Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 Sosialurin Kjak Psykiatrisk hjálp Sjónvarpið hevur í hes um døgum greitt frá og víst Føroya fólki, at psyki atriska deildin á Lands sjúkra hús in­ um er fíggjarliga so niður­ undirkomin, at tað má ræða fólk. Hetta er óhugnaligt. Í roynd og veru hava ung fólk við psykiskum trupulleikum í longri tíð als ikki fingið hjálp ella viðgerð. Prátið mill um ábyrgdarfólk á deildini og sjónvarpið gav okkum eina kenslu av, at øll høvdu givið skarvin yvir. Tann deprimerandi, sym­ boli serandi myndin við tómum akslatrøðum á psyki­ atrisku deildini varð víst á skerminum aftur og aftur. Í samrøðuni við lands­ stýrismannin við heilsu­ mál um kom fram, at vit ikki kunnu rokna við, at stórvegis verður bøtt um hesa synd­ arligu støðu orsakað av pen inganeyð. Hann skuldi royna at finna onkrar hissini milliónir. Eg má endurtaka: hetta er veruliga óhugnaligt! Sum eina allegori kunnu vit ímynda okkum, at bíðitíðin til eitt nú ambulanta­ og ella røntgenviðgerð av polit­ isk um orsøkum – eins og á psykiatrisku deildini – verð­ ur tvey ár ella eftir um støð­ unum. Fyrst, og áðrenn relevantir spurningar verða settir: John Johannessen, til lukku og blíðan byr og alt tað besta í tínum høga, kravmikla lands­ stýrismannastarvi. Við støði í tí, sum okkara almenna sjónvarp spurdi og kanska serliga ikki spurdi landsstýrismannin, loyvi eg mær við hesum at seta landstýrismanninum fylgj­ andi spurningar: – Er psykiatriska deildin, millum manna kallað Stats­ hospitalið, sambært galdandi lóg ikki fíggjað 100% av ríkis­ kassanum? – Er tað ikki satt, at 117 milliónir í ríkiskassa blokk­ inum eru oyramerktar til: • »Færøernes Specialskole • Klienter under ekstern for sorg • Aflastnings- og fritids- hjemmet i Tórshavn • Institutionsophold for fær øske klienter i Dan­ mark • Rejser for klienter og på- rør ende (forsorgs ydelse) • Vikar for medarbejder med uddannelse (forsorgs ydelse) • Åndssvageforsorgen • Anlægsudgifter, særfor- sorg • Alderdoms- og pleje- hjem«? – Er tað ikki satt, at lands­ stýrið tann 1. januar 2002 bant fyri allari dagføring av fíggingini til psykiatrisku deild galdandi í 5 ár, og at landsstýrið ongantíð hevur givið ríkisstjórnini boð um at seta niðurbindingina úr gildi? Harra landsstýrismaður John Johannessen: ætlar tú tær, her og nú, at fáa hesi óskiljandi og púra órímiligu fíggjarviðurskifti aftur í rætt lag við støði í galdandi lóggávu? Ella: skulu tey veikastu í okkara landi – hóast lógar­ støðið er í lagi – framhaldandi ikki verða vird, vard og hjálpt, tí landskassanum í ólukku mát manglar júst tann peningin, sum við sama lógarstøði er játtaður og ætlaður til psykiatriska hjálp, men innistongdur, niður bundin? Vónandi svarar lands­ stýrismaðurin mær og teim­ um óivað mongu spyrj andi við ella uttan psyki atriskum trupulleikum. Svar við ongari avkláring í fíggjar­ spurninginum, sum her er umrøddur, kann ikki loysa vandamál hjá teimum óvardu, óhjálptu og avvarðandi. Heri Mohr Møguleikin er her! Nú er ein nýggj veljarakanning almannakunngjørd. Hon er sjálvandi eins óálítandi sum allar aðrar veljarakanningar, men eitt er vert at leggja til merkis: Teir flokkar, sum í 1946 samtyktu, at Føroya fólk skuldi spyrjast um støðu sína til heimastýrisskipan ella loysing, og sum síðani settu ta skipan í verk, sum fólkið hevði vrakað, eru nú í minniluta. Tað er einki serligt nýtt í hesum, tí tað hevur verið støðan nú í