fríggjadagur 6. mai 2011síða 34
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. mai 2011 · Nr. 52
34
Sosialurin
Óli Jacobsen
Foreldrini hjá Mikkjali vóru Christ
ian Michael Jacobsen (18231886,
giftur í Havnar Kirkju 4. september
1845 við Onnu Lydersdatter (1820
1910) av Toftum.
Michel var føddur 17.12 1849, og
hann giftist við Ellen Elisabeth
Jacobsen f. 4.9 1843. Hon var ættað
av Húsum í Havn, dóttir Joen
Jacobsen (18041874), sum tann 6.1.
1842 giftist við Onnu Christinu
Jacobsdatter (18151882), ættað úr
Kaldbak.
Tað sigst í ættini, at Jógvan er
den ”den Havnemand,” sum er høv
uðspersónurin í grindavísuni hjá
Pløyen.
Mikkjal sjálvur var útróðrar
og traðarmaður, sum var tað mest
vanliga í Havn fyrr í tíðini. Sum
útróðrarmaður hevur hann verið
nakað serligt. Ein sonur, Christian,
flutti
til
Porkeris.
Ein
sonur
hansara, tann 93 ára gamli Poul,
minnist abban koma til Porkeris
at ferðast. Tá plagdi hann eisini
at rógva út. Tað var skjótt, at hann
kom eftir fiskimiðunum hjá por
kerningum, og tá fekk hann nógv
meira fisk enn porkerningar sjálvir.
Hetta kundu teir als ikki skilja og
hildu, at tað mundi vera okkurt við
agninum. Gitt varð, at hann nýtti
rottur! Men sannleikin var, at hann
nýtti krækling.
Kona Mikkjal doyði ung. Í tí
sam bandinum hevur hann eisini
verið nakað serligur. Hann setti
konuni ein vakran steinin við ikki
minni vakrari innskrift. Tað hevur
ikki verið vanligt hjá traðar og
útróðrarmonnum fyri meira enn
100 árum síðani.
Tey búðu í Trappugøtu, sum
gongur oman á Vágsbotn, har
Mikkjal eisini hevði neyst. Hann
hevði trøð, har Kardu mummu bý
urin er.
Ellen og Mikkjal fingu børnini:
Jógvan Christiansen, føddur
8. oktober 1877. Hann giftist við
Onnu Elisabeth f. Thomsen, eisini
úr Havn
Zacharias Sørensen skriva m.a.
í minningarorðum í Tingakrossi í
mai 1941:
Hugur hansara var allar dagar
til sjógvin. Sum smádrongur róði
hann út við pápanum Mikkjali í
Dali, og stutt eftir, at hann varð
konfirmeraður, fór hann til skips og
varð uppvandur hjá farbrøðrunum
Jóhan og Christiani í Dali og
Napoleon Andreassen. Í 1901 tók
hann stýrimannaprógv á Fanø Skip
araskúla og kom so heim aftur til
Føroya og fekk beinanvegin skip at
føra frá Napoleon Andreassen. Tá ið
Thorshavns Mælkeforsyning í 1908
fekk sær egið strandfaraskip, og
teir skuldu hava ein álitismann til
skipara, varð boð sent eftir honum.
Hann sigldi “Ruth” heim úr Noregi
og førdi hann so, til hann bleiv
lærari á skiparaskúlanum veturin
1917/1918. Síðan tá hevur hann hvønn
vetur verið lærari, meðan hann um
sumrini hevur róð út.
Jógvan var kendur um alt Føroya
land, tí teir 500 næmingar, hann
hevur havt undir sínum hondum
hesi 24 ár, minnast hann, ikki bert
sum hin framúr góða lærara, men
sum hitt góða fólkið hann var.
Ivaleyst eru teir mangir í dag, sum
takka honum fyri tey góðu ráð,
hann gav teimum, eisini uttan fyri
skúlastovuna.
Jógvan var álitismaður, og hon
um varð víst álit. Hann hevur i
mong ár verið limur í Tórshavnar
Meinigheitsráð og sitið í stýrinum
fyri meinigheitshúsið. Hesi størv
røktaði hann við sama trúskapi og
kærleika, sum alt annað, honum
varð lagt. Hann var ein trúgvur
kirkjumaður og tók dúgliga lut í
kristnum leikmannaarbeiði. Mest
glaður var hann fyri arbeiðið millum
børnini i sunnudagsskúlanum, tí
barnavinur var hann.
Men fram um alt var hann
heima maður. Hann var konu og
dóttir ein góður maður og pápi. Í
teirra heimi kendi man seg altíð
væl, og hugnaligur var Jógvan,
tá ið hann millum vinir segði frá
hendingum, serliga sjóferðum.
Hann var ein spakførur og
eyð mjúkur maður, og tí tók hann
ikki beinleiðis lut í politikki. Men
eisini her var hann støðufastur, og
heldur ikki bar hann seg undan, tá
Framburðsfelagið í 1932 valdi hann
inn í Býráðið. Eisini hetta starvið
røkti hann við trúskapi og ídni.
