fríggjadagur 6. mai 2011síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Fyrsti dysturin í sætta umfari í
Vodafonekappingini verður spæld
ur í morgin í Sarpugerði, har talan
er um eina endurtøku frá miku
kvøldinum, tí har hittast Víkingur
og B68 aftur. Mikukvøldið spældu
liðini í 120 minuttir, áðrenn fjórð
ings finalan teirra millum mátti
avgerast við brotsspørkum, so lítið
man vera at ivast í, at Víkingur vil
hava hevnd og vinna hesa ferð. Tað
vilja toftamenn óivað eisini, men so
fæst at síggja, hvussu nógv menn
orka eftir drúgva fótbóltskvøldið
fyrr í vikuni.
Uppflytararnir í KÍ hava staðið
seg óvæntað væl higartil, men hesa
ferð eru teir aðru ferð á rað vertir
fyri dysti ímóti einum av hinum
liðunum, ið er komið væl frá byrjan
í landskappingini, B36, sum higartil
er einasta liðið, ið ikki hevur tapt. KÍ
tapti sín fyrsta dyst, tá NSÍ vitjaði
leygardagin, meðan B36 við sigri á
EB/Streymi setti seg á oddasessin.
Helst eru gestirnir favorittar, men
unga KÍliðið hevur víst, at tað sakt
ans kann bíta frá sær.
Við Løkin í Runavík tekur eitt av
teimum fremstu liðunum, NSÍ, ímóti
einum av teimum lægru, 07 Vestur,
ið eisini er uppflytari. Runavíkingar
ruku úr steypakappingini í vikuni
og vilja óivað vísa, at teir eru tyngri
at syfta í landskappingini, men
hinvegin vil 07 Vestur heldur enn
gjarna ríða víðari á bylgjuni, ið er
farin at geva stig í landskappingini
og mikukvøldið gav hálvfinalupláss
í steypakappingini.
Hóast HB ikki hevur gjørt tær
stóru skreytirnar í kappingini
higar til, er dysturin um vikuskiftið
ímóti EB/Streymi eitt slag av eld
dópi. Stigini, HB higartil hevur
skavað saman, hava verið ímóti
lægri liðum, men nú eitt av teimum
fremstu vitjar, skal meira til. EB/
Streym ur vísti stórspæl ímóti NSÍ
mikukvøldið, men tapti í Gunda
dali fyri viku síðani, so helst fara
sundalagsmenn at gera alt fyri
ikki at tapa tvær ferðir upp í slag í
høvuðs staðnum.
Mikukvøldið hevði ÍF lættastu
mótstøðuna í steypakappingini,
og nú landskappingin er á skránni,
má aftur staðfestast, at ÍF hevur
veik asta mótstøðuliðið av øllum, tí
higartil hevur B71 púrt einki víst í
undanfarnu dystunum, annað enn
eina gapandi verju, ið kundi verið
ein hóskandi freisting hjá fugl firð
ingum, sum mikukvøldið skor aðu
sjey ferðir, tá AB vitjaði. Her er ÍF
uttan nakran sum helst iva stór
favorittur.
hilmarjan@sosialurin.fo
Víkingur vil
hava hevnd
Fótbóltur Toppdysturin hetta umfarið er uttan iva tann í
Klaksvík millum KÍ og B36, men eisini er áhugaverdur dysturin í
Gøtu millum Víking og B68, sum er endurtøka av fjórðingsfinaluni
mikukvøldið, sum Víkingur óivað vil hava uppreisn fyri
MØtASt AFtur
Sam Jacobsen og hinir í Víkingi taka um vikuskiftið aftur ímóti Stig-Roar Søbstad
og teimum í B68, sum mikukvøldið vunnu seg víðari í steypakappingini
Mynd: Álvur Haraldsen
Vodafone-deildin
07/05 15.00
Víkingur - B68
08/05 15.00
KÍ - B36
08/05 15.00
ÍF - B71
08/05 15.00
NSÍ - 07 Vestur
08/05 15.00
HB - EB/Streymur
1. deild, menn
07/05 15.00
TB - AB
07/05 15.00
FC Hoyvík - HB II
07/05 17.00
07 Vestur II - Skála
07/05 17.00
EB/Streymur II - NSÍ II
07/05 17.30
Víkingur II - FCS
1. deild, kVinnur
08/05 12.30
KÍ-B36
08/05 13.00
Skála-HB
08/05 17.00
AB-Víkingur
Dystir um
vikuskiftið
Hilmar Jan Hansen
Teir fimm føroysku spælararnir,
sum fara avstað, eru Hallur
Thorsteinsson (Tór), Fróði F.
