið byggja á eina rætta
kenslu í maganum heldur enn fullvissu
í høvdinum? Tað eydn aðist nógv betur,
enn hann hevði ímynd að sær.
Frásagnirnar um, hvussu servandu
hermenninir drupu Osama bin Laden,
eru sum tiknar úr einum James Bond-
filmi. Sambært miðlunum greiddi
stjórin í CIA, Leon Panetta, Obama og
hin um frá, hvat hendi undir atsóknini.
»Teir eru komnir fram,« segði hann
einaferð, og minuttirnir gingu. So upp-
lýsti hann, at hermenninir høvdu sæð
Geronimo. Soleiðis kallaði CIA Osama
bin Laden. Nú gingu 40 minuttir, áðr-
enn boð komu um, at fíggindin var
fallin í bardaga. Kvirt var í rúminum
eitt lítið bil, og so segði Obama: »Vit
fingu hann!« Tá kundu øll fegnast um
søgu ligu hendingina.
Ikki fyrr enn tveir tímar seinni fekk
Barack Obama endaliga prógvið um, at
talan var um Osama bin Laden. Her-
menninir tóku mynd av yvir gangs-
manninum, sum á teldu varð samanborin
við aðrar myndir av honum, og mynd-
irnar samsvaraðu. Kona bin Laden
váttaði eisini, at talan var um Osama.
Fýra tímar seinni helt Barack Obama
sína røðu og kunngjørdi fyri USA og
øllum heiminum, at amerikanarar
høvdu gjørt av við bin Laden. DNA-
kann ingar hava seinni staðfest við 99,9
prosent vissu, at talan var um Osama
bin Laden, ið amerikanarar nú siga seg
hava søkt í havið.
Skrásetti sínar hermenn
Maðurin, ið varð søktur í havið, gjørdist
heilagur krígsmaður longu í 1979, tá
Sovjetsamveldið leyp á Afganistan. Tá
legði hann sum einans 22 ára gamal
upp í bardagan ímóti teimum van trúgv-
andi russarunum. Hann stóð á odda
fyri at samskipa eina altjóða herdeild
við 20.000 muslimskum jihadistum,
heil agum krígsmonnum. Tá russararnir
tóku seg úr Afganistan í 1989, skrásetti
hann allar krígsmenninar í eini teldu-
goymslu, so hann kundi heita á teir
um at kríggjast aðrastaðni, gjørdist
hetta neyðugt. Hetta var byrjanin til
Al-Qaida.
Í 90'unum vóru hermenn hjá Al-
Qaida virknir bæði í Kekenia, Bosnia
og Kosovo. Tá Flógvakríggið brast á í
1991, lýsti bin Laden kríggj ímóti USA,
tí amerikanarar vóru komnir á saudi-
arabiska jørð, har heilagu staðirnir
Mekka og Medina eru. Høvuðsstøð sína
flutti hann til Sudan í Afrika, haðani
hann samskipaði síni álop á USA.
Eitt nú royndi Al-Qaida at sprongja
World Trade Center í luftina í 1993.
Í 1996 kom Taliban-rørslan til valdið
í Afganistan, og tá fekk bin Laden
skjól har. Einar 300 milliónir dollarar
átti hann, so hann fíggjaði sjálvur sítt
yvir gangsvirksemi.
Í 1998 bumbaði Al-Qaida ameri-
konsku sendistovurnar í Kenya og
Tansania, og hundraðtals fólk lótu lív. Í
2000 søkti felagsskapurin at her skip inum
USS Cole í Jemen, og 17 ameri kanskir
hermenn lótu lív. Og tann 11. september
í 2001 framdi Osama bin Laden eina
so stórsligna yvirgangsatsókn ímóti
USA, sum ongin nakrantíð áður
hevði framt. Amerikanarar vóru
skelk aðir, ja, summir ræðsluslignir.
George Bush, forseti, sendi tunga
skjútsið bæði inn í Afganistan og
Irak at finna teir seku, og ameri-
kanarar funnu nógvar sekar, men ikki
tann týdningarmiklasta, Osama bin
Laden.
Mánanáttina skutu teir hann so, og
nú veit Osama bin Laden, um hann
hitti 20 jomfrúir í himmiríki sum tøkk
fyri yvirgangin, ið skapti so stóra sorg
kring heimin.
Heimsins mest eftirlýsti maður varð mánanáttina skotin í Pakistan. Við atsóknini fekk USA
loksins hevnd fyri yvirgangsatsóknina í New York 11. september 2001