Ein góður Havnarmaður er farin,
gævi vit høvdu fleiri av sama slagi.
Christian Michael f. 1880 flutti
til Porkeris, har hann bleiv keyp
maður. Hann giftist við Lorentse
Mortinu Veihe f. 1880.
Tey fingu børnini Ellen Elisabeth
f. 1909, Johan Pauli Michael, f. 1911,
Susanna Olivia Johanna f. 1913,
Michael f. 1915, Poul Magnus f. 1917,
Andrea Kristina, f. 1919, Jona f. 1921.
Umframt var fosturbeiggin Bjarti
Sumberg.
Anna (18821933) giftist til Hval
biar við Poul Poulsen (18791961),
sum var bátasmiður. Tey fingu
børnini Joen Pauli f. 1914, Michael
Pauli, f. 1916, Eli Christian f. 1918.
Jacob Pauli f. 1885, skipari.
Hann giftist við Johonnu Sofíu
Michelsen, f. 1881, úr Vági. Tey
fingu børnini: Jón Eskild Michael
Bernhard f. 1909, Dania Helena f.
1912, Pauli f. 1916
Christina Maria (18891891), tví
burasystir Johan
Johan Sofus (18891928), skipari,
giftist við Honnu Jacobinu Jo han
sen (18941982) úr Sørvági
Johan var vanliga kallaður
Hanne mann. Hann var við á
eini heilt serligari ferð í 1912. Tað
var pápabeiggi hansara Christ
ian Christiansen, vanliga kall að
ur loðsurin, sum við sínum seks
tons motorbáti Louisa fór allan
tann langa teinin úr Havn til
Keypmannahavnar á eina fiskarí
messu. Teir vóru fýra mans við, og
ein teirra var Johan.
Í einum illveðri stóð hann til
róðurs,
meðan
Christian
stóð
bundin til mastrina. Eina ferð
Christian vendi sær á, er Johan
farin fyri borð! Tíbetur var endi á
honum, so hann varð bjargaður.
Johan tók skiparaprógv í 1908.
Í 1929 var Johan við fransa
skonn artini Martu, sum var eitt
stórt skip. Tað tók eini 18002000
skippund. Í oktober fara teir niður
at landa fiskin, sum teir høvdu
fingið undir Grønlandi. Tað kom
av ringasta illveðri á teir, og skipið
fór at leka. Teir royndu at halda
lens men ikki bar til. Komnir fram
við Fair Isle í Hetlandi sakk Marta.
Fimm mans vórðu bjargaðir av
enskum trolara, men tveir mans
doyðu. Teir vóru kokkurin og
Johan. Eftir sat konan Hanna við
seks børnum.
Tey vóru:
Eli f. 1915, Jens Kristian, Kissa, f.
1916, Ingrid f. 1918, Borghild f. 1921,
Herman f. 1922 og Michel f. 1925.
HER HVILER EN TROFAST
HUSTRU OG MODER
ELLEN ELISABETH
CHRISTIANSEN
FØDT JACOBSEN
F. 4. SEPTEMBER 1843
D. 21. FEBRUAR 1902
ALTID I MEDGANG
SAGTMODIG DU VAR
MODGANGENS DAGE
TAALMODIG DU BAR
DERFOR HERREN I
HIMLEN DIG LØNNE
NU GLÆDES DU BLANDT
ENGLENE SKØNNE
...
MICHEL CHRISTIANSEN
F. 17. DECEMBER 1949
D. 14. FEBRUAR 1938
he
n
d
u
r
i
ð
sl
ep
t
u
Mikkjal í Dali: Havnar maðurin
sum fiskaði porkerningar av
Vit hava í hesi røð umrøtt Christian og Ludvig í Dali, sum liggja í gamla kirkjugarði,
Hesa ferð umrøða vit beiggja teirra Mikkjal og konu hansara Ellen Elisabeth
Komandi partur
Í komandi parti fara vit at
um røða gravsteinin hjá Enok
Andreasen, á Frælsinum, kend
ur sum postmaður.
Elin saman við børnunum: Standandi Anna og
Jógvan. Frammanfyri: Jacob Pauli, Elin situr undir
tvíburunum Johan og Christinu Mariu, Cristian
Ljósa húsið høgrumegin er skóhandilin hjá Jóan Jakku. Aftanfyri
handilin er neystið hjá Mikkjal. Beint aftanfyri neystið sæst
skjøldurin á húsinum hjá Mikkjali. Mynd: Hervør Mohr
Passmynd av Jógvani
Johan, Hannemann,
fekk eina váta grøv.
Christian flutti til Porkeris.
Tá ið pápin, Mikkjal, kom
suður at rógva út vant hann
burtur úr porkerningum!