Jensen (Tór), Pætur Albinus
(Tór),
Rakul
Mikkjalsdóttir
(TBF) og Henrietta Nielsen
(Søhøjlandet,
Danmark).
Í
Rotter dam kunnu teir uppliva
heims ins bestu spælarar, sum
allir eru við til HM.
Føroysku spælararnir fáa
í kapp ingini sera harða mót
støðu, tí í undankappingini til
sjálva høvuðskappingina verð
ur spælt í bólkum við trimum
spælarum. Har eru føroysku
spæl ararnir
styrkismettir
sum tríarar, meðan hinir báðir
spælar arnir í hvørjum bólki
eru at finna sum nummar
umleið 100 og 200 á heims
styrki listanum.
Hetta er eitt ógvuliga stórt
lop fyri føroysku spælararnar,
sum fyri tað mesta kappast í
heimligu kappingini og síðani
eru við til nakrar kappingar í
Dan mark árliga. Kortini hava
teir við góðari hjálp frá nýggja
lands liðsvenjaranum,
Jan
Berner úr Svøríki, roynt at fyri
reikað seg sum frægast.
Eitt nú hava føroyingarnir
verið á trimum venjingarlegum
í Kina, ið í kappingum í Dan
mark, umframt at vant hevur
verið meira sum heild, so før
oyska landsliðið nú helst er
betur fyri enn í mong ár.
HMkappingin um viku
skiftið skal í fyrstu syftu
brynja leikararnar til Oyggja
leik irnir, sum vera í juli. Á
Oyggja leikunum er mótstøðan
somuleiðis stinn, og kann
henda sera sterka mótstøðan í
HM lyfta spælararnar tað síðsta
upp um tær ógvuliga fáu tjóð
irnar, sum eru framman fyri
Føroyar á Oyggjaleikunum.
Hjá Føroyum stendur eitt
nýtt ættarlið klárt at taka um
endan, ið fevnir um spælarar
úr 17 upp í 20 ára aldur. Ný
kosni føroyameistarin, 22 ára
gamli Ragnar Egilsson, verður
ikki við til HM vegna lesnað,
men hann verður tó við á
Oyggja leikunum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Føroyingar
til HM í
borðtennis
borðtenniS Fyri fyrstu ferð síðani
í síðani í 80-unum eru føroyskir
borðtennisspælarar um vikuskiftið
við til HM-kappingina, sum hesa
ferð er í Rotterdam í Hollandi
Hilmar Jan Hansen
Seinnapartin í gjár kom kendi
danski hondbóltsvenjarin, Ulrik
Wilbek, til Føroya sum gestur
hjá Hondbóltssambandinum.
Longu í gjárkvøldið eyg
leiddi hann Alandsliðið hjá
bæði kvinnum og monnum,
sum vandu í Hoyvíkshøllini,
og tað ger hann aftur í dag og
í morgin.
Somuleiðis verður í morgin
móttøka og og fyrilestur við
Ulrik Wilbek í sonevndu Pyra
midu høllini í Hoyvíkar skúla.
Wilbek vitjar
Hilmar Jan Hansen
Um vikuskiftið fara súkklararnir
aftur á vegirnar við einari FM
kapp ing, og hesa ferð er tað meist
ara heitið á 100 kilometra lands
vegateininum, ið stendur upp á
spæl.
Súkklað verður frá Svimjihøllini
í Havn til Saksunar og aftur til
Havnar, har vent verður við rund
koyringina við Skansan og súkklað
niðan til Plantusøluna hjá Skógrøkt
Landsins, har málið er.
Kappingin byrjar klokkan 10, og
væntandi verða fyrstu súkklararnir
á málinum umleið klokkan 13. Kapp
ast verður í bólkunum elita, motión
og unglingar.
hilmarjan@sosialurin.fo
100 kilometrar
á landsvegnum
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1 B36
5
3
2
0
10
3
+7
11
2 KÍ
5
3
1
1
14
6
+8
10
3 EB/Streymur
5
3
1
1
9
4
+5
10
4 NSÍ
5
3
1
1
9
7
+2
10
5 Víkingur
5
2
2
1
12
6
+6
8
6 HB
5
2
1
2
8
5
+3
7
7 ÍF
5
2
1
2
8
9
-1
7
8 B68
5
1
1
3
9
8
+1
4
9 07 Vestur
5
0
2
3
4
13
-9
2
10 B71
5
0
0
5
1
23
-22
0
Føroyska Vodafonedeildin