fríggjadagur 6. mai 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 52 · 6. mai 2011
20
VIKUSKIFTI
Politisku mótstøðumennir hildu hann vera ov veikan í stríðnum ímóti
yvirgangi. so brádliga gav barack obama boð um at loypa á ein væl vardan
bygning í abbottabad í pakistan, hóast ongin visti við vissu, um osama bin laden
krógvaði seg har. Úrtøkan var betri, enn hann hevði droymt um. Heimsins
mest eftirlýsti yvirgangsmaður varð dripin, og ikki ein einasti amerikanari
fekk mein. barack obama hevur staðið sveinaroyndina sum harður Hálsur
Obama
basti
Osama
yvirgangur
uni arge
ua@sosialurin.fo
Hvar vart tú, tá tú frætti, at Osama bin
Laden var skotin, fara tey at spyrja í
alla framtíð, tí hendingin mána
morgunin 2. mai í 2011 var veruliga
ein av teimum heilt stóru í heims
søguni. Heimsins mest umrøddi og
eftir lýsti yvirgangsmaður var loksins
fallin fyri kúlunum hjá servandum
ameri konskum hermonnum. Í 10 ár
høvdu amerikanarar leitað við ljós
og lykt eftir heilaga krígsmanninum,
ið skipaði fyri yvirgangsatsóknini á
World Trade Center og Pentagon tann
illa gitna 11. september í 2001. Nú hevði
USA fingið sína hevnd.
Amerikanarar hataðu inniliga saudi
arabiska ríkmannasonin, ið heldur vildi
gerast yvirgangsmaður enn byggiharri í
familjufyritøkuni í Saudiarabia. Osama
bin Laden eggjaði alment øllum til at
drepa amerikanarar kring allan heim,
og hann helt uppá, at um stríðst varð
nóg leingi ímóti USA, fór heimsins
ein asta stórveldi at falla eins og gamla
Sovjetsamveldið. Í ovastu politisku
leiðsluni í USA, í CIA og í amerikanska
herinum høvdu tey tí eittans mál. At
beina fyri ónda fíggindanum við teim
um merkiliga blíðu eygunum, so hann
aldrin kundi klúgva í tvey aftur.
Nú tekur Osama bin Laden so
ongan tíð orðið aftur. Meðan tey flestu
hildu, at hann krógvaði seg í onkrum
helli á markinum millum Afganistan og
Pakistan, og at alvápnaðir krígs menn
vardu hann har, búði maðurin í einum
stórum bygningi mitt í einum friðar
ligum býi 100 milometrar norðan fyri
pakistanska høvuðsstaðin, Islamabad.
Minni enn ein kilometur haðani var ein
hernaðarskúli. Hvussu kundi heimsins
mest eftirlýsti yvirgangsmaður krógva
seg so væl á einum so ásýniligum stað?
Hetta er ein av stóru andsagnunum, nú
miðlarnir ídnir greiða frá, hvussu ameri
kanarar funnu Osama bin Laden.
Funnu sendiboð
Barack Obama gav fýra mánaðir eftir,
at hann var komin í Hvítu Húsini, boð
um, at Osama bin Laden skuldi finnast
og takast. Tað, sum Bill Clinton ikki
hevði megnað, og sum George Bush
heldur ikki megnaði, ætlaði Obama at
klára. Amerikanarar vistu, at veika liðið
hjá bin Laden vóru hansara sendiboð.
Eltu teir sendiboðini, kundu teir finna
Osama. Í 2003 og 2005 tóku teir tveir
týðandi menn í AlQaida, Khalid Sheik
Mohammed og Abu Farraj alLibbi. Teir
vórðu avhoyrdir við harðari hond, men
tá teir vórðu spurdir um sendiboðið,
Abu Ahmed, søgdu teir, at maðurin
hevði ongan týdning.
Hetta vakti illgruna hjá ameri kan
arunum, tí aðrir, ið vóru avhoyrdir, høvdu
sagt, at hesin Abu Ahmed hevði stóran
týdn ing í yvirgangsfelagsskapinum og
var tætt knýttur at Osama bin Laden.
Spurn ingurin var so, hvør hesin Abu
Ahmed var. Tað vísti seg, at hann æt
Sheikh Abu Ahmed og var pakistani,
men hann var ongastaðni at finna. Í fjør
hendi tó nakað, sum at enda skuldi kosta
bin Laden lívið. Sheikh Abu Ahmed
ringdi til eitt av sínum sambondum, ið
USA avlurtaði. Amerikanarar funnu nú
Sheikh Abu Ahmed, sum óvitandi førdi
teir til bygningin í Abbottabad.
Bygningurin var sera áhugaverdur,
helt CIA. Kring bygningin vóru
stórir múrar við píkatráði, og inter
netsamband var onki. Haraftrat brendu
íbúgvarnir ruskið heldur enn at blaka
tað burtur. Amerikanarar funnu útav,
at Abu Ahmed búði har saman við
familju síni og beiggja sínum, sum eis
ini hevði konu og børn har. Haraftrat
búði í bygninginum ein kona og fleiri
onnur børn. Hennara aldur svaraði
neyvt til aldurin á yngstu konu bin
Laden og børnum hansara. Var bin
Laden veruliga í bygninginum? Var
hann als ikki umgyrdur av alvápnaðum
heil agum krígsmonnum?
Vildi hava prógv
Hetta fingu amerikanararnir ongantíð
at vita við vissu. Tá Barack Obama gav
boð um, at loypast skuldi á bygningin,
vóru forsetin og ráðgevar hansara bara
6080 prosent vísir í, at teir høvdu
funnið Osama bin Laden. Obama varð
áhaldandi kunnaður um, hvussu CIA
nærkaðist bin Laden. Hann fekk fleiri
uppskot um, hvussu USA kundi gera
av við yvirgangsmannin. Eitt av upp
skotunum var at bumba bygningin í
spønir. Hetta dámdi honum ikki. Tá
fór at gerast trupult at gera av, um bin
Laden veruliga var har, og eisini fóru
óneyð uga nógv mannalív at verða týnd,
kanska 22 tilsamans.
Fríggjadagin 29. apríl gav ameri
kanski forsetin so boð um, at servandar
herdeildir, teir sonevndu Navy
Seals, skuldu loypa á bygningin og
annað hvørt taka ella drepa Osama bin
Laden. Altum ráðandi var, at servandu
her menn inir løgdu prógv á borðið
um, at teir veruliga høvdu fingið
fatur á rætta manninum. Í fleiri vikur
framm an undan vandu 80 hermenn