fleiri ár. Hetta er eitt prógv um, at tað er rætt sum teir siga í Sveis, har fólkaatkvøður eru vanligar. Ofta koma úrslitini illa við hjá tingmeirilutunum, men stjórnmálamenn har eru samdir um, at fólksins avgerðir sum frá líður vísa seg at vera rættar. Tað er hetta, sum nú er hent í Føroyum. Føroyingar halda, at tað er skeivt av okk um ikki at seta fólka at­ kvøðuna í verk. Kann hetta fáa nakrar avleiðingar fyri tað, sum fer at henda eftir komandi val? Sjálvandi fer tað tað. Tað, sum tá hendur, verð­ ur eftir øllum at døma, at tann løgtingsmeiriluti, sum heldur at vit skulu lýða fólk sins vilja, so sum hann vísti seg á fólkaatkvøðuni 1946, tekur seg um reiggj og sigur við teir flokkar, sum skipaðu fyri fólkaatkvøðuni, at teir eru vælkomnir upp í eina landsstýrissamgongu av øllum flokkum, sum fær hetta sjálvsagda mál av­ greitt. Zakarias Wang Kringvarpið spælir við eld Kringvarpið skal hava loyvi til at senda lýsingar. Tað hevur týdning fyri Kring varpið, lýsarar, lýs- ingarstovur ­ og harvið fyri búskapin allan. At bannað lýsingum í KVF hevði havt við sær, at føroyska BTÚ minkaði. Men almenna Kring- varp ið má kenna sær hógv á hesum marknaði. Tað kapp ast ímóti fyritøkum, sum ongum øðrum liva av enn lýsingum. Tí tók eg tað fram á tingi, tá Kringvarpið herfyri royndi at fáa í lag samstarv við lýsingarfyritøkur, sum skuldu framleiða stuttar, bíligar lýsingar, "fyri at gera atgongdina til Kringvarpið lættari fyri teir smáu lýs­ ararnar", sum tikið varð til. Mítt endamál var fyrst og fremst at gera vart við, at KVF má umsita sín rætt at senda lýsingar við ábyrgd. Havast má í huga, at talan er um ein sterkan almennan stovn, sum kemur inn á ein marknað, har privatar fyritøkur hvønn dag stríðast fyri at yvir liva. Og tað er altso stórur munur á at hýsa lýs­ ingum og so aktivt at royna at dustsúgva marknaðin. Landsstýriskvinnan segði tá, at hon einki fer at gera fyrr enn Fjølmiðla­ kommissjónin kemur við sínum tilmæli í summar. Feiri mundu kortini vóna, at bara tað at fokus kom á málið, fór at fáa KVF at steðga á og hugsa seg um. So var ikki. Í gjár, miku­ dagin, fór eitt skriv undir heitinum "LøttLýsing" út til lýsarar, við lokkandi til­ boðum um stuttar, bíligar lýsingar í Kringvarpinum. Kann skaða kringvarpið Hóast kringvarpsgjaldið verður kravt inn á púra skeivan og órættvísan hátt, so fáa vit ikki so lítið fyri pengarnar. Alt kundi verið betri, men í KVF eru nógvar góðar sendingar, sum illa høvdu kunnað verið fram­ leiddar á privatum grund­ ar lag. KVF hevur eina upp lýs- andi og savnandi funktión, og hon skal varðveitast og styrkjast. Men tað er eingin sjálv­ fylgja at hava eitt alment Kringvarp. Og tað eru støð- ugt fleiri sum tala fyri at avtaka ella skerja stovnin. Tá Kringvarpið nú fer inn í kappingina um teir smáu lýsararnar, so fáa hesi eitt argument afturat. Og tað er eitt gott argu­ ment! Tí hendan atferð hjá Kring varpinum kann raka illa sperdar privatar miðla­ fyritøkur meint. Og teimum hevur samfelagið sanniliga eisini brúkt fyri. So Kringvarpið átti at kent sær hógv. Ikki minst fyri sína egnu skyld. Sjúrður Skaale Í gjár sendi KVF lýsarum eitt bræv sum sýnir, at tann almenni stovnurin ikki kennir sær hógv á lýsingarmarknaðinum. Tað kann raka stovnin sjálvan So Kringvarpið átti at kent sær hógv. Ikki minst fyri sína egnu skyld John Johannessen, ætlar tú tær at fáa hesi óskiljandi og púra órími­ ligu fíggjar viðurskifti aftur í rætt lag?