Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-05-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. mai 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52 32 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Drúgvasti og mest spennandi dyst­ urin mikukvøldið, tá fjórð ings­ finalurnar í kappingini um Løg­ mans steypið vóru á skránni, var uttan iva dysturin í Sarpu gerði mill­ um Víking og B68, sum bæði mátti út í umdyst og brotssparks kapping, áðrenn greitt var, at B68 kom víðari í hálvfinalurnar. Finnur Justinussen skallaði annars Víking framum í vanliga dyst inum, áðrenn Ibrahima Camara fekk sneitt sær millum nakrar ljósa­ bláar og javnað fyri B68. 1­1 helt sær allar 90 minuttirnar, og tí mátti umdystur spælast í tvær ferðir eitt korter. Ibrahima Camara, ið var serstakliga væl upp lagdur miku­ kvøldið, fekk lagt B68 á odda 2­1, tá seinni hálvleikur í umdystinum var fýra minuttir gamal, og hetta á eisini út til at gerast úrslitið, til Sølvi Vatnhamar í yvirtíðini fekk javnað til 2­2. Hetta merkti, at dysturin mátti avgerast við brotsspørkum, og her vísti tað seg, at B68­málverjin, Tórður Thomsen, skuldi gerast stóra hetjan, tí hann megnaði at bjarga spørkunum frá bæði Kaj Leo í Bartalsstovu og Evrard Blé, sam­ stundis sum toftamenninir annars fingu øll síni í málið, so B68 tí hevur vunnið sær pláss í hálvfinalunum. Einki at rafla um Í Runavík tók NSÍ ímóti EB/Streymi, sum nokk so skjótt vísti seg at hava meira upp á hjarta. Sundalagsmenn fingu spælið at hanga betur saman og vóru yvirhøvur næskari í sínum royndum. Munurin var kanska ikki so stórur fyri steðgin, men beint fyri hálvleik eydnaðist Leif Niclasen at leggja EB/Streym á odda, tá hann í tveimum førum skallaði ímóti mál­ inum. Málið kom dátt við hjá NSÍ, sum tíðliga í seinna hálvleiki fekk enn ein frammaná, tá Gert Hansen økti til 2­0. Eftir hetta gjørdist tað meira enn trupult hjá heimaliðnum at gera seg galdandi, samstundis sum gestirnir tóktust bara meira og meira væl upplagdir. Krúnuna á verk ið setti Hans Pauli Samuelsen, tá hann við góðum skoti skoraði til 3­0, og so var hesin dysturin enda­ liga avgjørdur. Hetta merkir, at EB/Streymur fimta árið á rað er í finaluni í kapp­ ingini um Løgmanssteypið, har hagtølini eisini hava verið ser stak­ liga góð, tí sundalagsmenn hava vunnið tríggjar av teimum fýra final unum higartil. Dramatiskur endi Í Sørvági var uppgerð millum tey bæði liðini, sum fluttu upp eftir kappingarárið í fjør, og her skuldi 07 Vestur vísa seg at draga longra stráið ímóti KÍ, sum annars telist millum oddaliðini í landskappingini. Bara eittans mál kom í hesum dystinum, og tað skoraði Eli Falkvard Nielsen, tá umleið ein hálv ur tími var farin. Tór­Ingar Akselsen sendi hornaspark innfyri úr vinstru síðu, og fyri KÍ­málinum var Eli hægstur og fekk við høvd­ inum stýrt bóltinum inn um Gunnar á Steig og í málið. Hetta legði størri trýst á KÍ, sum eisini royndi at flyta spælið longur fram á vøllin. Men illa bar til at gera nakað við 07 Vestur, ið tóktist hava sera gott tamarhald á tí, sum hendi á vøllinum. Og kanska var heimaliðið eisini nærri við at økja, enn gestirnir vóru at javna. Ímóti endanum spurdist nógvur dramatikkur burturúr, tá KÍ­spæl­ arin, Bárður Heinesen, ið var komin inn í seinna hálvleiki, fekk reyða kortið eftir ein samanbrest við málverjan hjá 07 Vestur, Hans Jørgensen. Báðir spælarar máttu á sjúkrahús, og steðgurin var so mikið drúgvur, at nógvir minuttir blivu lagdir aftrat, men tað broytti einki, so 07 Vestur er í hálvfinalunum. Málríkt í Fuglafirði ÍF, sum í fjør tapti steypafinaluna fyri EB/Streymi, hevur enn møgu­ leikan at endurtaka dystin, eins og EB/Streymur sjálvandi hevur tað. Men hóast ÍF á pappírinum hevði lættastu uppgávuna, tí mót­ støðuliðið var AB úr næstbestu deildini, bendu fyrstu trý korterini ikki á ein so greiðan og stóran sigur, sum ÍF at enda skuldi vinna. Hálvleiksstøðan var 1­1, eftir at bæði lið høvdu fingið mál burtur úr hornaspørkum, men í seinna hálvleiki kom av álvara gongd á hjá ÍF, ið trygt koyrdi sær sigurin heim við ikki færri enn seks málum aftrat, so endaliga úrslitið gjørdist 7­1. So hvørt sum klokkan gekk, øktist munurin bara. Stóri mál slúk­ urin hjá fuglfirðingum mikukvøldið var Bogi Løkin, ið skjeyt trý av teimum sjey málunum, og annars hjálptu teir í AB væl til, tí tvey av málunum hjá ÍF vóru sjálvmál. Vík. - B68 1-1 (0-0) B68 vann 6-4 eftir umdyst og brotsspørk 1-0: Finnur Justinussen, 71. 1-1: Ibrahima Camara, 82. 1-2: Ibrahima Camara, 108. 2-2: Sølvi Vatnhamar, 120. Brotssparkskapping: 3-2: Finnur Justinussen 3-3: Andre Olsen 3-4: Jóhan Dávur Højgaard 4-4: Hanus Jacobsen 4-5: Ibrahima Camara 4-6: Óli Olsen NSÍ - EB/Str. 0-3 (0-1) 0-1: Leif Niclasen, 43. 0-2: Gert Hansen, 54. 0-3: Hans Pauli Samuelsen, 73. 07V - KÍ 1-0 (1-0) 1-0: Eli Falkvard Nielsen, 29. ÍF - AB 7-1 (1-1) 1-0: Jan Ellingsgaard, 10. 1-1: Teitur Jóanesarson, 31. 2-1: Bogi Løkn, 51. 3-1: sjálvmál, 59. 4-1: Bogi Løkin, 67. 5-1: Bárður á Lakjuni, 77. 6-1: Bogi Løkin, 80. 7-1: sjálvmál, 86. Løgmanssteypið fjórðingsfinalur 07 Vestur, EB/Streymur, ÍF og B68 í hálvfinaluni Fótbóltur Í Runavík vann EB/Streymur 3-1, í Fuglafirði vann ÍF 7-1 á AB, í Gøtu endaði tað 2-2 og B68 vann síðani 4-2 eftir brotssparkskapping, og í Sørvági vann 07 Vestur 1-0 á KÍ trÍGGJAr FErÐIr bOGI Bogi Løkin hjá ÍF, ið her hevur Tummas Justinussen úr AB eftir sær, skoraði trý av teimum sjey málunum hjá fuglfirðingum mikukvøldið Mynd: Álvur Haraldsen Mynd: Álvur Haraldsen VÁGAMENN DrÚGVArI Við einum málið eftir hornaspark, sendi 07 Vestur Høgna Madsen og KÍ úr steypakappingini Mynd: Álvur Haraldsen